leygardagur 27. apríl 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 78 — 27. apríl 1991
Páskagult fjarrit
Páskagult fjarrit —
við høsnarhusvegg
stóð tú og stardi
tú hentaði egg
Góðsliga hond tín
kunnig við korn —
ongantíð loyndu mær eygu tíni
at jørdin var góð
Segl fóru undir —
havlatnir menn —
Minnist tu tad
minnist tu enn
Minnist tú meg
undir nýmánanagli
við høsnarhusvegg
tá alt tók at láta
so fagurliga
og hønurnar flugu
av vagli
Gekst tú síðani
gingu tit so
oman at strondum
kendi tú kanska
brimsalt blóðið
leika í hondum
Floyttu tit skeljar —
sigldu vit aftur í loyndum
komu heim aftur
komu heim
bæði við ríkari
royndum
Páskagult fjarrit —
við høsnarhusvegg
tú stendur og bínir
tú hentar egg.
Nú koma fleiri horn
49% Ng
viku?
SKITTIO
Dagstovnurin í Fuglafirði er nú hålvsettur, men tað koma so við og
við fleiri
Táfarið varð undir at byggja
Dagstovnin á Mirmansvegi
2 í Fuglafirði, hugsaðu
fuglfirðingar lika so liíð
sum onnur í Føroyum um, at
alt brádliga fór at vendast,
færri pengar, minnni arbeiði
0.s.v. Tí hildu tey seg ikki
taka ov rívan til við at
byggja ein dagstovn til 60
børn.
48 børn vórðu eisini bein-
anvegin uppskrivad úl
stovnin, ið læt upp 1. januar
í ár.
Men tá Dagstovnurin
byrjaðu komu íkki fleiri enn
20 børn ástovnin.
Tað kom heldur illa vid, ti
harvid fekst figgjarætlanin
fyri stovnin ikki at hanga
saman. Tískil avgjørdi
nevndin fyri stovnin saman
við leiðaranum at seta gjald-
ið fyri børnini í barna-
garðsaldri líka høgt sum fyri
vøggustovubørnini. — Tað
kostar 1800 krónur um mån-
aðin fyri hvørt barnið á
stovninum. 1800 krónur um
mánaðin fyri eitt vøggu-
stovupláss er vanlig upp-
hædd.
- Tað er heldur nógv at
Børnini trívast væl á
Dagstovninum í Fugla-
firði. Fyri hesi børnini
hevur tað verið gott, at
tey ikki byrjaðu so nógv í
senn, eisini ti Sstarvs-
fólkini hava havt stundir
til at tikið sær av teimum
gjalda 1800 krónur fyri
barnagarðsplássið, men vit
vóna við tíðini at kunna
lækka gjaldið, sigur Juli-
anna Næs, sum er leiðari á
stovninum.
Hon hevur góðar vónir
um, at tað fer at bera til, tí nú
hækkar barnatalið á dag-
stovninum. 35 børn eru á
dagstovninum, nøkur tó bert
hálvan dag. Í summar vita
tey um nøkur, sum koma
aftrat.
BYRJANUAR-
TRUPULLEIKAR
- Vit mugu kalla tað fyri
byrjanartrupulleikar. Tað
var so óheppið, sum tað
kundi vera, fyri ein nýggjan
stovn at skula byrja í árum
við minkandi arbeiði, sigur
Julianna.
Hinvegin hevur tað vrid
gott fyri børnini, sum komu
å stovnin, iki at vera fleiri i
fyrstuni, ti starvsfólkini
hava havt góðar stundir til at
tikid sær av teimum.
Julianna Næs heldur fleiri
orsøkir vera til, at ikki fleiri
børn eru komin inn å
stovnin. Nógv hava skrivað
seg upp, men so hava for-
eldrini minni arbeidi, ella
hava mist arbeidi, og børn-
ini eru ti ikki komin å stovn-
in.
Ein onnur orsøkin er, at
dagrøkt hevur verid i Fugla-
firdi i fleiri år. Tå børnini
trívast har, og kanska skjótt
skulu í skúla, hava for-
eldrini ikki vljað tíkið tey úr
dagrøktini fyri at fingið tey
inn á dagstovnin.
Eins og alla aðrastaðni í
Føroyum verða nógv børn
fødd í hesum árum, og ti
væntar Dagstovnurin at fáa
fleiri og fleiri børn inn, sum
frá líður.
Julianna Næs letur væl
annars væl at stovninum.
Húsið er gott, og børnini eru
fallin væl til, sigur hon.
Tá tey byrjaðu, væntaðu
tey sum nevnt, at fleiri børn
fóru at koma. Og sekt varð
eftir fólki til fleiri børn.
Síðan hava tey sagt eitt
starvsfólk upp, soleiðis at
starvsfólkatalið er hóskandi
til barnatalið.
randi