týsdagur 30. apríl 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
-. -
Nr. 79 — 30. apríl 1991
Spaniólar fáa ikki so
mikið sum ein toska-
murt í norskum sjógvi
— krevja 90.000 tons í Barentshavinum
Ein samarbeiðsavtala
millum EFTA og EF er
um at fara í fisk, slakar
ikki annar av pertunum í
fiskivinnuspurninginum.
I farnu viku varð 10. um-
farið í samráðingunum
millum teir báðar handils-
felagsskapirnar, men part-
arnir fóru meira ósamdir
frá aftur samráðingar-
borðinum, enn teir komu
til fundir í Bruxelles.
Norðmenn hevdu nevni-
liga vónað, at EF fór at
koma við einum nýggjum
útspæli í fiskivinnumálin-
u, sum hevði við sær, at
krevini frá spaniólum um
at fáa atgongd til norskan
sjógv vórðu tikin av borð-
inum, men so varð ikki.
Heldur tverturímóti, tí
EF hevði einki nytt út-
spæla at leggja fram,
soleiðis sum tað leingi
hevur lovað, men vísti enn
einaferð til sponsku krøv-
ini at fáa fiskikvotur í eitt
nú norskum sjógvi.
Herfyri vóru tíðindi
frammi í norsku pressuni
um, at norska stjórnin
meguliga vildi geva seg í
spurninginum um at lata
fisk fyri toll, men sam-
bært norska blaðnum Aft-
enposten, sum fylgir væl
við í samráðingunum mill-
um EFTA og EF, so vóru
boðini frá norsku sam-
ráðingarfólkunum heilt
greið: Fiskikvotur í norsk-
um sjógvi hoyra als ikki
við í samráðingunum.
Punktum. Ikki so frægt
sum ein toskamurt skulu
spaniólar vænta sær at
fáa í norskum sjógvi.
Her er talan um prinsipp-
mál og eisini um eitt til-
feingi, sum frammanund-
an er ov lítið til norðmenn
sjálvar.
Spaniólar tykjast ikki
at vilja geva seg í hesum
máli og hava helst latið
EF-samráðingarnevndina
vita, at fiskakvotur í
EFTA-sjógvi er eitt ófrá-
víkiligt krav, skal Spania
góðtaka eina avtalu, sum
gevur EFTA-londunum
fult tollfrælsi í EF.
Spania skal hava kravt
at fáa millum 30.000 og
90.000 tons av fiski í
Barentshavinum.
— Hetta er jú heilt burt-
urvið og eitt fullkomiliga
órímiligt krav. At givið
esg í hesum máli hevði
verið tað sama sum at
latið spaniólum allan tosk-
in í Barentshavinum sum
hann er, sigur ein av
norsku fiskiserfreðingun-
um, sum hevur verið við í
samráðingunum í Brux-
elles, við Aftenposten.
Hann vísir á, at hetta at
tengja atgongd til markn-
að og fiskastovnar er nak-
að heilt nýtt og fremmant
í altjóða fiskivinnuav-
talum. Út frá einum
norskum sjónarmiði verða
spaniólar noyddir at geva
seg. Spaniólar harafturí-
móti halda hetta ikki vera
nakað órímiligt krav, nú
umleið 40% av spanska
fiskiflotanum liggur fyri
teym.
Hóast tað sær rættiliga
svart út í letuni at fáa eina
avtalu, sum eisini gevur
m.a. norðmonnum fría at-
gongd til EF-marknaðin
við fiskaverum sínum, so
vóna norðmenn, at tað
eydnast hinum EF-lond-
unum at tosa spaniólar til
rættis.
Men hendir tað ikki og
Noreg fastheldur síni
sjónarmið kann tað lætt
henda, at øll FØS-avtalan
fer í fisk. Fiskur verður
rætt og slætt tað, sum
forðar fyri eini slíkari av-
talu, sum inniheldur so
nógv annað enn bara fisk.
Norski samráðingarleið-
arin og EF-sendiharrin Ei-
vinn Berg sigur við Aften-
posten, at steðan er greið.
Hann hevur ikki fingið
nakra heimild frá norsku
stjórnini at samráðast við
EF um meguliga atgongd
til norskan sjógv. Hetta
heldur hann eisini vera
steðuna hjá EFTA sum
heild.
Hann sigur víðari, at
einki av hinum EFTA-
løndunum hevur sett
norðmonnum nakað krav
um, at Noreg skal geva
seg í hesum máli og megu-
liga loyva EF-skipum í
norskan sjógv.
Norðmenn eru greiðir
yvir, at teir ikki bara
kunnu krevja at fáa stórar
fyrimunir av tollfrælsi
fyri fiskaverur uttan at
lata okkurt afturfyri.
Spurningurin so bara
hvat. Fyri ikki heilt at
læsa samráðingarnar fast-
ar uppá fiskivinnuspurn-
ingarnar, hava norðmenn
tí boðið sær til at taka
málið um kvotur upp við
Spania og halda hetta utt-
anfyri EØS-samrådingar-
nar. Henda ætlan varð tó
slept skjótt, tá spaniólar
bert settu enn sterri krev
til kvotur.
Ætlanin var, at ein fyri-
bils avtala millum EFTA
og EF skuldi undirskriv-
ast í Salzburg tann 24.
juni, men tíðin gongur og
enn eru langt frá allar súð-
ir syftar.
Tó má sigast, at semja
er á mongum økjum. Eitt
sera stórt arbeiði er lagt í
frá báðum síðum at fáa
eina EðS-avtalu. M.a.
kunnu íbúgvar í londun-
um frítt vitja í ellum teim-
um 18 EF-EFTA-londun-
um, loyvt er eisini at flyta
kapital og tænastur tvert-
ur um landamark og hvat
viðvíkur kravinum frá EF
um, at EFTA skal góð-
taka at loyva sterri inn-
flutningi av landbúnaðar-
verum úr EF, so eru lond-
ini eisini her samd.
Norðmenn hevdu vón-
að, at tá teir góvu seg á
økjum sum at loyva inn-
flutningi av landbúnaðar-
verum úr EF og segdu ja
til at seta pengar av til ein
grunn, sum skal stuðla út-
jaðaragkjum í EF, at EF
so eisini fór at sleppa
kravinum um at fáa at-
gongd til norskan sjógv.
Men hesum kravi tykist
EF so ikki enn at vilja
víkja frá. Tað eru so eisini
onnur mál, sum skilja
partarnar. Eitt nú spurn-
ingurin um EF-dómstólin.
EFTA-londini vilja nevni-
liga ikki ganga kravinum
frá EF á meti, at eisini tey
skulu ganga undir avgerð-
irnar hjá EF-dómstólin-
um, tá trætumál eru, tí
EFTA-londini verða ikki
umboðað í dómstólinum.
Til tess skal fullur lima-
skapur til.
Tann 13. mai verður
fundur á hægsta stigi mill-
um EF og EFTA. Tá hitt-
ast uttanríkisráðharrarnir
á fundi og skulu teir royna
at fáa glið á, soleiðis at av-
talan kann undirskrivast
sum ætlað.
Jan Muller skrivar
Danir ynskja
oll Norðurlond
i EF
— Tað er bert gjøgnum
limaskap í EF, at eitt land
kann fáa veruliga ávirkan
á gongdina. Tað verða so-
statt londini í EF, sum fáa
týðandi ávirkan á, hvussu
eitt framtíðar Europa fer
at síggja út, segði danski
uttanríkisráðharrin Uffe
Ellemann-Jensen í einum
fyrilestri á lærda háskúl-
anum í Lund nú um dagar-
nar.
Tað gongur skjótt fram-
á móti einum politiskum,
búskaparligum og tekno-
logiskum samveldi í
Europa og endamálið má
vera, at øll norðurlondini
eru við í EF. Ynskja vit
tað kunnu vit vera við til
at avgera, hvussu eitt
framtíðar Europa skal
síggja út, segði danski
uttanríkisráðharrin.
Hann vísir á, at Norður-
lond kunnu fáa 16 atkvød-
ur í EF ráðharraráðnum
sammett við at Týskland
fær 10.
Uffe Ellemann-Jensen
gjørdi eisini viåmerkingar
til svenska neutralitets-
politikkin:
Sannleikin er tann, at i
næstan 200 år hava sviar
hildið seg uttanfyri rest-
ina av Europa. Nú er tíðin
komin til, at Sveríki og
Danmark taka lógvatak
saman á altjóða steði.
Meguleikin er til staðar
nú, og hann kemur ikki
aftur seinni, segði hann.