mikudagur 1. mai 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jr. 80 — 1. mai 1991
vera talan um dagpeng-
ar og avlamisendur-
gjald.
Hjá læknunum á
sjúkrahúsinum og hjá
kommunulæknum eru
sjálvandi eisini allir van-
lukkutilburðir skrivadir
upp, men skrásetingin er
ikki skipað soleiðis, at
tað ber til at finna fram
til vanlukkurnar millum
allar hinar sjúklingar-
nar.
Tann stersta mest full-
fíggjaða og best egnaða
skráin higartil hevur
verið tann hjá Van-
lukkutryggingini/V an-
lukkutryggingarráð-
num.
Undirritaði gjerdi
saman við Hegna Debes
Joensen og Petur
Zachariassen eina kann-
ing av fráboðaðum van-
lukkum til vanlukku-
tryggingarráðið 5-åra
skeiðið 1975-79. Tilsam-
ans vóru 1245 tilburðir
ir ibodadir
fiskimen ið 5
ferðir ofta mlukk
im enn id ri
fc 201
Menn á iandi vóru
k i ferðir oftari av
yrkisvanlukkum enn
kvinnur
Sæð í mun til talið av
mettum fólki í arbeiði
var lossingararbeiðið tað
vandamiklasta og tí á
baki kom byggivirk-
semi. Flakakvinnan,
sum vit vita ferir til hóp-
in av smærri skaðum, lá
rættuliga lágt.
Tey ungu, t.v.s. undir
40 ár, vóru fyri lutfals-
liga færri vanlukku enn
tey eldru.
Ólukkurnar = millum
kvinnur byrjaðu stórt
sæð um 40 árs aldur.
Millum fiskimenn var
býtið tó annarleiðis, tí
her er tað serliga teir
ungu, sum vanlukkan
rakar.
86% av vanlukkunum
á landi henda á arbeiðs-
plássunum og 10% á veg
til og frá arbeiði. Líka
nógvar kvinnur vóru
raktar av vanlukkum
innandura sum uttan-
dura, men menn skadd-
ust dupult so ofta uttan-
dura sum innandura.
Viðvíkjandi fiski-
mannavanlukkum er
vert at merkja sær, at
ein góður fjórði partur
av vanlukkunum barst á
meðan teir lógu við kei.
Umborð hendu vanlukk-
urnar, sum væntað, fyri
stersta partin á dekkin-
um (70%).
Beinleiðis orsøkin til
skadan var oftast fall
saman við glíðing og
snáving (íalt 40%).
Tær medisinsku av-
leiðingarnar av ólukkun-
um vóru í helvtini av til-
burðunum beinbrot.
Vanligast raktu
líkamspartarnir = véru
armar og bein (4).
Avleiðin jarnar av
skaðunum: Kvinnurnar
hevdu eitt sindur longri
sjúkraskrivingar = enn
menninir.
11% av kvinnunum
vóru sjúkraskrivaðar í
meira enn 1 ár. Vanlig-
asta sjúkraskrivingar-
tíðarskeiðið var millum
1 og 2 mánaðir. Helvtin
av vanlukkunum lógu
hverju síni megin teir 60
dagarnar, t.v.s. helvtin
av vanlukkunum við-
førdi sjúkraskriving í
meira enn 2 mánaðir.
Meiri enn helvtin av
teimum vanlukkuraktu
fingu ikki varandi mein
(54%) og rokna vit eisini
tey við, sum endur-
gjaldsmeinið varð mett
til undir 5%, fáa heili
80% av vanlukkutil-
burðunum einki endur-
gjald.
Umlei3 17% fingu
endurgjald frå 5% og
uppeftir. Endurgjaldið í
flestu forum millum 5%
og 25%, bert 24% av
vanlukkutilburðunum
fingu meira.
Í ferðsluni og í sam-
bandi við arbeiði henda
framvegis steðugt skað-
ar, sum í summum fer-
um fera við sær varandi
avlamni. Her eiga vit at
halda okkum omanfyri-
nevndu WHO mál fyri
eyga.
Forsorgarlógin gevur í
grein 18 heimild at
endurbúgva fólk, sum
eru vorðin avlamin, m.a.
av vanlukkum. Lógin
heimilar eisini hjálpitól
av øllum slag, sum
kunnu vera gagnlig fyri
brekað, t.d. avlamisbil,
koyristól, húsaumbygg-
ingar o.am. Almanna-
stovan brúkar í hesum
málum serliga tveir
stovnar at hjálpa sær:
Hjálpitólamiðsteðina og
Endurbúgvingarstov-
una.
Hjálpitólamiðsteðin er
sjálvsteðugur stovnur,
sum metir um tervin á
hjálpitólum í hverjum
einstøkum feri. HTM
keypir inn tól, umvælir
tey, rættar tey til og
heldur skil á hvar øll tey
ymisku tólini í almenn-
ari ogn eru. Tað er tó
ikki HTM sum játtar tól-
ini, tað ger Almanna-
stovan, vanliga eftir
læknaváttan.
Endurbúgvingarstov-
an er stovnur undir
landsstýrinum. Al-
mannastovan hevur
landsstyrisins vegna
eftirlit við Endurbúgv-
ingarstovuni, sum sam-
bært reglugerðini hevur
hesar uppgávur:
— at skipa fyri arbeiðs-
royndum
— at skipa fyri førleika-
metingum
— at taka ímóti fráboð-
anum um brekað fólk og
skipa fyri tí vegleiðing
v.m.,
hesum
— at skipa fyri yrkisveg-
leiðing og arbeiðsávísing
fyri brekaðum fólki
— at skipa fyri uppvenj-
ing av brekaðum fólki,
sum stendst av.
eisini á eðrum stovnum
og í vinnulívinum
— at standa fyri endur-
búgving, sum fer fram
aðrastaðni, sum t.d. á út-
búgvingarstovnum
— at reka vard verksteð
— at skipa fyri heimaar-
beiði fyri brekað fólk
— at skipa fyri serligari
skúlagongd sum upp-
venjing fyri brekað, sum
tørva hetta
— at veita vegleiðing og
ráðgeving annars til
brekað fólk
— at virka fyri, at brek-
að fólk mest meguligt og
á best hóskandi hátt
kunnu hava arbeiði á
vanliga arbeiðsmarknað-
inum
— at skipa annars fyri
tiltøkum, sum hava
sama endamál.
Tað er vert at merkja
sær, at omanfyrinevndu
mál fyri endurbúgving-
ina í Føroyum eru í sam-
ljóð við WHO-målini.
Eitt annað er so hvussu
vit á teimum almennu
stovnunum megna at
liva upp til málini.
At halda myndugleik-
arnar fastar uppá lyftin'
og málini er ein týdn-
ingarmikil uppgáva hjá
brúkarafelag, sum hes-
um fyri ferðslu- og ar-
beiðsskadd.
Eg skal ynskja felag-
num góða eydnu í ar-
beiðinum.
Nýggja felagið
10 á fyrsta
fundinum
Leygardagin í farnu viku stovnað fyri fólk, ið hava
fingið mein av ferðslu- ella arbeiðsskaða. Umleið
70 fólk vóru komin á fundin, ið var hildin á Hotel
Borg.
Á fundinum helt Pál Weihe, arbeidsmedisinari,
fyrilestur um evnið; fyrilesturin er prentaður her á
síðunum.
Millum evnini, ið mest vórðu havd frammi í
orðaskiftinum, vóru, sálarlig ráðgeving, praktisk
ráðgeving í gerandisdegnum, íbúðar-, endurbúgv-
ingar- og arbeidsmøguleikar og ikki minst hvussu
drigvført tað er at koma igjøgnum sosialu skip-
anina hjá teimum, sum við eitt gerast Garbeidsfør.
Á stovnandi aðalfundinum var nevnd vald. Í
hana komu Odd Eið Knudsen, Porkeri, Alfrida
Petersen, Kollafjørður, Tummas í Garði,
Tórshavn, Marjun Juul, Funningur, og Jákup
Jacobsen, Tórshavn. Tiltakslimir: Símun E.
Rasmussen, Strendur, og Herdis Skorastein,
Lorvík.
Nevndin skipar seg sjálv á fyrsta nevndarfundi.