Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 79 — 30. apríl 1991 Flaggdags-haldi0 1991 Sosialurin prentar hervið røduna, sum Eyðun Andreas- sen, fólkalívsfroðingur, helt á Vaglinum í Havn. Vit eru komin saman at hátíðarhalda flagg okkara — Merkið — tjóðarmerki feroyinga. Eitt flagg í okkara tíð hevur ein boð- skap, tað sigur frá einum fólkahópi, ið metir seg sjálvan sum eina tjóð, eðr- vísi enn aðrar tjóðir, sum hevur eyðkenni, aðrar tjóðir ikki hava, og sum hevur eitt ávíst eki á jerðini at vera á: Tjóðin eigur eitt landaøki. Úr seguligum sjónar- horni hevur flaggið ikki leingi havt júst henda týdningin at umboða eina tjóð, sum eigur eitt land, av ti grund, at ognar- rættur hjá eini tjóð til eitt åvist landaøki er ikki gamal. Tá ið borgararnir i Paris fyri tveyhundrað og tveimum árum síðan reist- il eina blóðuga bylt- ing við trílitta merki á odda, var tað fyri rættindi til at Ísi og slíta aldar- herð- til land- ið hugsaðu teir ikki mest ust t sinum gamlar leinkjur av unum. Ognarrætt um, tí landið var privat ogn hjá teimum báðum yvirstættunum — kirkj- uni og aðalinum. Teir bardust fyri rætti til at vera menniskju, har teir búðu, hver tað so var, ið átti landið. Men í kjalar- verrinum á hesi byltingini kom tjóðskaparhugsanin og tjóðskaparromantikk- urin, ið setti navn á tað, at ein fólkahópur kundi vera ein tjóð við serstøkum eyðkennum í mun til aðrar tjóðir, og har meira var sum bant hópin saman enn sum skildi sundur. Sega, mál og mentan eru eyðkenni, ið oftast verða tikin fram sum tjóðareyð- kenni á okkara leiðum, hóast veruleikin er tann, at nógvar tjóðir tosa sama mál, og nógvar tjóðir tosa fleiri mál innan egin landamerk. Seguligar og politiskar tilvildir eru oftani grundarlag undir heimsins tjóðum í dag enn so mangt annað. Tjóðskaparkensla tjóðskaparrersla hevur ellum vitandi verið ein tann sterkasti mátturin í politisku og seguligu gongdini i heiminum i okkara tíðarbili. Strev fyri tjóðarfrælsi hevur sett sín dám á okkara tíð, og hev- og ur ikki einans verið grund- að á skiftandi kenslur, men hevur sum politisk megi verið mett sum ein fortreyt fyri at rekka á tað mál, ið allur politikkur í endanum sigur seg hava, at skapa frið í heiminum og skapa rúmar ræsur hjá tí einstaka at kunna liva eitt frælst lív við sínum áhugamálum, uitan mun til trúgv, húðarlit og per- sónlig lívsvirði. Eg var staddur í Írlandi á tjóðardegi teirra — St. Patrick's day — í ár, og gav mær far um, at um- framt írska flaggið, ið eyð- vitað veitraði allastaðni, var íðuliga flaggað við amerikanskum flaggi. Tað er ikki legið, so nógvir írar, ið búgva í Amerika, og sum koma heim til Ír- lands at halda tjóðardag- in, tí teir rokna seg fram- vegis sum írar, hóast teir í fleiri ættarlið hava búð í Amerika. Men so gav eg mær far um eitt afturat, og tað var at allastaðni veitraði EF-flaggið, ser- liga á almennum steðum, tí Irland er jú limur í EF. Og so kann vera spurt, um tað veruliga er so, at tann sterki máttur, ið hevur ligið í tjóðskaparrersluni í okkara tíðarbili, nú viknar í týdningi og í hugaheimi fólks. Til fyri stuttum tóktist hetta at vera so, men nú vit síggja sovjettsamveld- ið vikna, síggja vit, at alt tað av tjóðskaparkensl- um, ið var kvalt eftir koll- veltingina í 1917, hevur livað har alla tíðina, og kemur undan kavi aftur nú máttmikið, krevjandi og sárt, og setir dags- skránna fyri politisku gongdini eystanfyri. Og tað ikki við mýkindum. Í tí gomlu rómversku gudalæruni var ein gudur, ið nevndis: Janus, ið verður avmyndaður við tveimum andlitum, oftani einum fyri framman og einum fyri aftan. Hann var gudur fyri durinum — fyri inngongd og útgongd, og so var hann eisini gud- ur fyri degi og nátt, fyri ljósi og myrkri. Í seinni tíð hevur gudurin Janus við teimum báðum andlitun- um verið nýttur sum mynd fyri góðum og ring- um í senn. Á sama hátt sum hitt tvíeggjaða svørd- ið, ið sker báðar vegir, og er vandamikið at takast við. Eitt slíkt hevur eisiiul rerslan. Hon hevur í okk- ara tíð verið mett treytin fyri friði og frælsi, men er samstundis orsek- in til ófrið og ófrælsi, til undirkúgan, kríggi og neyð. Í Føroyum og í Norður- londum yvirhevur hava vit av seguligum grund- um serligan áhuga og ser- ligan samhuga fyri teim- um trimum, smáu kúgaðu baltisku londunum, ið nú aftur stíga fram við sínum rættvísa frælsisstríði. Hjá okkum er tað ein gleði at síggja baltar í kravgong- um í getunum móti russ- isku yvirveldini og við Janusandlit tjóðskapar- sum einum rættvísum og rími- ligum kravi um at fáa russar burtur. Men hava vit í hesum givið okkum far um tey skeltini í hes- um somu kravgongum, ið krevja polakkar, ið búgva har, út úr Baltikum? Po- lakkar hava í eldir búð her, og hava sanniliga ikki undirkúgað fólkið har. Men teir eru annarleiðis, teir hoyra ikki til ta reinu tjóðina, so út við teimum. Hetta er kanska bara ein óunniligu íðukálvur í heildini, men hvat so við georgiarum, ið vit halda fora eitt rættvíst stríð um sjálvræði frá sovjettisku yvirveldini. Hvat so við minnilutunum í Georgia, ið verða myrdir og undir- kúgaðir í sínum tjóð- skaparstríði av hesum somu georgiarum? Og tey miasiatisku lýðveldini, ið myrða og sorla frá hond grannar sínar, alt av tjóð- skaparligum orsøkum? Irakar tyna kurdar, og sleppa at gera tað, hóast Irak ikki slapp at taka Ku- wait. Tjóðskaparrætturin er enn ikki viðurkendur á altjóða steði, tí sleppa kurdar at verða týndir í friði, hóast amerikanski A —— . forsetin heitir å teir um at taka til vápn ímóti Sadd- am Hussein. Teir skuldu fáa hjálp. Janus andlitið er eitt eyðkenni fyri tjóðskapar- stríð og hevur altíð verið tað. Hjá okkum føroyingum er stødan tibetur so greið. Vit hava ikki mark til ann- að land, og onki annað fólk krevur rætt at búgva her. Vit hava felgas søgu- liga lagnu, hava ikki verið taðað sundur nakrantíð av politiskum ella eðrum orsøkum, og hóast mål okkara er ógvuliga nær skylt við grannamál okk- ara, so er í okkara tíð ong- in ivi um, hvat feroyskt mál er, og at ongin onnur tjóð tosar okkara føroyska mál. Vit sum búgva her eru ikki í iva um, at vit eru føroyingar, og at hetta er okkara heimstað. Og politiskt er steðan tann í okkara tíð, at tá vit vilja hava fult politiskt frælsi, so fáa vit tað. Okkurt gleps hoyrist av og á um danir í Feroyum, at teir ikki duga føroyskt. Her er talan um einstak- lingar, ið vitja okkum, og ikki tjóðir, ið koma inn á okkum, og eg haldi vit skulu vera fegin um ein- staklingarnar, ið koma henda vegin. Lurta eftir teimum, læra av teimum víðka sjónarringin, taka ímóti teimum, sum vit vilja vera móttikin í eðr- um londum, virðiliga og við sóma. At onkur í eini krambúð ikki skilir før- oyskt, kann einans vera ein tverleiki hjá tí, ið eigur handilin, onki annað. Verri er tað, tá fávitska og trongskygni fáa fótin fyri seg, og eg Ogvist tá eg hoyri álvarsfólk tosa um heimarætt, ið skal vera blóðbundin, so teir feroy ingar, ið ikki eru so hepnir at vera feddir her, skulu fáa frámerki í pass sítt, tá tað verður veruleiki, sum annan floks borgarar utt- an heimarætt. Í Týsklandi fingu jedarnir bókstavin J í passið í Hitler tíðini. Hetta verður sagt av fólki, ið hevur ávirkan og vald í samfelagnum. Slík tala er rusk, ið eigur at koyrast sama veg sum alt annað rusk, men vit síggja meira enn so Janusandlit- ið her hjá okkum — eina- helst hjá summum, ið tosa harðast um tjóðskap. Hetta sagt, tibetur, uttan sammeting við ræðuleik- arnar eg havi nevnt. Enn er tað so, at vit øll kennast við flaggið, øll vit, ið eru føroyingar, øll vit, sum buleikast her. Tað ber til at fylkjast um alt tað nógva, sum savnar okkum, tað ber til at viðurkenna, at vit eru før- oyingar, at vit vilja vera føroyingar, og so kunnu vit lata hitt fara aftur við borðinum, alt tað sum skilir og vil skilja sundur henda grundleggjadni veruleikan.