Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 30. apríl 1991 = Svimjikapping í Havn Borgar- Stjórin vann eitt harðkókað egg, og slapp at" eta tað á stað- num Umleið 400 skúlabern, morgunfrúur og harrar og býráðslimir tóku lut í svimjikappingini í Havn í farnu viku, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í samband við at Tórshavnar Kommuna í ár fyllir 125 ár. Katrin Gudmundsson, forkvinna í Havnar Svim- jifelag, sigur við Sosialin, at Býráðið hevur heitt á øll feløg i kommununi, um at skipa fyri onkrum tiltaki í hesum ári. - Hetta tiltakið var okkara ískoyti til føding- ardagin, og vit hildu, at tað var hugaligari at skipa eina slíka kapping millum næmingar í fólkaskúlanum Umleið 400 næmingar í fólkaskúlanum kappaðust í høllini. Her eru tríggjar av teimum hepnu, sum fingu steyp fyri gott úrslit í Havn og á Argjum, ístaðin sum vanligt er, at kappast innan svimji- feløgini. Hetta var eisini gjørt við ti í hyggju, at finna góðar svimjarar, sum við tíðini kunnu royna seg innan kappsvimjing. Vit sóu eisini nógvar góðar svimjarar, henda dagin, sum vónandi við tíðini kunnu royna seg í Havnar Svimjifelag. Svimjistevnan varð sett kl.14, og endaði ikki fyrr enn um 20' tíðina, tí so nógvir vóru luttakararnir. Alt gekk upp á stás, og nógvir áskoðarar vitjaðu - helst foreldur og avvar- andi. So nógvir áskoðarar plaga annars ikki at vitja, / tá Havnar Svimjifelag skipar fyri vanligum kapp- ingum. Umframt næmingakapp- ingin, so var eisini heitt á morgunfrúur og harrar um at geva sítt ískoyti, henda dagin. Heldur ikki býráðs- limirnar sluppu undan, teir kappaðust móti hinum í býráðnum. Serligur veitsludámur var yvir tiltakinum, tá morgunfrúurnar marshera- du inn í høllini, ílatnar í nútíðar og fortíðar móta - í alskyns litum og sniðum. Hetta kom serliga óvænt- að, sigur Katrin Gud- mundsson, tí morgunfrúur- nar høvdu einki sagt frammanundan. Síðani fóru tær í tann stóra hylin, svumu og kav- aðu, sum tær plaga at gera vanligar dagar. Býráðslimirnir kappað- ust eisini. Teir svumu 25 m við eini teskeið í munni- num, har eitt egg lå, sum teir skuldu klára at halda, meðan svomið varð. Poul Michelsen, Katrin Dahl og Ingi Morh royndu seg, og Borgarstjórin vann kapp- ingina. Afturfyri slapp hann at eiga eggið og eta tað á staðnum! Dagny Morgunfrúurnar settu rættiliga dám á tiltakið, tá tær - 15 í tali - marsheraðu inn í høllina. Kalmar tók myndina, tá tær vóru lidnar at svimja Eisini mannfólkini vóru umboðaði í svimjihøllini henda dagin. Teir sluppu eisini uppí part, tá steypini vóru handað. Vinstrumegin síggjast: Johan Norðfoss, Óli Debes, Robert Mohr Poulsen og Sverri Djurhuus