Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 75 — 23. apríl 1991 r Ologligt Orimiligt at vit fara at keypa utlendskan fisk til tilvirkingar i Føroyum samstundis sum vit flyta fóroyskan fisk ótilvirkaðan av landinum, sigur Sverri Midjord, løgtingsmadur, og spyr um hetta ikki eisini er ólógligt. Tá uppskotið frá landsstýrinum um at lata stuðul til at keypa fisk uttanlands til tilvirkingar í Føroyum nam Sverri Midjord, løgtingsmadur við virksemi hjá Euro-fisk á Tvøroyri. Hann helt tað ikki vera rímiligt, at vit keypa fisk uttanlands til tilvirkingar í Føroyum, samstundis sum eitt útlendskt virki í Føroyum sendir føroyskan fisk Gtilvirkadan av landinum. Sverri Midjord spurdi um hetta yvirhøvur var lógligt. Hann tók annars undir við landsstýrisupp- skotinum. Og tað gjørdu hinir samgonguting- menninir, sum høvdu orðið, eisini, men vístu á, at neyðugt verður at endurskoða skipanina tá liðið er nakað út á árið. Málið hevur verið til viðgerðar í Fiskivinnu- nevndini. Kristiligi Fólkaflokkurin tekur undir við meirilutanum, men vísir á trupulleikarnar, sum kunnu standanst av triðja lands vøru í samband við útfluming til EF. Hinvegin tekur Tjóðveldisflokkurin ikki undir við tí. Flokkurin heldur, at landsstýrið setur mark- naðarkreftirnar úr gildi við at samtykkja uppskotið. tór.- Sverri Midjord, løgtingsmadur ivast i, um virksemið hjá Euro-fisk er lógligt. Fiskivinnuskúlin i Vestmanna er enn á royndarstødi, og fyrr enn greitt er hvussu útbúgvingin verður framyvir, verður eingin nýggjur fiskivinnuskúli bygdur Fyrst innihaldið og síðani hvar skulin skal vera Verandi fiskivinnuútbúgving er á royndarstigi. Arbeitt verður nú við víðari útbúgvingar- møguleikum innan fiskivinnuøkid. Ikki fyrr enn hetta er greitt verður avgjórt hvar skúlin skal vera, sigur Marita Petersen, landsstýriskvinna Lasse Klein, løgtingsmad- ur hevur sett Maritu Petersen, landsstýris- kvinnu fyrispurning um hvussu gongst við ætlan- unum um at seta fiski- vinnuskúla í Eysturoynni á stovn. Í svari sínum vísir lands- stýriskvinnan til lógina um fiskivinnuútbúgving. Har stendur m.a.: Yrkisskúla fyri fiskaidnad og hav- búnað í Vestmanna í Norð- streymoy við deild í Vág- um. Yrkisskúla fyri fiski- ídnað og havbúnað í Runa- vík í Eysturoy. Marita Petersen sigur, at samsvarandi hesum var farið undir fiskivinnuút- búgving í Vestmanna á heysti 1989. Hetta er enn á byrjunnarstigi, og at talan er um eina royndartíð. Hon sigur, at enn er ov tíðliga at siga nær skúlin verður settur á stovn í Eysturoynni. Á landsskúla- fyrisitingini hava hugsanir verið frammi um at seta á stovn fiskivinnuútbúgving í Runavík. Millum annað tí at hetta var eitt sentralt øki við fiskavirkjum og aling og kvalifiseraðum lærara- fólki. Men fyrisitingin hevur eisini hugsað um onnur stød at leggja ein tílíkan skúla. Eitt nú í Klaksvík og Suðuroynni. Um sjálva útbúgvingina sigur landsstýriskvinnan, at neyðugt er í royndar- tíðini at gera ábótur viðvíkjandi innihaldinum í læruni. Eisini er neyðugt at hava atlit til víðari útbúg- vingarmøguleikar á fiski- vinnuøkinum. Sum er, miðar Landsskúlafyrisit- ingin móti einum slagi av fiskivinnuteknikarastgði. Men spurningurin um víðari útbúgvingarmøgu- leikar má heldur ikki gloymast. Enn eru ongar avtalur gjørdar við útlond - eitt nú um fiskarítekno- logiskar útbúgvingar. Marita Petersen sigur, at alt hetta má fáast í lag og í fasta legu áðrenn tilráðing og stødutakan til víðari Marita Petersen, lands- stýriskvinna fyrireikar nú skúlapolitiskt orðaskifti á tingi útbúgving av verandi stødi verður gjørd, og til stovn- seting av nýggjum skúla. Landsstýriskvinnan leggur aftrat, at landsstýrið ætlar at gera eitt upprit til løgtingid, sum skal gerast grundarlag undir skúla- politiskum orðaskifti á tingi. Hetta verður gjørt í byrjan av komandi ting- setu. tór.- Embætis- manna nevndin fer nú til verka Jógvan Sundstein, varaløgmadur hevur svarað einum fyri- spurningi frá Finn- boga Ísaksyni við- víkjandi undirgrund- ini. Løgtingsmadur tjóðveldisfloksins bað løgmann upplýsa fyri tinginum, hvgr ar- beiðssetningurin er, sum føroyska-danska embætismannanevnd- in í undirgrundar- målinum skal arbeida eftir. Í svari sínum sigur varaløgmaður: "at foretage en beskrivelse af, í hvilket omfang og pá hvilke vilkár det - med respekt af statens højhedsret og under hensynstagen til rigs- fællesskabets inter- esser - vil være muligt, at hjemme- styret overtager for- valtningen af råstof- området som særan- liggende, at beskrive og ud- arbejde forslag til de elementer, der bør indgå i en aftale mellem regeringen og landsstyret og ind- holdet af den frem- tidige råstofordning samt at foretage en beskrivelse af de elementer, der skal indgå i den rammelov, som regeringen anser for nødvendig som grundlag for hjemme- styrets videre lovgiv- ningsarbejde." Jógvan Sundstein upplýsti, at nevndin fer at hava sín fyrsta fund um miðjan mai mánað. Finnbogi Isakson segði seg ikki vera nøgdan við, at rammulóg verður gjórd í hesum sam- bandi.