mikudagur 24. apríl 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 24. apríl 1991 |
Av tingi
Eingin tilbúgvingar-
ætlan
Tað er ikki gjørd nøkur
speciel tilbúgvingar- og
bjálvingarætlan fyri
kjarnorkuvanlukku. Men
tað hevur verið arbeitt í
fleiri ár uppá at fáa eina
meira samskipaða ætlan,
um so skuldi verið, at ein
vanlukka hendi í Føroyum
herundir eisini kjarnorku-
vanlukka.
Hetta arbeiðið hevur
tikið langa tíð, og er enn
ikki komið á mál.
Tað eru lond, sum hava
sínámillum ávaringar-
skipan, um so er at ein
kjarnorkuvanlukka skuldi
hent.
Men tað eru avtalur
millum statir, so vit mugu
roknast at vera við har
Danmark er við, sigur
varaløgmadur í svari sín-
um til Jóannes Dalsgaard.
Missið ikki mótið
Jóannes Dalsgaard takk-
aði fyri svarið og bað
landsstýrið ikki missa
mótið hóast mótgang.
— Tað er altíð striltið, tå
smá lond skulu fáa tey
sterru at broyta politikk,
segði logtingsmaðurin.
Hann helt tó, at tað er
ikki nektandi, at mátingar
verða gjørdar eina ferð um
mánaðan. Hugsa vit um
trygdina, so eiga vit at
gera mátingar nakrar ferð-
ir um samdegrið, segði
Jóannes Dalsgaard.
Legtingsmaðurin segði
seg harmast um, at vit
enn ikki hava fingið eina
tilbúgvingarætlan og
legði afturat, at vit eru
einasta land á okkara leið-
um, sum ikki hevur eina
tílíka skipan.
Jóannes Dalsgaard á-
sannaði, at mangan er
trupult at fáa í lag
sínámillum ávaringar-
skipanir og fáa tær at
virka, men mælti kortini
til at vit royna.
— Hann helt, at vit
sjálvandi eiga at fáa í lag
eina tílíka skipan við eitt
nú Bretland og vísti á, at í
Dounreay hava verið ein
reð av óhappum, sum
grannalondini onga frá-
boðan hava fingið um.
Jóannes Dalsgaard
legði stóran dent á týdn-
ingin av at legtingssam-
tyktin viðvíkjandi Doun-
reay verður hildin út í
æsir. Hetta hevur stóran
týdning fyri okkara um-
hvervi og trygdina hjá
okkum ellum.
Eftirlit VIð -
góðsku
og stødd
Nakad av orðaskifti stóðst
av teimum broytingum,
sum Fiskivinnunevndin
hevur skotið upp í sam-
band við lógina um prís-
ískoyti til ráfisk.
Sum eina broyting til
landsstyrisuppskotid hevur
Fiskivinnunevndin m.a.
skotið upp, at prísískoyti
bert verður latið til fyrsta
floks fisk. Haraftrat sigur
Fiskivinnunevndin, at av ti
it vrakarastovnurin er
ivtikin, fellur burtur tað
ttirlit, sum vrakarastovn-
urin hevði, og tí heldur
nevndin tað vera neyðugt,
at nýggj heimild ul eftirlit
verður útvegað.
Tummas Arabo, lands-
stýrismaður segði, at skal
landsstýrið tryggja sær, at
stuðulsreglurnar verða
hildnar má tað hava heim-
ild ul at fara inn á eitt nú
flakavirkini og kanna
stødd og góðsku.
Finbogi Ísakson var ikki
nøgdur við skipanina sum
hann kallaði fløkta og gav
landsstýrinum óavmarkað
ar heimildir. Hann spurdi
eisini hvat hendi um
fram til, at fiskastødd ella
góðska ikki vóru í lagi.
tór.-
Siøa 11
P-talid útsett
eina ferð enn
Landsstýrið hevur enn einaferð gjørt av at útseta
nýtsluna av hinum nógv umtalaða P-talinum.
Hetta upplýsti Jógvan Sundstein, varaløgmaður
á ungi mánadagin í samband við ein fyrispurning
frå Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinnu.
Løgtingskvinnan hå Sambandsflokkinum spurdi
hvat hent er við P-talinum í samband við banka-
konti, og um landsstýrið framvegis ikki ætlar at
halda lógina um almennar skráir.
-1 1987 vórðu broytingar gjørdar í skattalógini,
sum åløgdu borgarunum og peningastovnunum at
nýta P-talið í samband við upplýsingar um
peningakonu ul skattamyndugleikarnar. Broyting-
ar vórðu tó ikki gjørdar í skrásetingarlógina.
Seinasta landsstýrið útsetti nýtsluna av P-talinum
til 1. september 1990, og nú hevur landsstýrið
samtykt at útseta nýtsluna av P-talinum eina ferð
enn, nesaferð ul 1. oktober i ár, segði
varaløgmadur.
Jógvan Sundstein upplýsti, at landsstýrið
arbeiðir við at endurskoða skráseuingarlóggávuna,
og harvið eisini nýtsluna av P-talinum, sum heild.
Hann helt, at hetta arbeiði verður liðugt áðrenn 1.
august.
tór.-
Enn
einki P-tal úr nøkrum
skattavaldið.