hósdagur 2. mai 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
See
Nr. 81 — 2. mai 1991 |
Nýggj stoða hjá
Norðurlondum = *
til EF-spurningin +
— nu finskur åhugi er fyri limaskapi
Norski forsætisrådharrin
Gro Harlem Brundtland
heldur, at norski arbeid-
araflokkurin eigur at taka
EF-spurningin til viðgerð-
ar fyrr enn upprunaliga
ætlað.
Tað eru seinastu úttal-
ilsini frá leiðarunum í
sosialdemokratiska flokk-
inum og senterflokkinum í
Finlandi um meguligan
finskan limaskap í EF,
sum hava fingið norska
stjórnarleiðaran at seta
hol á tegnina í spurning-
unum um meguligan
norskan EF-limaskap.
Sambært Brundtland
hevur positiva stødan hjá
Finlandi mótvegis EF
heilt broytt steðuna í
Norðurlondum sum heild
og hetta fær hana at siga
við blaðið Aftenposten, at
>Vi kan ikke lenger ta det
for gitt at den interna
partidebatten om EF kan
gá som planlagt«.
Hon sigur við blaðið, at
orðaskiftið í Noregi og í
Norðurlondum um fram-
tíðargongdina í Europa
fer at koma fyrr enn
roknað við. Orsekin er
ikki minst broytta finska
stødan til EF-limaskap.
Nýggi finski forsætisráð-
harrin Esko Aho segði við
norska útvarpið í vikuni,
at møguleiki er fyri, at
samráðingarnar = millum
EFTA og EF miseydnast,
og tá er gott við einum
alternativi og við hesum
sipaði hann til limaskap.
Senterflokkurin í Finlandi
hevur annars verið varin
at taka steðu til limaskap,
men í eini niðursteðu á tí
seinasta landsfundinum í
flokkinum, sum júst er
hildin, verður sagt, at
flokkurin kann góðtaka
limaskap í EF.
Gro Harlem Brundtland
sigur við Aftenposten, at
nógv bendir nú á, at
Finland fer at fylgja eftir
Sveríki og sekja um lima-
skap í EF. Hon vísir á, at
bæði londini, sum
higartil hava viljað verið
neutral, nú siga, at neu-
tralitetur ikki longur er
nøkur forðing fyri lima-
skapi.
Sveríki hevur tikið tvey
stig móti limaskapi við at
landið eisini hevur avgjert
at sekja um limaskap.
Finland hevur tikið fyrsta
stigið við at endurskoða
avleiðingarnar av
neutralitetinum, sigur
Gro Harlem Brundtland.
— Hetta broytir mynd-
ina fyri bæði Noreg,
EFTA og EF. Ti er stødan
eisini broytt fyri okkum i
Arbeidaraflokkinum.
Norski forsætisrådharr-
in heldur tó framvegis, at
Norðurlond í felag eiga at
taka steðu til EF.
Við hesum sipar. hon til
orðaskiftið i Norðurlond-
um eftir at samráðingar-
nar um eina EØS-avtalu
eru lidnar. Tað kann ikki
blíva aktuelt við einum
EF-kjaki fyrr enn EF-
EFTA-samráðingarnar
eru loknar.
Hvat viðvíkur tí norska
arbeiðaraflokkinum, so
hevur ætlanin verið at út-
seta orðaskiftið um EF til
eftir valið í heyst, men
broytta finska steðan
kann framskunda hetta
orðaskiftið í flokkinum
Tað er framvegis meiri-
luti í norska fólkinum
móti limaskapi í EF. Men
tær nýggjastu veljara-
kanningarnar benda á, at
norðmenn ynskja eina av-
talu millum EFTA og EF
fyrst fyri síðani at sekja
um limaskap seinni
Tungan á vágskálini í
hesum so eyma málinum í
norskum politikki er ar-
beiðarafloksins steða.
Flokkurin hevur higartil
verið rættiliga ullintur í
spurninginum og hevur
víst á, at hann fer ikki at
koma við eini avgjerdari
steðu fyri ella ímóti lima-
skapi fyrr enn spurningur-
in hevur verið væl og
virðiliga viðgjerdur í
flokkinum. Og tað er hesa
viðgerð, sum nú verður
bíðað eftir og sum Gro
Harlem Brundtland sipar
til møguliga verður fram-
skundað orsakað av
broyttu finsku steðuni til
EF.
Men vit kunnu neyvan
rokna við at hava eina
greiða steðutakan frá ar-
beiðaraflokkinum fyrr enn
eftir ársskiftið, siga eyg-
leiðarar. Í letuni er tað
greiða steða floksins, at
tað er fyri eini avtalu mill-
Norski forsætisráðharrin
heldur, at norski arbeið-
araflokkurin eigur at taka
EF -spurningin til viðgerð-
ar fyrr enn upprunaliga
x
Ætlað
um EFTA og EF og ikki
limaskapi í EF. Dettur ein
slík avtala á gólvið, so
verður spurningurin um
EF-limaskap uttan iva at
framskundast enn meira,
siga norskir eygleidarar.
Formadurin i norska
LO, Yngve Hågensen, sig-
ur vid Aftenposten, at Gro
Harlem Brundtland eigur
ikki at leypa fram av i hes-
um máli. Nú er at halda
seg til ta upprunaligu tíð-
arætlanina og ikki fram-
skunda eina avgerð. Hann
heldur ikki at ein avgerð
hjá finsku sosialdemo-
kratunum eigur at fáa
ávirkan á norska orða-
skiftið sum steðan er í
letuni. Tað, sum umræður
nú, er at fáa FØS-avtal-
una ígjegnum, sigur LO-
leiðarin.