Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mai 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 — 1. mai 1991 Gro Harlem Brundtland nýggjur ST-a0alskrivari! Í ár gongur tíðin hjá Perez de Quellar sum ST-aðal- skrivara út, og felags- skapurin skal til at velja sær nýggjan aðalskrivara. Trygdarráðið hjá ST fer í næstum at heita á tey 159 limalondini um at koma við uppskotum til megulig evni. Trygdarráðið ætlar at taka avgerðina um nýggja aðalskrivaran í oktober. Eygleiðarar siga, at ST hesaferð ætlar sær at brúka alla ta neyðugu tíðina fyri at finna tann best egnaða persónin til hetta so týðandi starvið. Eingin ynskir eina nýggja Waldheim-gelu, sigur ein ST-diplomatur við tíðindamenn á ST-borgini í New York. Kurt Wald- heim sum var ST-aðal- skrivari frá 1972 til 1982, upplýsti ikki, tá hann sekti starvið, at hann hevði eina fortíð sum nazi- ovasti. Hóast øll limalondini hjá ST skulu góðkenna valevnið, so eru tað lond- ini i Trygdarráðnum, USA, Ongland, Sovjet, Kina og Frakland, sum i veruleikanum avgera, hver verður aðalskrivari. Tey semjast um eitt val- evni, sum limalondini so verða biðin um at góð- taka. Tað fer helst at vera kapping um nýggja aðal- skrivaran. Tey afrikonsku londini vilja hava, at aðal- skrivarin er úr Afrika, nú eftir at tríggir aðalskriv- arar hava verið úr Europa og ein hevur verið úr Asia og ein úr Latínamerika. Ísrael vil ikki boyggja seg — ætlar ikki at gevast við búsetingum í hersettum okjum Hóast amerikanski uttan- ríkisráðharrin nú hevur gjert fleiri royndir at fáa glið á samráðingar millum Ísrael og palestinarar og arabisku grannalondini, so tykist tað at standa í stað. Ein hevuðsorsekin er tann, at ísraelska stjórnin vil ikki hoyra talan um at lata land fyri frið, sum tikið verður til. Stríðið stendur um tey økini, sum Ísrael hersetti, tá tað var álopið fyri meira enn 20 árum síðani. Hetta eru umráðini á Vestara áarbakka og í Gaza. Bæði USA og onnur lond við hava roynt at fáa Ísrael at taka stig til at lata hesi eki frá sær aftur, soleiðis at palestinarar kunnu stovnseta sítt egna land. Hetta vilja ísraelar ikki hoyra talan um. Teir siga, at tað er neyðugt at hava hesi eki hersett av trygdarorsøkum. Men tad eru so serliga tær framhaldandi bú- setingarnar í hesum her- settu økjunum, sum hava sett kíla í samráðingarnar um eina loysn á palestina- spurninginum. Hóast forsætisráðharr- in Shamir hevur gjert greitt, at tað er ikki poli- tikkurin hjá stjórnini at mæla teimum jedum, sum koma til landið, at búseta seg í teimum hersettu ekj- unum, so er tað miðvísi politikkurin hjá íbúðar- málaráðharranum Sharon, at jedar skulu búseta seg í hesum økjum. Danski uttanríkisráð- harrin Uffe Ellemann-Jen- sen, sum í hesum degum er á vitjan í Ísrael, segði mánadagin, at Ísrael eigur beinanvegin at gevast við búsetingarpolitikkinum í teimum hersettu økjun- um. Annars eru bæði Ísrael, USA og fleiri arabisk lond samd um at halda eina so- kallaða regionala friðar- ráðstevnu um viðurskift- ini í Miðeystri. Men tað finst eisini mótsteða móti eini tílíkari ráðstevnu. Lond sum Sýria siga, at neyðugt er við eini altjóða friðarráðstevnu, har øll lond kunnu luttaka. Hes- um vil Ísrael tó ikki taka undir við. Heldur ikki vil Ísrael góðtaka, at PLO luttekur á eini friðarráð- stevnu umboðandi pale- stinar. Tað seinasta, sum er hent í málinum er at part- ar av stjórnini hjá Shamir nú hótta við at spreingja stjórnina um hon gevur eftir fyri trýsti úr m.a. USA. Men eisini í sjálvum stjórnarflokkinum er ósemja. Shamir forsætis- ráðharri og Arens verju- málaráðharri eru í eðini um úttalilsini hjá uttan- ríkisráðharranum Levy um, at Ísrael vil tingast um onkrar av teimum spurningunum, sum ó- semja hevur verið um. Hóast Shamir sigur, at tað er ikki við hansara besta vilja, at búsetingar- nar halda fram, so vil hann ikki hoyra talan um, at lata nakað av hersettu økjunum aftur. Hann góð- tekur ikki prinsippið um land fyri frið. Danski uttanríkisráð- harrin segði í gjár, at Ísra- el verður noytt til at ganga hesum kravi á meti, tí tað eisini er í sam- ljóð við ST-samtyktir. Tær krevja nevniliga, at Ísrael tekur seg aftur av teimum hersettu økjun- um. Og hetta er eitt sjónarmið, sum bæði USA og stórur partur av vest- urheiminum tekur undir við. Tað frættist, at USA er sinnað at fremja sanktión- ir móti Ísrael, um landið ikki vil ganga við til at lata land fyri frið. Ísrael fær umleið 20 mia. kr. í stuðuli frá USA um árið. Nú halda tey svertu, at túrurin er komin til teirra. Men tað eru eisini mong, sum halda, at tað nú eigur at vera ein kvinna, sum verður aðal- skrivari, og í hesum sam- andi verður norski for- sætisrådharrin og for- kvinna í arbeiðaraflokkin- um, Gro Harlem Brundt- land nevnd sum eitt meguligt evni. Sambært amerikonsku tíðindastovuni AP eru í letuni 26 evni til starvið sum ST-aðalskrivari. Teirra millum eru fyrrver- andi forsetin í Nigeria, Olusegun Obasanjo, fyrr- verandi ugandiski ST- Olara indonesiski Ali Alatas, norski forsætis- ráðharrin Gro Harlem Brundtland, norski uttan- ríkisráðharrin, Thorvald Stoltenberg, finski vara- aðalskrivarin Martti sendiharrin, Otunnu, uttanríkisráðharrin, Attisaari, fyrrverandi há- kommiserurin fyri flótta- fólk, Sadruddin Aga Khan prinsur, fyrrverandi ST- sendiharrin hjá Singepore, Tommy Koe og fyrrver- andi forsetin í Costa Rica, nobelfriðarvinnarin Oscar Arias. Saddam brynjar seg av nýggjum Irakiski leiðarin Saddam Hussein er sambært tí enska blaðnum The Ob- server við at brynja seg út av nýggjum. Hóast hann hevur skrivað undir at Irak skal oyðileggja ra- kettir og onnur vápn og ikki brúka pengar at byggja upp aftur hermeg- ina, so er hetta júst tað, hann ger í letuni. Fyri tað fyrsta hevur hann logið um goymslur- nar av vápnum í samráð- ingunum um vápnahvíld. Harnæst er hann í ferð við at útgera hermegina við nútímans vápnum. detta er hann bara ferur fyri í samarbeiði við Jordan, skrivar bretska blaðið. Irak eigur nógvan pening til góðar í Jordan og tað er m.a. henda peningin, sum Irak nú brúkar til at inn- flyta ymsar lutir og út- gerð til vápnaídnaðin. M.a. skal Saddam Huss- ein hava neyvt samstarv við Norðurkorea, sum hevur átikið sær uppgáv- una at selja triðja londum vápn, nú vesturheimurin er givin við hesi selu. Sambært enska blað- num skal eisini Kina vera við í våpnasølu til Irak. Eygleiðarar siga, at endamálið hjá Saddam Hussein at fáa gongd á aftur vápnaídnaðin er at berja niður alla mótsteðu í Saddam rættiliga Irak, tí hóast Hussein er hu vp ang) 2 ad Bor 5 tryggur i leikarasessinum, so er enn mótsteða i land- inum móti styrinum. FC 4 Á 5 UtlungDo gS>auncho = r i sæ < rt þv = < fæ 35 — pe KO Cheju Stræde + PE: »å Mugg. / 5 FUKUOKAS u Br gro JAPAN, 2 HO Cheju 1 / Catn Rottn