Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. apríl 1991síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— tidindabladid ($0sialurin Síða 20 Nr. 78 — 27. april 1991 - og OA. Vinnan hevur ikki brúk fyri Vakstrarhús plantum -siga Fóroya Handverkara- felag og Føroya Handverksmeistarafelag, og sipa til uppskotið hjá | Tjóðveldisflokkinum um at læra til handverkara bara við skúlagongd Tjóðveldisflokkurin hevur uppskot á tingið um at skipað verður so fyri, at teknisku skúlarnir í Klaksvík og í Havn kunnu taka upp næmingar, ið ikki hava havt møguleika at fingið sáttmála við meistara, av tí at ov lítið arbeiði hevur verið. Utbúgvingin tekur eitt år og verður roknað sum stødisår, sigur Tjóðveldisflokkurin. Føroya Handverkarafelag og Føroya Hand- verksmeistarafelag eru ikki fegin um uppskotið. Felggini undrast á, at flokkurin ikki hevur leita sær ráð hjá handverksfelggunum áðrenn uppskotið varð lagt fyri tingið. Handverksfelggini halda eisini, at verður uppskotið samtykt verður tann ungdómur, sum hevur hug at læra til handverkara, villleiddur. -Um ætlanin hjá Tjóðveldisflokkinum er, at tað eisini skal bera til at læra til handverkara bara við skúlagongd, ivast feløgini í, at vinnan kann brúka hesar "vakstrarhúsplanturnar", ið neyvan fara at tola at koma út í fríska luft, siga handverksfeløgini. Føroya Handverkarafelag og Føroya Handverks- meistarafelag siga seg annars harmast um, at handverksvirksemið er minkað so nógv, at meistarar í løtuni bert kunnu taka ímóti einum lítlum parti av teimum ungu, ið hava hug at læra til handverkara. Men felggini halda, at tað er ikki rætt at halda lærlingatalinum kunsturliga uppi, tá ið lítil og eingi útlit eru fyri, at tey kunnu fáa nakað handverksarbeiði, tá ið tey eru liðug at læra. tór.- Teimum lærlingum, sum hava lært til handverkara bert við skúlagongd, hevur vinnan ikki brúk fyri, siga handverksfeløgini Um miðjan mai mánað kemur landsstýrið við einum áliti sum fer at vísa á, hvussu Almannastovan skal miðspjaðast Almannastovan út um landið Bygdirnar fáa betri tænastu Um einar 14 dagar kemur landsstýrið við einum áliti um miðspjaðing av uppgávum hjá Al- mannastovuni Fyri nøkrum árum síðani setti landsstýrið nevnd at kanna og koma við upp- skoti um at flyta partar av Almannastovuni til bý- og bygdarráð at umsita. Nevndin handaði lands- stýrið eitt álit í fjór summ- ar, men síðani er einki hent. Í samband við ein fyri- spurning frá løgtingsmann- inum Niels Paula Daniel- sen til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í al- mannamálum sigur lands- stýrismaðurin, at hann hevur latið hinum lands- stýrismonnunum avrit av álitum við tí í hyggja, at landsstýrið nú ger av hvør leiðin er at ganga. Landsstýrismaðurin roknar við at avgreiða málið um miðjan mai mánað. Jóannes Eidesgaard sigur annars í svarinum, at tann spjaðing, sum fór fram í tidarskeidinum 1985-88 var lítil hvat viðvíkur um- siting, ráðum vegleiðing og stødutakan sambært almannalóggávuni. Nakað er spjatt Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at Almannastovan hevur í samráð við lands- stýrið, innan fyri verandi trongu fíggjarkarmar, spjatt stovnin í ávísan mun. Trý fólk eru sett úti á bygd aftrat teimum trim- um, ið meira ella minni hava veitt ráð, vegleiðing og fyrireikað mál. Lands- stýrismaðurin sigur, at ein ávís spjaðing er sostatt farin fram og væntandi fer landsstýrið at økja miðvíst um arbeiði at veita viðskiftafólkunum hjá al- mannaverkinum fjørbroytt- ari tænastu í nærgkinum innan ráðgeving vegleið- ing og avgerðum í ein- staklingamálum. Somuleiðis eru fleiri stovnstilboð ætlað fólki á bygd, eitt nú rgktarheim í Sandoynni og Norðstreym- oy og harumframt verk- staður og bústovnur í Eyst- uroynni og í Suðuroy. tór.- Kurdar hjálp eftir galdandi reglum Kristiligi Fólkaflokkurin hevur skotið upp, at løg- tingid samtykkir at veita kurdunum úr Iraq eina millión úr grunninum til menningarhjálp. *lokkurin skeyt upp at hjálpin verður veitt gjøg- num Neyðhjálp Fólka- kirkjunar og Reyða Kross. Málið hevur verið fyri í Figgjarnevndini sum er komið við áliti í málinum. Fíggjarnevndin mælir til, at rættast er at beina málið í landsstýrið so galdandi reglur verða hildnar. Fíggj- arnevndin er annars samd um, at veita kurdunum stuðul og at hendan hjálp verður veitt gjøgnum Neyðhjálp Fólkakirkjunn- ar. tór.- Eingin skelja- veida Landsstýrið fer eingi loyvi at geva til skeljaveiðu norðan- fyri, fyrr enn neyð- ugar kanningar eru gjørdar. Hetta sigur ein meiriluti i Fiskivinnu- nevndini,- Javnadar-, Fólka-, og Sambands- i samband vid eitt uppskot hjå Kristiliga Fólkaflokkinum. Flokkurin mælti ting- inum til at samtykkja, at áleggja landsstýr- inum ikki at geva loyvi til skeljaveiðu á landgrunninum norð- anfyri fyrr enn av- leiðingarnar av slíkari veiðu eru kannaðir. Av tí at stóða landsstýrisins er so samanfallandi við tað Kristiliga Fólkaflokk- urin hevur skotið upp, setir meirilutin einki uppskot fram. Hesum sjónarmiði tekur Tjóðveldisum- boðið í Fiskivinnu- nevndini ikki undir við. Heini O. Heine- sen førir fram, at avgerðin er einki annað enn skálkaskjól at sissa tær 1800 undirskriftirnar, sum mótmæla skeljatrol- ing. Hann sigur, at fleiri skip skulu leggja um til skeljatroling og at ílógur eisini eru gjórdar á landi í skeljavirkir. Tjóðveldisumboðið hevur onga tiltrúgv til Fiskirannsóknarstovu na, sum á fundi í Fiskivinnunevndini skal hava sagt, at skeljatroling ikki skaðaði fiskastovnin. Tjóðveldisflokkurin hevur tí skotið upp, at lýgtingið áleggur landsstýrinum ikki at geva loyvi til gkta skeljaveiða undir Før- oyum. tór.-