Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 76 — 24. apríl 1991 halda lærararnir í Argja skúla. Teir heita á avvarðandi skúla- myndugleikar báðu megin Sandá um at taka spurningin um skúlasamstarvið upp aftur av nýggjum Samstundis sum næmingar- nir á Argjum fóru í krav- gongu mánadagin, settist lærararáðið við Argja skúla at tosa um málið, at 72 børn úr Havn komandi ár ikki skulu ganga í Argja skúla longur. Lærararáðið heldur tað vera skilaleyst og pedagog- iskt óumhugsað, at 20 ára skúlasamstarv millum Argja kommunu og Tórs- havnar kommunu skal hava fingið so bráðan enda. Henda avgerð kann fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri næmingarnar, ið nú verða ryktir upp við rót og skuluy byrja heilt av nýggjum í ødrum skúlum. Tað er sera svárt at síggja omanyvir, at tann vinskapur, leikbrødra- lag ogsamstarv, sum er bygt upp eftir so mongum árum, bæði millum næmingar, foreldur og lærarar, er kom- 10 av einhvørjari togan mill- um kommunurnar báðar, Sigur lærararáðið í skrivi, ið er sent býráðslimunum í Havn, bygdarrådslimunum á Argjum og skúlanevnd- arlimunum bæði í Havn og á Argjum. Lærararáðið vísir eisini á, at lærarar, sum hava virkað á skúlanum, summ ir í fleiri ár, nú verða riknir út í vinnuloysi. - Lærararáðið við Argja skúla heitir tí so staðiliga 'avvardandi myndugleikar báðumegin Sandáum at lata smásinni falla og ikki lata børnini vera taparar í mål- inum. Ti er bert ein leið at ganga: At taka hetta álvars- mál upp av nýggjum, verður sagt í skrivinum. Leyst starv Eitt starv sum skúlastjóri í Vágs skúla verður hervið lýst leyst at seta frá 1. august 1991. Starvið verður lønt í 31. lønarrammu, sambært semju millum Føroya Landsstyri og Feroya Lærarafelag, januar 1990. dagfest 24. Tað skylduga undirvísingartímatalið verð- ur sett eftir galdandi reglum um tænastu- tíðina hjá skúlanum. tænastumonnum í fólka- Umsóknir til tað leysa starvið verða at stíla til Foroya Landsstýri og at senda til Landsskúlafyrisitingina, Falkavegi 6, Postrúm 379, 110 Tórshavn, skjótast til ber og soleiðis, at tær eru Landsskúlafyri- sitingini í hendi í seinasta lagi 15. mai 1991, kl. 16.00. Landsskúlafyrisitingin, 22. apríl 1991 2 kømur í Leirvík við atgongd til kok og bað — til leigu. Tlf. 43292 Hevði kranin koppað inn móti landi, kundi verið verri vorðið vid manninum, sum sat í krananum. Mynd: Kalmar Kranin koppaði - Einastandandi heppið, at maðurin í krananum ikki fekk skaða, halda teir á Arbeiðseftirlitinum um óhappið á Gomlurætt mána- morgunin Í gjár komu tveir serfrød- ingar úr Danmark upp at kanna orsøkina til, at ein krani hjå byggifelagnum Højgaard & Schultz kopp- aði á Gomlurætt måna- morgunin. Teir skulu gera nakrar kanningar saman við Ar- beiðseftirlitinum. Tað var einastandandi heppið, at maðurin í kran- anum slapp skaðaleysur frá óhappinum. Hann hevði hurðina opna, veðrið var gott, og tá hann sá, at kranin fór at koppa, leyp hann út. Tað vildi tíbetur soleiðis til, at sjógvur var undir, og hann slapp ti snikkaleysur. Verri hevði verið, um hella var undir, siga teir á Ar- beiðseftirlitinum. Hver orsøkin var til 6- happið er ilt at siga, fyrr enn kanningarnar eru gjørdar. Alt bendir tó á, at okkurt man hava verið galið við krananum, ið skal sláa frá, um kranin lyftir ov nógv, ella maðurin ger okkurt skeivt. Tað er ikki hent. Kranin hevur fingið skaða av óhappinum. Hvussu stórur skaðin er, veit Poul Erik Andersen hjá Højgaard á Schultz ikki, fyrr enn teir hava kannað kranan. Hann væntar kortini ikki, at óhappið við krananum fer at seinka arbeiðinum við at gera ferjuleguna stórvegis. randi Felag fyri skaðað Leygardagin verður stovnað felag fyri arbeiðs- o g ferðsluskaðað fólk Eitt nýtt felag verður stovn- að leygardagin. Hesu ferð eru tað fólk, sum hava fing- ið skaða í arbeiði sínum ella í ferðsluni, sum taka seg saman. Felagið verður eisini fyri fólk við líknandi trupul- leikum, sum tey arbeiðs- og ferðsluskaddu, eins og fyri fólk, sum hava mist onkran av ólukku ella hava verið atvoldin til, at onnur hava fingið skaða. Fundurin verður á Hotel Borg leygardagin kl. 14.00. Har fer Pál Weihe, arbeiðs- medisinari, at halda fyrilest- ur, og umboð fyri Arbeiðs- eftirlitið og fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd verða við fyri at tosa um samstarv. - Tað er ikki til at fata, at eitt tílíkt felag ikki er stovn- að fyrr, sigur Margreta Næss í MBF. Tað eru brek- að fólk sjálv, sum hava tikið stigið til felagið. MBF hev- ur hjálpt teimum við ym- iskum praktiskum á sama hátt sum MBF eisini hevur gjørt, tá onnur feløg fyri brekað eru stovnað. Ein tann fyrsta uppgávan, felagið væntandi fer undir, verður at fáa ráðgeving. Tað er ein stór broyting fyri fólk, sum eftir einum degi verða brekað, og teim- um tørvar ráðgeving. Sum er hava tey bara Almanna- stovuna at fara til, men brúk er eisini fyri ráðgevarunum úti um landið. Fleiri feløg hava tosað um at fáa felags ráðgevarar. Eitt nú tá eitt fólk verður avlamið orsakað av ólukku, og neyðugt er at broyta hús- int, um tey skulu búgva heima. Margreta Næss heldur, at tað man vera serliga ringt at liva við slíkum breki í einum oyggjarlandi sum Føroyum, tí tað er so ringt at koma fram t.d. í koyristóli, og føroysk hús flest eru als ikki innrættað til rørslu- brekað fólk. Ráðgevingin fer ikki bar at feva um praktiska ráðgeving. Tórvurer eisini á psykologiskari ráðgeving, tí bæði skadd, og tey sum hava elvt til skaða, hava brúk fyri slíkari hjálp. Annars hevur MBF gjørt eina kanning, sum vísir, at fólk, sum hava verið fyri skaða, men brekið ikki vísir seg fyrr enn seinni, eru serliga illa fyri. Tað hendir ofta, at fólk verða útskrivað beinanvegin, men seinni kemur ymiskt fram við pínu og ikki minst sálarligum trupulleikum. Fyri tey kem- ur væl við at fáa eitt felag, sum m.a. kann ráðgeva.