Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mai 1991síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ORÐ OG MYNDIR ÚR BELFAST Tíðindablaðið Sosialurin er einasta føroyska blað við myndum úr Belfast í dag! SÍÐA 8, 9 og 10 JENS MARTIN TIPPAR Belfast. Hverja ferð hann fer á vellin og skal verja búrið, er tað við tí mál- setningi, at einki mál skal sleppa igjøgnum, og so verður eisini í kveld á Windsor Park: »Ja, tað er so púra vist, at stendur tað til mín, so skulu hasir norðurírarnir ikki eina ta einastu ferð síggja bóltin í okkara måli«. Einki tykist bila stríðs- viljanum hjá Jens Martini Knudsen, sum higartil í ár bæði á landsliðnum og í egna felag sínum NSÍ hev- ur víst, at hann kann halda búrið væl afturlatið. „Sjálvandi kann alt henda, og tað snýr seg sera nógv um hepni, hvussu tað gongst við at fáa mál ella ikki at fáa mål«, sigur Jens Martin. „Og so vóni eg sjálvandi at okkara menn fara at fáa okkurt mál í hinum endan- um, men eg haldi tað vera realistiskt at tosa um 0-0, og tað er so í hvussu er heilt avgjert einki vána- ligt úrslita. Tað, sum norðurírar eru mest kendir fyri, er at lossa bóltar hegt inn fyri málið, fyri síðani har at seta hevdið upp undir teir móti málinum. Tey flestu koma teir málini, fáa, uppá hendan mátan. Men tí er Jens Martin ikki so bangin fyri: „Fyri tað fyrsta er tað ein styrki við okkara liði, at vit væl megna at forða hinum at leggja slíkar høgar bóltar inn, og tá teir so koma, so plagi eg at standa meg rættiliga væl í luftini«. Ja, so er bert at vóna, at verjuparturin hjá landslið- num fer at ganga sum Jens Martin vónar, sam- stundis sum álopið fær nógv burturúr. hj. Smæru-TILBOÐ Elbo-ostur, % kilo 13 ær 27 lomb Lesið á síðu 1 > BR Sólmið 56 Nú enn betri... 8 Vit hava fingið = * nýggj rør i pr er