Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. apríl 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 78 — 27. apríl 1991 Í dag fyllir Sigurd Joensen, fyrrverandi sakførari, 80 ár. Johan Hendrik Winther Poulsen og Karin K jølbro heilsa honum niðanfyri Sigurði á áttati Sigurð Joensen verður áttati leygardagin hin 27. apríl. Hesin reysti maður, ið nú fer um kappahornið, hevur í veruleikanum verið ein kappi til likams og sálar alt tað, eg minnist. Vit í Tjóðveldisflokkinum halda okkum eiga eitt sindur í Sigurði, sum vit millum annað seta ser- liga í samband við glæsi- ligu barnaár floksins. Í ellum førum minnast vit hann av tingsins reðara- palli, tá útvarpið á fyrsta sinni kom í hverja stovu í landinum, og hann við sínum eggjandi flogi tosaði um loysing og frælsi. »Men stundom gninstr- et hans øyne stygt.. .«, tað var, tå fólk og fødi- land var fyri órætti, ella tá hann átalaði dirvis- loysi og uppgávulyndi føroyinga, ið forðaði fyri at tikið varð við sjálv- søgdu ábyrgdini. Vit minnast hann sum vit- bornan fólkafundarreð- ara og sum eldhugaðan kveikjara i Suður- streymoyar Tjóðveldis- felag. Altíð fúsur at lyfta við og altíð ferur fyri at vísa á gongdar leiðir. Umframt at vera fornur og fyndugur, so er málburðurin so hug- takandi, at orðini mest- sum standa eftir í luft- ini, tá samreðan er av. At hesar gávur als ikki eru viknaðar hóast kappaaldur, hoyrdu vit, nú hann bar minningar- orð fram um D. P. Danielsen á páskum. Í árunum 1954 til 1966 var Sigurð tingmaður tjóðveldisfloksins, vald- ur í Norðstreymi. Hetta tíðarskeið, tá flokkurin bæði hevði fiski- og verkamenn og aka- demikarar at umboða seg á tingi, tykist mong- um litríkari og orkumikl- ari í mun til næsta ættar- liðið. Fyri tann skuld kann hitt sama sigast um virksemið í Feroya rætti. Tað var litríkari tey árini, ið hevi var at upp- liva Sigurð. Og øll hesi mongu ár var Sigurð Joensen lær- ari á Sjómansskúlanum í sjórætti og á Maskin- skúlanum til fyri stutt- um. Seinastu árini hevur hann lagt eftir seg virðismiklan = orðalista um føroyskt lógarmál, sum hann alsamt arbeið- ir við. Sigurð var giftur Sigrið av Skarði. Eisini hon var sera virkin. Sat í barnaverndarnevndini og í nevnd Kvinnufelag- sins, eins og hon í nekur ár stjórnaði Kvinnutíð- indum. Eisini hon var livandi upptikin av máli og mentan. Heim teirra við stórum barnaflokki stóð altíð opið fyri børn- um, og mær er sagt, at Sigrið altíð hevði stundir at leggja barnum lag á at spæla sjónleik og at vera tolin áskoðari — og stundum Sigurður eisini. Sum útisetar í Keyp- mannahavn undir kríg- num vóru tey eisini íbirt- arar. Nýliga hoyrdu vit, at Sigrið var í fyrstu nevnd listarfelagsins, ið stovnað varð í Keyp- mannahavn. Tað man vera um somu tíð at Sigurð læt úr hondum sínar fyrstu skaldsligu gimsteinar í tíðarritin- um >Búgvanum<. For- vitnisligt hevur mangan verið at hoyrt Erlend, Marionnu Matras, H. D. Joensen og onnur sagt frá blómandi felagslívin- um millum feroyingar um flaggstríðið, loysing íslendinga og fólkaat- kveðuna í 1946. Hesi mongu, ið vístu vegin móti loysing, eru trygd fyri, at Tjóðveldis- flokkurin byggir á klettagrund. Ikki er tað teirra skuld, at vit ikki hava rokkið upp á tind- in. Seinasta politiska rit Sigurdar var åliti um føroysku undirgrundina, har hann ger løgfrødis- ligar og politiskar met- ingar. Hetta er eitt frå- líkt íkast til tað kjak, ið rættiliga fer at verða í komandi tíðum. Vit, sum kenna henda djarva og mangan kompromisleysa mann, kenna eisini mildni og tokka hansara til menn- iskju og til heimbygdina Gjógv. Vælsignað var tað, at dóttirin Turið fekk borið so í bandi, at bøkurnar báðar »Eg stoyti heitt«, vórðu útgivnar. Her síggja vit ómetaliga ríku, skaldsligu og máls- ligu gávur Sigurðar. „Málið er tað andaliga andlitið, sum tjóðin hev- ur. Og hjá tí einstaka sýnir tað foroyska málið, hann nýtir, um hann eig- ur sær nakra føroyska mentan< (fyrra bind, blaðsíða 237). Tað nemur við og ger mun, ikki eigi eg førleika til at siga, hvat er máttmiklast í skaldskapi Sigurðar. Og so hevur eisini verið pláss fyri »Gråu dunnu« og »Litla Sjúrði< í tí fjøl- broytta, ið komið er úr hondum hansara. Almikið er at leggja afturat um Sigurð, men lítillætna og sjálvóhá- tíðarliga lyndi hansara biður ikki um at verða kínt í so máta. Nógvir av teimum fyrstu liggja nú í jerð fosturlandsins — Er- lendur, Karstin og D.P.. Umframt tað at vit øll hevdu stóra virðing fyri teimum, so høvdu teir allir eina slíka persóns- mensku, at vit vóru góð við teir. Soleiðis kenna vit tað eisini við Sigurði. Hetta er ikki ellum be- skorið. Hugsi, at eg tosi fyri mong, tá eg sigi, at tað er ein frægð og gleði, hverja ferð vit síggja henda fatta og vakra kappa, sum part av býarmyndini Havn. Vónandi sleppa vit í mong ár afturat at eiga hesa gleði. Góða heilsu framá og hjartaliga til- lukku. Argir hin 23. april 1991 Karin Kjølbro A S0SjalUrn Nú eldast tey og fækk- ast, sum eftir stríðslok aftur stigu á heimlands grund við bjertum sjón- um um framburð og tjóð- arfrælsi. Ikki ætlaðu tey at líva sær í stríðinum, sum koma skuldi. Væl hevdu tey búgvið seg hesi fimm longu og strongu ár, tey høvdu verið innibyrgd suður í Danmerk. Í sjálvspeii nevndu tey seg »asfalt- føroyingar«, eitt heiti sum av øvundarmonn- um varð snúgvið til eyk- nevni. Mongum, ið sitið høvdu „heima undir fjøllum«, leitst ikki á, at stórorðaðir = unglingar afturkomnir úr útlegd skuldu siga teimum, ið heima hevdu balst, hvussu bera skuldi at í landsmálum. Best mundi vera, sum var. Ein hin eyðkennilig- asti og brasnasti av hes- um heimafturkomnu landsmonnum var Sig- urð Joensen frá Gjógv, lærdur í løgfrødi. Væl mæltur og djarvorðaður dugdi hann at lata boð- skap sín í búna, ið bar honum væl. Gott hevði hann fingið í >málbein- ið< í heimbygdini í ollum starvi bæði á sjógvi og landi. Á háskúlanum varð málansur hansara stimbraður og tjóðskap- arhugur styrktur. Á stu- dentaskúla í Heng sett- ist hann í fornmáladeild- ina, har sum latín og grikst vóru aðalgreinir. At vera væl at sær í hes- um fornu mentamálum er ikki hissini kjelfesta hjá honum, ið vil skatta dýpið í fornmríkum bendingarmáli sum okk- ara. Harafturat er neyð- syn at vera kunnugur við okkara latin« — eg meini við norrena forn- málið og nýíslendskt. Trá sína til tann kunn- leika fekk Sigurð svalda í Keypmannahavn. Har hevur mangur feroying- ur bæði fyri og eftir ver- ið vaktur fyri egnum mál- og tjóðskaparvirð- um av íslendskum vin- um og samstudentum. Hetta er sega, ið verd er at rannsaka og skriva Sigurð stóð frammar- laga í felagslívi feroy- inga í Keypmannahavn Blaðið »Bugvan«, sum hann mundi eiga navni á, skrivaði hann nógv og væl í, og hann var stóran part av tíðini blaðstjóri hansara. Hann skrivaði um Bell stjórnar- og mentamál, ið á leikaðu millum landsmanna, og har og í >Jólum uttan- lendis< royndi hann seg eisini við fyrstu bók- mentaligu skrivum sín- um. Tað er almanna- kunnugt, at hann eigur ein hin hvassasta penn, ið føroyskt hevur skriv- að. Sjón gongur fyri segn í virðismiklu savn- bókini >Ég stoyti heitt<, sum øll eiga at lesa sær til ressingar og stílbótar. Heimafturfluttur tók hann upp sakferarayrki í hevuðsstaðnum. Honum var tað sjálvsagt — ja, annað fekk ikki komið til hugs — at nýta feroyskt mål í embætisstørvum sínum, bæði skrivliga og munnliga. Vid ti breyt hann upp úr nýggjum og dró so smátt aðrar felag- ar sínar við sær. Tá legði hann steði undir fer- oyskt rættarmál, eitt - evni, hann alla tíðina hevur havt hugfast, og tí slepti hann heldur ikki, tá ið hann legði niður starv sítt fyri aldur: Fyri Fróðskaparsetur Feroya hevur hann nú í nógvar vetrar hildið skeið fyri starvsfeløgum og eðrum áhugaðum í legfreði- máli, og tað er ikki smá- vegis, ið komið er burt- urúr. Hann varð at gev- ast við skeiðinum av bráðkomnari sjúku, men nú er hann tíbetur so væl afturstyrknaður, at hann aftur fær savnað seg um at leggja síðstu hond á legfreðiorðalist- an, sum alla tíðina hevur verið heimangerðin. Tá ið feroyska mál- nevndin varð stovnað á €, AO viku- SKITUO ara degnum heysti 1985, varð hann skipaður í nevndina av landsstýrinum eftir til- mæli frá rithevundafe- lagnum. Ogn er í honum í nevndini við stóra mál- kunnleika hansara og tryggu stílkennslu. Ofta eigur hann seinasta orð- ið, tá ið ivamál er til um- reðu, og vit yngru nevndarmenn vita við okkum, at her hevur maður tikið til orða, ið av sonnum veit, hvat hann sigur. Og á tílíkum fólki er so sanniliga terv- ur, sum málsteðan er nú, ið alskyns armadømi óá- talað sleppur at leika leyst. Sjónir sínar og javn- líka sína um tjóðfrælsi hevur hann ikki sæð framdar. Eftir Dimma- lætting at dema er fremsta boð hjá feroysk- um studentum nú at vera sum »vælvirkandi danir< og so åir lokið nám at skapa sær glæsi- liga framtíð í hinum fagra EF-ríki. Neyvan mundu studentarnir á Sigurðar degum seta sær tílík mál. Tað tykist, sum sjålvbjargnisstrev okkara er endað við ósamlyndi millum allar teir flokkar, ið bera tað í sínum skildi. Snildirnar nevndar „divide et im- pera« hava fáastaðni eydnast betur enn móti okkum føroyingum. Tørvur er i brædi at fåa savnað hesar spjaddu og sundurlyndu kreftir, tí boð verða eftir teimum, fyrr enn varir. Alla- staðni, hvar vit okkum venda, frætta vit um tjóðir, ið stunda eftir frælsi sínum. Hví skulu vit halda okkum aftur! Vit hava einki at missa, men alt at vinna. Ynski mítt er at Sigurði unnast góð og happasæl elliár í yndi og yrki, og at hann fær at síggja vónir sínar gerast at veruleika. Vinarliga Jóhan Hendrik je