fríggjadagur 3. mai 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ØL
Heimspressan
er aftur á gosi
Endiliga tykist fótbóltsheimurin hava fatað, at
sigurin á Eysturríki í fjør ikki var eitt eindømi
av sjáldsomum hepni, eftir at fóroyska lands-
liðið mikukvóldið spældi 1-1 móti Norðurírlandi
Enn einaferð hava før-
oysku fótbóltsspælararnir,
ið manna føroyska lands-
liðið, skakað fótbóltsheim-
in við einum góðum — les:
ótrúligum — úrsliti.
Í dystinum á Windsor
Park i Belfast mikukvøld-
ið vendi føroyska
landsliðið einari hóttandi
irskari 1-0 leiðslu til
javnleik, tå Kåri Reyn-
heim >ótrúliga respekt-
leyst< stútaði bóltin í mál-
ið hjá næstbesta mál-
verjanum á vellinum, tí 37
ára gamla P. Kee, ið dag-
liga spælir við Oxford
United í ensku 2. deild.
At besti målverjin var
okkara egni húgvuberi,
kundi eingin á nakran sum
helst hátt ivast i. Har var
einki minni enn heims-
klassi til tíðir.
Tá belgiski dómarin, M.
Piraux, í yvirtíðini av
seinna hálvleiki bríkslaði
dystin av, var enn ein
føroysk fótbóltssensatión
veruleiki.
1-1 »sigurin« givið
endurljóð
Og hetta hevur givið
endurljóð kring allan
heim.
Frá heimildarmanni okk-
ara í Írlandi, Howard
Allen, frætti Sosialurin í
gjár, at blødini har ikki
longur eru so uppúkin av
at skriva um norðurírska
landsliðið, men at nógv
meira dentur verður lagd-
ur á at rósa føroyingum
fyri frálíka avrik teirra.
At norðurírski landsliðs-
venjarin Billy Bingham
eftir dystin var so lotur, at
hann ikki møtti upp á tíð-
indafundinum aftaná, hava
blødini eisini merkt sær.
Hver hansara lagna
verður, avhongur nú av,
um norðurírska fótbólts-
sambandi vil viðurkenna
føroysku styrkina ella ikki.
Fær Bingham sekkin
Viðurkenna norðurírar,
at føroyska landsliðið nú
av álvara er komið fyri at
vera, er eingin grund til, at
hesin góði javnleikurin
mikukvøldid skal føra við
sær nakad sum helst fyri
Bingham. Tå er bert talan
um eitt vanligt — umenn
ikki serliga gott — úrslit.
Jens Martin í práti við
írskan
ítróttarskrivara.
Mynd: Hilmar Jan
Kurt MÁ 4 )
Kurt Mørkøre gjørdit
enn einaferð eitt stórt
arbeiði har frammi,
Ihóast hann manga
løtuna var rættiliga
einsamallur. Mynd:
Hilmar Jan
Viðurkenna norðurírar
hinvegin ikki, at føroyska
landsliðið veruliga kann
hótta onnur lið, og eisini
ger tað, verður endin
vælsaktans tann, at endi
Billy Binghams verður
tann sami, sum eystur-
ríkska fótbóltssambandið
læt sín venjara, Josef
Hickersberger, fáa 14. sep-
tember í fjør.
Sjålvt danir hava nu
Nr. 82 — 3. mai 1991
innsæd dygdirnar
Føroyska fótbóltssam-
bandid hinvegin man
neyvan kunna verða stórt
glaðari fyri sín venjara,
Páll Guðlaugsson, sum
enn einaferð saman við
landsliðnum hevur prógv-
að, at her eru knotur í
monnum.
Hetta er so væl og virði-
liga prógvað nú, at sjálvt
donsk blød hava slept
øllum sínum mjørkatosi
Pm
så
?
og
um fárepassere og
trawlerfiskere, og nú í
staðin viðurkenna tað før-
oyska dynamitti, nú teir
tykjast hava fingið turkað
sítt egna.
Fekk ravmagnsstoyt
Og eitt av størru bretsku
bløðunum, Today, skrivaði
í gjár við stórum yvir-
skriftsstavum: »Irish are
shocked by the faroese
electrision<.
%
Og minni enn ein minutt
efur leiklok hevði BBC úr-
slitið á skerminum í tekst-
sjónvarpinum.
Jú, sanniliga hevur tann
stóra heimspressan endi-
liga fingið eyguni upp fyri
dygdum føroyska lands-
lidsins.
Flestu okkara her heima
hava vitað tað síðani 12.
september í fjør, og onnur
uppaftur longur, men nú
fer eingin at gloyma tað...
hj.
Mikkjal Danielsen
hevur her lirkað bóltin
frá Colin Clarke. F
Mynd: Hilmar Jan j