Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. apríl 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið cQSialurif ”- Nr. 78 — 27. april 1991 | Onki frætt Føroya Postfelag var á sin- um fyrsta samráðingarfundi við landsstýrið mánadagin. Øll nevndin í postfelagnum var við á fundinum, og hinu megin borðið sótu Jógvan Sundstein, varaløgmadur, landsstýrisfólkini Svend Aage Ellefsen og Marita Petersen umframt Súsunnu Danelsen og Jógvan Páll Háberg frá lønardeildini hjá landsstýrinum. Á fundinum legði post- felagið fram eitt uppskot til sparingar í postverkinum. Postfelagið vil enn ikki upp- lýsa, hvat stendur í upp- skotinum, men tað er partur av grundarlagnum fyri nýggjum sáttmála. Avtalað var á fundinum, Síða 3 A frættist einki úr Tinganesi. Nevndin væntar at hoyra frá teimum aftur í næstu viku. Sáttmálin millum post- felagið og landsstýrið gong- ur út 1. juni. > randi Øll nevndin í postfel- agnum var við á fundinum í Tinganesi mánadagin. Tað verða at landsktýrj dani helst fleiri ferðir tey í át ep ren næsta mánaði skulu ski ll koma við svafi : upp trappurnar á hetta uppskot, men har samráðingarfund Tað var royndina vert, tá næmingarnir í Argja skúla mánadagin fóru kravgongu, ið endaði hjá Tórshavnar býráð, fyri at havnarbørn skuldu halda fram i Argja skúla. Tey fingu í hvussu er tað burturúr, at samráðingarnar millum kommunurnar vórðu tiknar uppaftur Bíða eftir Havnini Bygdarráðið á Argjum bíðar eftir svari frá Tórshavnar býráð um skúlasamstarvið, ið Havnin hóttir við at slíta Tað er framvegis ógreitt, hvussu tað verður við havnarbørnunum, sum ganga í Argja skúla. Um tey sleppa at halda fram á Argjum ella tey aftaná summarfrítíðina mugu til Havnar í skúla. Umboð fyri bygdarráðið á Argjum og býráðið í Havn høvdu fund týsdagin, og har komu fram tvey uppskot, sum hvørki miðar eftir at kvitta samstarvið heilt. Í høvudsheitum snýr tað seg um, at næmingarnir í teim- um yngru flokkunum kunnu halda fram í Argja skúla, og Havnar kommuna rindar teirra skúlagongd. Støda skal so takast til, hvussu verður við næmingunum í framhaldsdeildini. Um tey sleppa at halda fram á Argjum, hvør skal so gjalda? Tað er greitt, og tað hava báðar kommurnar góðtikið, atnýggir næmingar úr Havn verða ikki tiknir inn á Argja skúla. Héskvøldid hevði figgj- amevndin å Argjum fund, og síðan hevði bygdarráðið fund. Erland T. Joensen, bygdarráðsformaður á Argjum, vil ikki siga nakað um, hvat kom fram á hesum fundunum. Hann bíðar nú eftir at frætta úr Havnini. Avtalan millum kommun- urnar á fundinum týsdagin var, at bæði bygdarráðini skulu hvør sær hava fund um málið. randi Verða havnarbørnini tikin úr Havnar skúla, mugu tey flytast í Venjingarskúlan, sum tey hoyra til. Men ikki fyrr enn tann skúlin er fórur ØS | fyri at hýsateimum øllum, siga foreldur at havn- arbørnum, sum ganga í Argja skúla Foreldur at havnarbørnum, sum ganga i Argja skúla, gera nú eisini vart við sína misnøgd við, at Tórshavnar byråd ætlar at flyta børnini til havnar at ganga í skúla. Mánakveldið hildu hesi foreldur fund ogskrivaðu tá eitt bræv, ið tey hava sent llum bygdarraðslimum á Argjum býráðslimum í Havn eins og limunum í skúlaráðunum í Havn og á Argjum. Tey krevja har, at Tórs- havnar býráð og Argja bygdarráð beinanvegin taka upp samráðingar. soleiðis at børnini, sm nú ganga í skúla á Argjum, sleppa at halda fram í skúlanum, til skúla- gongd teirra er lokin. Um kommunalpolitikar- arnir ikki megna at loysa hetta mál á manssømiligan hátt, men lata avgerðina um at flyta børnini standavið, so krevja tey, at børnini verða flutt í tann skúlan, har tey annars hoyra til, nevniliga Venjingarskúlan, siga for- eldrini, sum við brævinum heita inniliga á kommunal- politikaramar um at um- hugsa gjølla avleiðingarnar, avgerðin fær fyri meira enn 70 børn. Madurin kleimdist men slapp kortini frå óhapp- inum uttan stórvegis mein, tá ein gummiged koyrdi beint inn í bil hansara Óhappið hendi fyrrapartin mikudagin við skúlan í Søldarfirdi. Gummigedin skuldi steðga fyri persónbilinum, men ikki bar til, ti maskinan hevði ongar bremsur, hevur førarin greitt løgregluni frá. Gummigedin koyrdi tí beint inn 'i persónbilin og kroysti hann saman. Maðurin í pers'onbilinum skar seg illa og kleimdist, men hann slapp leysur, tá fórarin á gummigedini togaði skuffuna frá. Tann skaddi maðurin varð fluttur á Landsjúkrahúsið, har hann varð seymaður. Men hann hevði ikki fingið stórri mein enn so, at hann kundi = útskrivast sama kvold. Gummigedin varð eisini flutt til Havnar til kann- ingar. Tad skal kannast, um bremsurnar knappliga fóru, ella tær vóru í ólagi framm- anundan. Um úrslitið vísir, at brekið var framman- undan, kann ákæra reisast bæði móti eigara og førara fyri brot á ferðslulógina. randi