Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. apríl 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 76 — 24. apríl 1991 Viðvíkjandi svari frá John Petersen, landsstýris- manni til Niels P. Daniel- sen, legtingsmann, í sam- band við útinning av lóg- ini um fiskivinnuráð. Tað er ikki vanligt hjá uttanfyri standandi at gera viðmerkingar til slík svar, men hetta svarið er so misvísandi og niðurlát- andi móti teimum, sum umboða fiskivinnuna, at vit fara at loyva okkum at koma við fylgjandi við- merkingum: 1. Um niðurskurð í studningunum. M.a. verð- ur sagt í svarinum: „At í hvussu er partar av vinnu- felegunum hava ilt við at góðtaka neyðuga niður- skurðin av stuðlinum, eru bæði landsstýrið og um- sitingin greið yvir«. Aðra taðni verður nevnt, at fiskimannafelagid við for- manni tess vóru umboðað ráfiska- og studnings- nevndini í sama anda- drátti sum sagt verður at studningarnir í 1988 tví- faldaðust. Endamálið við hesum er heilt upplagt at gera tey sjónarmið, sum FF hevur sett fram til ein spurning um sterri studning. Hetta vísir bert hvussu lítlan kunnleika landsstýris- maðurin hevur til gongd- ina í hesum máli, og tí er lættast at koma við slíkari torvmold. Heilt stutt kann sigast, at FF var fyrst til at vísa á, at gamla prísásetingin var ónýtilig, tí hon virkaði sum ein koddi hjá virkjun- um. Og tað var eftir upp- skoti frá FF, at flakavirk- ini frá fyrst í 1990 komu undir marknaðarbúskap. áll F i 3 if i 7 "| Tað var eisini FF, sum i studningsnevndini fekk gjøgnumført eina studn- ingsskipan, sum merkti avtrapping vid hægri inn- tøkum. 2. Hvat er ein lysing? Tað er tó ikki logið, at landsstýrismaðurin kemur við slíkum uttan- umtosi, tá vit lesa víðari og síggja hann royna at burturforklára, at ein lýs- ing er ein kunngerð. Sagt verður, at slíkar »al- mannakunngerðir altíð hava verið roknaðar sum vanligar lýsingar (annonc- ir)j«. Talan er ikki um kunngerðir men lýsingar „fyri at kunna ... al- menningin um studnings- upphæddirnar«. Vit kunnu fyrst siga, at hetta seinasta just er de- finitiónin av eini kunn- gerð. Annars ber væl til at síggja í orðabókini, um munur er á eini kunngerð og eini lýsing ella ein »bekendtgørelse«, = sum tað eitur í danska lógar- tekstinum. Samb. orðabókini er ein kunngerð „en bekendtgør- else«, men orðið »lysing« merkir eisini »bekendt- gørelse« og »&annonce«. Hyggja vit eftir donsk- føroysku orðabókini, síggja vit, at »bekendt- gørelse« er „kunngerð, lysing«, og at »annoncere« er at »lysa, kunngera«. T.v.s. at tad kunnu eingi krummspring hjå lands- styrinum reingja tann veruleika, at nakað, sum verður kunngjert ella lýst er ein »kunngerå«. Uppgåvurnar hjå fiski- vinnuråånum og starvs- nevndini. Síðan greiðir landsstýrismaðurin frá ætlanini við Fiskivinnu- ráðnum og Fiskivinnu Starvsnevndini. Hon var »åt leggja vittfevnandi og prinsipiellar fyri Fiski- vinnuráðið og deils Fiski- vinnu Starvsnevndina til hoyringar. = < Til hetta er bert at siga, at hetta meguliga var ætlanin, men tað stendur bara ikki í lógini. Síðan fáa vit at vita, at hinvegin er ein og hver greiðir yvir, at mark má vera fyri hverji mál, ið verða send til hoyring- ar...a Vit hava ongan áhuga hverju hugsan »ein og hvør« skuldi havt. Vit krevja bert, at lógin verð- ur hildin, og hon er sera greið á hesum eki. Undan- tek verða als ikki nevnd í lógini, og til sjónarmiðið um, at tá fíggjarlógin ikki verður legd fyri Starvs- nevndina, skulu kunn- gerðir sum eru grundaðar á játtan í fíggjarlógini heldur ikki fyri nevndina kann bert verða sagt hetta: Tað er ein spurning- ur um tað ikki eisini er lógarbrot, men annars er sanniliga munur á, at sam- tykkja eina heildarjáttan, og so at fordeila hana. Tað eru bert fáir dagar síðan landsstýrismaðurin var í sjónvarpinum og ásannaði mistak, sum var hent júst á hesum eki. Mistøkum er sterri meguleiki at sleppa undan, um vinnan verður hoyrd, soleiðis sum lógin ásetir. Vit fara í hesum máli at vísa á tað bræv, vit sendi løgtinginum 9. apríl og á tað responsum, sum fylgdi við hesum brævi. Vit hava síðan havt sam- band við ein hóp av løg- frødingum, sum bakka ta niðursteðuna upp. Og í hvussu er inntil fyri fáum degum síðan fanst ikki stavur frá nekrum leg- frødingi í Tinganesi, sum segði tað mótsatta. Vit fela okkum ikki tryggar við rættartrygd- ina her í landinum, tá eitt landsstýri kann fara at tulka lógirnar, soleiðis sum tað kundi hugsað sær, at lógirnar sóu út, og fara vit at biðja legtingið taka neyðug stig í hesum sambandi. Fáa vit ikki trygd fyri, at lógin um fiskivinnuráð verður hildin í framtíðini, fara vit at leggja sak móti landsstýrinum við kravi um at seinast lýstu studn- ingar og prísískoyti verða demd ógyldug. Við heilsan Førcya Fiskimannafelag Óli Jacobsen John Sigurd Joensen, Klaksvík — og løgtingsarbeidi Í sambandi við uppskotið um avteku av lógini um »itrottarvedding«, sum eg vegna Sambandsflokkin havi lagt fyri legtingið, hevur John Sigurd í blød unum sagt frá, at eg fylgi illa við hverji uppskot verða legd fyri legtingið, og sigur, eg endurgevi. „Í meðan hesin maður (Jógv- an) sat í meirlutanum á logtingið, setti Vilhelm Johannesen, legtingsmað- ur fyri Norðoyggjar, sama uppskot fram, og síðan hevur einki verið at hoyrt til hetta málið. ('g nú kemur Jógvan I. við sama uppskot , nå hann situr í andsteðu. Hví gjerdi Jógvan I. onki við hetta mál, tá Vilhelm setti tað fram«, endurgeving liðug. Hertil er fyri tað fyrsta at siga, at eg sat ikki í log- tingsmeirilutanum á tingi tá, eg var landsstýris- maður, og hevði latið ting- sessin til næsta mann. Fyri tað annað, so var umredda uppskot lagt fyri legtingið seinasta august 1990, og orsakað av teimum politiskt ófrið- arligu tíðunum, sum tá vóru og sum endaðu við løgtingsvali í ótíð. Hetta órógvaði tingarbeiðið, so einki av teimum málum, sum tá vóru framlegd, fingu tingviðgerð. Tá so nýtt legting var valt, og nýggj tingseta byrjað, so er skipanin tann, at øll løgtingsmål, sum ikki eru lidugt vid- gjørd, tey eru burturdott- in. Sostatt var málið um avtøku av >Ítróttar- vedding« burturdottið uttan at legtingið fekk høvi til at viðgera tað. Og tí var tað neyðugt at reisa málið av nýggjum, og eftir áheitan frá ítróttarfólki = legði eg vegna Sambandsflokkin málið framaftur. Seinasta landsstýrið umreddi eisini henda spurning um hesa ítróttar- vedding, hvar mín steða var at vit skuldu avtaka lógina. Samanumtikið so skuldi tað verið góður meguleiki fyri at fáa ein meiriliuta á logtingi fyri hesum upp- skoti, og tann málsetning eru vit báðir samdir um. Vinarliga Jógvan I. Olsen Gamli bygningurin hjá P/F ldé Møblum verður við hesum vegna Nykredit lýstur til solu. Skuldin í bygninginum er 8,1 mill. kr., sum fígging kann útvegast fyri. Áhugað kunnu venda sær til Advokatfelagið Leif Waagstein Dánjal Magnussen Tormóður Djurhuus Jógvan P. Lassen Petur E. Djurhuus Annfinn V. Hansen Jógvan Ellefsen Bryggjubakki 22 100 Tórshavn tif. 1.1260 - fax 1.1261 Málningalist verður at síggja í Kollafjarðar skúla flaggdagin 25. apríl frá kl. 15.30-20.00. 26. og 27. apríl verður framsýningin opin frá kl. 15.00-20.00. Um 30 listafólk, nakrir tingmenn, børn og onnur hava málað og teknað myndirnar, sum verða seldar. Í sambandi við framsýningina verður høvi at keypa kaffi o.a. Norðstreymoyar Dansifelag Eftirútbúgvingar- skeið á Føroya Sjómansskúla Um nóg nógv tekna seg verða hesi skeið: Radarsimulatorskeið ARPA 29.4.-2.5. Kostnaður kr. 2000. Radiooperatørskeid: skipateleks og GMDSS 13.5.-23.5. Kostnaður kr. 2500 + próv- tøkugjald kr. 310. Radiotelefoniskeið: VHF 23.5.-31.5. Kostnaður kr. 1000 4 próv- tøkugjald. Sigid frå sum skjótast. Føroya Sjómansskúli