Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 3. mai 1991 - tíðindablaðið Lesið meira um landsliðið á síðunum 4, 5, 14, 15, 19 og 20 „Hetta var avgjørt mítt besta mál, men tað er ikki minst hasi frálíku avlever- ingini at takka fyri,< segði Kári Reynheim eftir dystin mikukvgldið. >Avlever- ingin lá bara so væl innanfyri verjuna hjá teimum, at eg bara skuldi fara inn eftir henni og fáa hana víðari við høvdinum.« Hvat »vidari« merkir i hesum sambandi, man hvørt mansbarn vita. Hóast Jógvan Arge mundi kvalst í orðinum »Føroyar hava skorað< og Árni leikaði í sum svakur, var eingin ivi um, hvat hendi. Fangaðu verjuna Føroyska landsliðið hevði fangað nordurirsku verjuna við júst einum máli, sum er teirra serliga eyðkenni — at fáa bóltin Føroyski málskjúttin Kári Reynheim saman við Før- oya fótbóltsáskoðara nr. 1 — Rúna Jacobsen úr Runavík, sum mangan hevur verið landsliðnum holl- ur stuðul, tá hart hevur leikað á. Mynd: Hilmar Jan innfyri og so stúta hann í málið. Var hetta ti besta mál nakrantid? »Ja, tað var tað heilt av- gjørt, og eg haldi eisini, at hetta var eitt mál í altjóða klassa, men tað er ikki bert mær fyri at takka,< segði Kári. >Ég varð fyrst spældur av Abrahami, og hoyrdi síðani Allan rópa á meg. Hann var púra fríur, og tå eg so hevði givið honum bóltin, ráddi bert um hjá mær at finna rætta staðið at vera í, tá eg skuldi fáa bóltin aftur.< Kári heldur, at hann eis- ini sum heild fekk meira burturúr hesa ferð enn í Landskrona og Keyp- mannahavn: »Tå var eg ikki so væl fyri, hevdi onkran skada og sovorðið, men nú eri eg sera væl fyri.< hj.