leygardagur 27. apríl 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Dimmalætting visti miku-
dagin at siga, at Birgir
Andreasen, fyrrverandi
stjóri á Idé-møblum, hevði
onkrar ætlanir. Birgir
Andreasen, ið síðani Idé-
handilin fór av knóranum,
sambært Dimmalætting
hevur roynt seg sum út-
róðrarmann og seljara av
jólatrgum, vildi kortini
ikki upplýsa fyri blaðnum,
hvørjar ætlanir hann
hevði.
Idé-fyritøkan hevði eina
lýsing í Dimmalætting
mikudagin, sum boðaði
frá, at nýggjur Idé-
møblahandil letur upp um
stutta tíð. Blaðið visti
eisini at siga, at fólk, ið
standa Birgir Andreasen
nær, eru partafelagnum
Møblassølan.
Sosialurin hevur fingið
uppspurt, at Birgir Andr-
easen aftur fer at selja
møblar frá Idé-handils-
ketuni. Nýggja sølustadid
verður í nýggja bygning-
inum hjá Bilfríðkan; bil-
fyritøkan eigur kortini ikki
bygningin longur. Hann
var herfyri seldur á
tvingsilssølu til Kreditfor-
eningen Danmark fyri 5,3
miliónir krónur, og skal
fyribils leigast til P/f
Møblasølan i Havn.
Óváttað tíðindi vistu í
gjár at siga, at handilin
letur upp 15. mei. Tað
eydnaðist ikki at fáa fatur
á Birgiri Andreasen, áðr-
enn blaðið fór til
prentingar.
ówh
Nr. 78 — 27. apríl 1991
. Idé-bygningurin á Hálsi
er ikki endaliga seldur
enn eftir at fyritøkan fór
av knóranum. Longu
fyrsta dagin letur nýggj-
ur Idé-handil upp við
Birgiri Andreasen sum
stigtakara
Mynd: kalmar
Montaga: hj
500.000 | Taka ímóti øllum
Uppmøtingin til eyka-
aðalfundin i Sands Ar-
beidarafelag var av ti
allarbesta mikukvøldid.
Fundurin samtykti enda-
liga at seta 500.000 krónur
í sum partapening í virkið.
Hetta er partapeningur,
sum verður settur í, um so
verður, at núverandi
nevndin keypir virkið.
- Vit hava ikki fingið
aðrar áheitanir, so játtanin
umfatar bert núverandi
eigararnar og nýggju
partabrøvini, teir hava
teknað í bygðini, upplýsir
Høgni Edvinson,
formadur i felagnum.
Hann sigur, at keypa
núverandi eigararnir ikki
virkið aftur, so er talan um
eina nýggja stødu, sum
eykaaðalfundur má taka
stóðu til.
Nevndin í felagnum ger
sjálv av, hvussu tær
500.00 krónurnar verða
fíggjaðar: við eginpeningi,
láni ella báðum. Í
nevndini sita Høgni
Edvinson, formadur, Oli
Sørens, næstformaður,
Terji Dalsgarð, skrivari og
kassameistari. Høgni
Edvinson umboðar felagið
í P/f Borgini.
I vikuni lå ein russiskur
svartkjaftabåtur vid
bryggju i Havn. Mær er
sagt, at hann kom til Før-
oya við rækjum til virkið
hjá sambandsformannin-
um á Oyri.
At vit fáa ráveru frá
russum og eðrum er einki
ilt at siga um. Men tá vit
hugsa um hvussu hesin
russisku svartkjaftabát-
urin sá út, sum hegdur úr
einum skrottdunga, kom
eg at hugsa um tey
góðskukrev, vit seta okk-
um sjálvum.
Eg spyrji tí: Seta vit als
ongi krev tá tað snýr seg
um at keypa frá eðrum?
Eru krev bert galdandi, tá
tað eru vit, sum selja?
f.
Fleiri og fleiri rásir gera tað at tú mest
sum ikki varða videotólið fyri uttan
3 Altid fria tænastu
Tólið skal sjálvandi leigast frá
Niels Finsensgøta ie - Tlf. 151 32