Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. apríl 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I NAMSAI viku- SKITTIO Longsu lin eftir at tiðindabaði SOSlalurin sleppa upp í part Bergtóra Hanusardóttir: Skert flog 147 síður. 148 krónur. Mentunargrunnur Studentafelagsins. Fyrsta bókin hjá Bergtóru Hanusar- dóttir er í sínum bygnaði ikki heilt van- lig. Í fyrsta parti av bókini — og í teim- um tveimum seinastu — fortelur ein eg- persónur um eina eldri konu og um sítt samband við hana. Í teimum pertunum, sum eru ímillum, letur hevundurin lívið hjá hesi konu fara framvið, sum myndir úr einum filmi. Skaldsegan er sostatt í eini segu. Aftrat tí kemur, at miðleingjan í bókini ikki er skrivað í tíðarraðfylgju. Hevundurin byrjar við at greiða frá konuni sum tilkomnari mammu, fer síðani aftur til barndómin, førkar seg so spakuliga upp til ellisárini. Tað er næstan sum at taka ein sveip við einum líggja. Hesin mátin er sjálvsagt einki óvanligur aðrastaðni. Men gjert av nýfloygdum hevundi má hetta sigast at vera rættiliga kynstrugt og bókini til fyrimunar Miðleingjan í bókini er — sum eg nevndi — ein mynd av eini kvinnu. Bók- in greiðir frá Sunnivu, sum — við tí at dragast við, at hon frá barnsbeini er lamin — skal royna at fáa sítt burtur úr lívinum. Henda frágreiðing verður áhugaverd av tí, at Sunniva ikki er heilt vanlig. Hon hevur umframt viðfeddar meinbogar eisini viðfedda styrki. henn- ara lívsskurður verður sostatt eitt úrslit av eini togan millum eginleikar, sum tarna og eginleikar, sum hjálpa. Hon er treisk, ágrýtin og hevur hugflog. Hon hevur ein meira enn vanliga mýktan ein sega vakurleikaans. Og hon hevur eitt serligt eyga fyri ellum livandi, fuglum, djórum, men fyrst og fremst ellum, sum grer, sum — saman við tí at hon er sann- droymd og viðhvert sær — gevur henni ein gátuferan farra. Sum hevur hon eitt samband við jerðina, lívsins upphav, sum ber á brá at vera gandakent. Orðið ktoniskt rennur einum í huga Tá eg las hesa bókina fyrstu ferð, helt eg, at her í stoðum vóru persónar, upp- lýsingar og geirar, sum ikki hevdu týdn- ing fyri heildina. Eg haldi framvegis, at hetta er lutvís rætt. Men ikki heilt. Tað tykist nevniliga, sum evnið í bókini tá saman um kemur ikki er ein persónur — Sunniva — men ein kensla ella eitt hug- tak. Skuldi eg sett navn á hetta hug- takið, hevði eg nevnt tað >longsulin eftir at sleppa upp í part<. Hesin longsul gongur gjøgnum alla bókina. Eitt týði- liga lýst dømi um hann finna vit í frá- segnini um brúdleypið, har Sunniva sit- ur og lurtar, meðan drunnurin fer runt: Tað hevði verið stuttligt at roynt! Og hon gjerdi síni erindir klár. Hon skuldi senda Billu hann, tí hon hevði lættliga fingið hann víð- ari, og hon hugsaði um at skifta lag, tá hennara túrur kom. Hatta, teir kvóðu, kláraði hon ikki, tað bleiv alt ov hegt ella alt ov lágt hjá henni. Skuldi hon vera við, vildi hon um ikki annað hava kraft í málið, fór at velja sær eitt lag, sum hóskaði henni. Men sjálvandi Ongin sá vón- ríku, glógvandi eyguni og bein- leiðis at biðja um drunnin, tað hverki gjørdi hon, ella hættaði hon sær, tí um hon nú kortini hevði gloymt erindini, tá tað kom til álvaran! Sunniva er kvinna og lamin. Og eingin ivi er um, at Skert flog lýsir longsulin eftir, og stríðið fyri, at vinna á fylgjun- um av hesum tvífalda undirluta. Serliga væl eydnast tað hevundinum at lýsa Sunnivusa longsul eftir, í tverligastu korum, at geva síni listarligu trá ein út- veg. Men samstundis haldi eg, at bókin fevnir um meira. Skaldsegan lýsir long- sulin ikki bara eftir javnrætti, men eftir livføri. Hetta ger, at viðurskifti í bókini, sum kunnu tykjast óviðkomandi, nú fáa eitt pláss í vevnaðinum. Teir persónar, sum fyrst og fremst umboða evnið í skaldseguni, eru sjálvsagt Sunniva og knáa systir hennara Rakul, sum einsa- mell fær eitt gistingarhús á fetur í út- londunum. Men bernini, sum ikki eru lívfer, menn, sum sjólátast, fólk, sum doyggja av bróstsjúku og kvinnur, sum doyggja í barsilssong, eru sum litbrigdi í einum dekkum baktjaldi, variatiónir yvir hevuðstemað í skaldseguni. Hetta gevur heildini í bókini ein lívrunnan dám. Tað kenst sum at hyggja inn í ein urtagarð, har tey flestu blomstrini ongantíð spretta, og nekur fá toyggja seg móti ljósinum. Í Skerdum flogi er einki kynstrugt samanspæl av tilburðum og ráðagerð- um. Samreður eru í bókini, og tær kenn- ast nátúrligar. Men tað er ikki orða- skiftið dialogurin sum ber bókini uppi. Í bókini verða tríggir persónar lýstir, høvudspersønurin týðiliga, Sjúrð- ur og Rakul rættiliga týðiliga. Nógvir av síðupersónunum standa harafturímóti rættiliga kámir. A hin bógvin hevur bókin eftir mínum tykki tveir stórar fyrimunir. Annar er málburðurin. Orðatilfarið hjá hevundin- um er vítt og fjølbroytt, og orðabrúkið er beinrakið og onkursvegna persónligt og sjålvstødugt, eitt nú — fyri at taka eitt dømi — í einum setningi sum „tá dámdi henni at hoyra sjógvi tutla og fjasa móti fjørugrotinum«. hitt er ein ávísur musikalitetur í skrivingini, nakað sorgblítt, ein skærur tóni. Hesin musi- kalitetur er serliga sjónskur í fyrsta kapitli í bókini — og í tí seinasta, sum við sínum fámælta og blúgva orðalag er lýtaleyst. Hesin tónin kemur eisini fram aðrastaðni, eitt nú allarfyrst í 12. parti, har hevundurin — eftir at hava endað sína frásegn um lagnuna hjá Sunnivu — við orðunum >Ég bar kannuna av einum krússi í Aardali« virtuost slær á rætta tangentin. Stuttsegan hóskar betri til prosa- lyriskan stil enn skaldsøgan. Og eg fari at loyva mær — i einum slanki — her at gera vart við, at Bergtóra longu við ein- um stuttum broti hevur víst sítt kynst- ur á hesum eki. Eg hugsi um ta lítlu seg- una við tí vakra heitinum >Eisini kær- leiki« — prentað í bókini >Frostrósan og aðrar segur< — sum við viðkvæmum ansi fyri orðanna tónleiki lýsir eitt med- vitsskifti frá persónligum til kosmiskan kærleika. Eitt annað eyðkenni, sum styrkir Skert flog, er at tað lukkast hevundin- um rættiliga væl at sleppa undan skaldsligum postulátum. Tað eg dugi at síggja verður ikki trúttað niður í lesar- an, hvussu persónarnir hugsa og fela. Tað verður víst. Tak t.d. brotið, har Sunniva verður forelskað í Sjúrða. Høv- undurin kunnger einki fyri lesaranum. Hon letur í staðin fyri Sunnivu fara yvir til speglið: Hon vildi knappliga ynskt, at hon hevði fingið seg til at havt fell fram við vangunum, at hon kundi flent, bara tí tað var hóskiligt, hevði ynskt at verið so lett og fim, at hon kundi verið syft runt mitt á vegnum. Men hon var ikki soleið- is, og hugsunarsom fór hon yvir og hugdi at síni egnu spegils- mynd. Eygu, muður og hár. Tað var tað, sum sást. Hárið myrka- brúnt, tjúkt og greitt burtur frá pannuni. Fram við vangunum purlaðu leysu tottarnir, sum aldri vuksu uppí og gjørdust serliga sjónligir út á dagin, ella tá mjørki og sirm var. Hárinum bilti onki. Tað var vakurt og floymdi, tá hon slepti tí leysum. Eyguni vóru stór og klár, ljóst blá og randað við døkkum eygnahárum. Teimum bilti heldur einki. Hevundurin vísir her, at hon dugir nakað, sum ikki allir royndir hevundar hava lært. Skert flog er eftir mínum tykki ikki lýsaleys. Kanska hevði bókin kenst fast- ari, um litbrigdini í baktjaldinum vóru Nr. 78 — 27. april 1991 = meira stiliserað, síðupersónarnir færri og hver einstakur teirra gjellari lýstur. Hinvegin ber skaldsegan boð um máls- ligt hegni, musikalitet og uppbygging- arligt kynstur. Fleiri góðar eygleiðingar eru í bókini. Nakrar minniligar setning- ar rakar tú eisini við, eitt nú henda, har Sunniva í nýtum orðum sigur frá lívs- royndum sínum: Lamin ella ikki lamin, tað man ikki gera tann stóra munin, tá saman um kemur. Vit eru allar meira ella minni lamnar. Tú fert ikki skeivur av tí súmbolska ljósi, sum her snildisliga verður varpað aftureftir á hevuðspersónin í seguni. Á klaffinum í Skerdum flogi verður upplýst, at Bergtóra Hanusardóttir hev- ur verið virkin í føroysku kvinnurørsluni burturi og heima. Nekur vistu hetta frammanundan, m.a. undirritaði, sum hevur roynt at gáað eftir tí, hevundurin hevur skrivað, verið samdur í summum forum, heilt ósamdur í eðrum førum. Hóast skaldsøgan soleiðis, vitiligt, er dæmd av eini kvinnuligari lívssjón, síggi eg kortini einki tekin um, at hon er spent fyri ein kvinnupolitiskan vogn. Hetta er eftir mínum tykki ein vinning- ur fyri bókina. Tað lukkast hevundinum at sleppa undan eini snaru, sum annars kundi ligið beint fyri fótunum: at gera bókina til eina søgu um pínslarváttar og belmenni. Menninir verða í bókini lýstir við samhuga. Sjúrður verður lýstur sum ein áhugaverdur persónur, við dreym- um, sum rekka út um sjálvsekin áhuga- mál. Hann hevur eisini hetta merkiliga sambandið við moldina, sum Sunniva hevur, og sum kanska skal fatast sum ein áminnandi tíðarviðmerking. Í frá- segnini um veitsluna í 9. parti er Sjúrður hevuðspersónur í eini ógvisligari hend- ing, sum fær Sunnivu at rýma í skundi. Lýsingin av hesum tilburði er eftir mín- um tykki listarliga sonn, júst tí at hev- undurin á ongum sinni hevur peikifing- urin á lofti. Hanus Andreassen