Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. apríl 1991síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 78 — 27. apríl 1991 tíðir Strandingar áhugaðir fyri vindorku. Tað eru ikki bert Orku- áðið og SEV sum arbeiða við vindorkuætlanum. A- vísar kommunur hava lieisini víst hesum orku- nøguleikanum ans. Mill- um aðrar Stranda Komm- una, sum hevur sagt seg ihugaða at fimm vind- nyllur verða settar upp á Raktanga. Hetta upplýsti Svend Aage Ellefsen tá hann svaraði einum fyrispur- ningi frá Tordi Niclasen. Løgtingsmadurin spurdi eisini um kommunur hava víst vindorkumgguleikan- um ans. Svend Aage Ellefsen upplýsti annars, at Orkuráðið hevur síðani 1985 gjørt vindmátingar á Húsareyni, og síðani 1988 Tølini hjá = - Landsstýrið fer í næstum at taka stóðu til um fimm vindmyllur skulu setast upp á Raktanga úti í Nólsoy. Í summar fer Orkuráðið at byrja máting- ar á Froðbiarnakki í Suð- uroy. Saman vid SEV kannar Orkuráðið møguleikarnar fyri at gera royndir við at samskipa vindmyllur og dieselmotorar, og er hetta fyri at fáa greiðu á um tað er búskaparligt forsvarligt at seta eina royndarætlan í verk. Løgtingid samtykti miku- kvøldid eitt uppskot frå eimi samdari samferðslu- neynd at skuldsetingarnar, sum Lasse Klein hevur sett fram mót Strandferðsluni, verða kannaðar. Í samband við broyting- armar í ferðaætlanini hjá Dúgvuni kom løgtings- maðurin fram vid nøkrum tølum, sum ikki samsvar- aðu vid roknskapartølini hjá Strandferðsluni vid- víkjandi Dúgvuni. Mun- urin var millum sjey og átta milliónir. Hetta vil hvorki Strand- ferðslan, landsstýrið ella løgtingid hava sitandi á sær, og tí skulu nú løg- ungsgrannskoðararnir kanna hesar skuldsetingar og leggja urslitid av kann- ingini fyri tingið á ólav- søku. tór.- Saman við EF Landsstýrismaðurin segði, at fyri at kunna seg um hvussu langt onnur eru komin í tílíkum arbeiði eru SEV og Orkuráðið umboð- að í einum undirbólki í eini EF-kanning um at samskipa deisel og vind- orkuanlegg. Hesin bólkurin er komin til, at best hóskandi stað til vindorku í EF gkinum eru Norður Skotland, Orknc , og Shetland, og gevur hetta okkum eina ábending um, at tað eisini ber til í Føropum, segði lands- stýrismaðurin. Fyribils metingar siga, at hóskandi tal av vind- myllum er 30 sum hver er 180 KW stór. Roknað verður við, at hesar kunnu framleiða streym fyri 60 oyru KW/t Serframleiddar í Føroyum Men sambært lands- styrismannin i orkumålum er tað lættari sagt enn gjørt at seta vindmyllur upp í Føroyum. Hann ivadist í, um nakrar standardmyllur vóru, sum kunnu nýtast, og tí hevur SEV avrátt at seta upp eina vindmyllu, sum er serframleidd til førøysk viðurskifti. Tilboð eru fingin til vega, bæði í Føroyum og uttanlands og áhugi er í landsstýrinum at stuðla føroyska framleið- aranum hagar til at hansara tilboð kann verða g6dtikid. Umsóknin um at seta tær fimm vindmyllurnar upp á Raktanga verður vidgjørd í landsstýrinum í næstum. tór.- Síða 21 AN + -. % F C i» Einki vín á ólavsóku hesum sinni Var tað nakar sum hevur hildið, at tað i år fór at bera ul at fáa eitt glas av víni aftur við Glavsøku- døgurdanum á almennu matstovnum, so fer hann skeivur. Víðkaða Rættarnevndin hevur lagt fram álit í rúsdrekkamálinum sum mælir løgtinginum til at Rættarnevndin verður millumtinganevnd og arbeiðir víðari vid málinum at leggja fyri ólav- søkutingid. Nevndin er samd um, at at eitt so ålvarsamt og umfatandi mál eigur at fáa drúgva og gjølliga viðgerð. tór.- Barnagarður til posthus Runavíkar Býráð hevur boðið landsstýrinum at nýta barnagarð til posthús, men stóðu er enn ikki tikin til til- boðið Tá tað er greitt, hvussu postverkið framyvir skal skipast kann stóða takast ul hvussu vorðið verður vid posthúsinum m.a. í Saltangará. -Og ikki fyrr. Hetta var svarið Lasse Klein fekk frá Svend Aage Ellefsen, landsstýrismanni uppá fyrispurning sín hvussu langt landsstýrið er komið viðvíkjandi post- húsinum í Saltangará. Landsstýrismaðurin segði, at uppundir valið í 1988 vóru ætlanir frammi um at byggja ein bygning til Postverk Føroya i Saltangará, har Tollstovan og Arbeiðseftirlitið eisini kundu húsast. Undanfarna landsstýrið gjørdi av, at hendan bygging kundi í fyrsta lagi byrja í 1991, men nú verður so einki bygt fyrr enn endalig stóða er tikin til eina framtíðarætlan hjá postverkinum, segði Svend Aage Ellefsen. tór.-