fríggjadagur 3. mai 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
' Nr. 82 — 3. mai 1991
VIT VISTU, AT JENS MARTIN TOK ALT — MEN:
SÓu tit Reynheim
Tað var fyrsti miku-
dagurin í mai. Staðið
var tann vårgrøni
grasvøllurin í Wind-
sor Park i Belfast.
Tað var tann 64.
minutturin í EM-
dystinum millum
Norðurírland og
Føroyar. Madurin
var Kári Reynheim.
Og tað var mál...
Eins og mikudagurin 12.
september 1990 er ristur
rimmarfastur í Føroya
søgu komandi, fer miku-
dagurin 1. mai 1991 at
standa honum við lið.
Hetta var arbeiðaradag-
urin, gll fara at minnast
fyri ein ótrúliga stóran ar-
beiðsinnsats á føroyska
landsliðnum í fótbólti,
sum hendan góða dag
>vann< 1-1 á norðurírlend-
ingum.
Nervarnar stóðu
upp eftir enda
Stóðu nervarnar upp eftir
enda í Landskrona-dyst-
inum, sum vit vunnu (uttan
gásareygu) á eysturríkar-
um, so var sama skilið og
gott og væl tað í fyrra-
kvgldið, tå fyrri hålvleikur
skuldi verið floytaður av.
Teir fyrstu 45 minuttimir
uttan nakran serligan steðg
vóru farnir, tá lan Dowie,
Alan McDonald og Colin
Clarke í felag syrgdu fyri,
at norðurírska heimaliðið
kom á odda 1-0.
Klokkan tikkaði í 47.
minuttinum, tá lan Dowie
sendi eina góða avlevering
til Alan McDonald, sum
við høvdinum snittaði bólt-
in til Colin Clarke, sum
hevði síðsta høvd á bólt-
inum, áðrenn hann fór um
målstrikuna til vénsløkkj-
andi hålvleiksstøduna 1-0
til Norðurírland.
Tad eydnadist Clarke i
yvirtidini at snyta i fyrsta
lagi upp-passara sin, og
harnæst eisini målverjan,
so málið var ein óreingi-
ligur veruleiki, ið als ikki
passaði okkum, ið vóru til
staðar í Windsor Park, ella
teimum, sum við nerv-
unum uttaná klæðunum
sótu heima í fjálgu før-
oysku stovunum og hugdu
og lurtaðu.
I hålvleikinum var lagi
einki serligt á føroyska
vonginum á Windsor Park,
hóast klovnar, eldsprænar-
ar og ballóngentur royndu
at lívga og gera løtuna
hugnaligari.
Neyvan hevyr skilið ver-
ið mætari heima í oyggja-
landinum.
Men hóast útlitini ikki
vóru tey bjartastu, so
stríddi landsliðið seg fram-
haldandi ígjógnum tað
stóra trýst, tað eydnaðist
norðurírum at leggja á
føroyska málið — málverji
og verja íroknað.
Men so, tá slakir 20 min-
uttir vóru spældir, hendi
nakað.
Kári Reynheim fekk fat-
ur á bóltinum, sendi Allan
Mørkøre eina góða avlev-
ering úti í síðuni, meðan
hann sjálvur fekk sær
renningarlop fyri at koma
at standa betur fyri, tá All-
an skuldi geva honum bólt-
in aftur.
Hetta eydnaðist sum eftir
bókini — júst hendan stød-
an varð væl vand mána-
dagin har niðri — og brád-
liga var Kári púra fríur, tá
Allan sendi honum bóltin
aftur við mest fullkomnu
avlevering i Føroya søgu.
Bólturin lå so væl fyri
hjá Kára, sum hann kundi,
og sumtann royndi spælari,
hann er, misbrúkti hann
ikki hendan kjansin, men
stútaði bóltin í málið
høgrumegin norðurírska
málverjan, ið stóð sum
Kánus, fangaður á skeiva
beininum á ti skeiva stað-
num. i
Eitt perlumål!
Jens Martin érørdur
Hetta góða ålop gekk so
skjótt fyri seg, at sjálvt
tann belgiski dómarin ikki
sá málið, fyrrenn bólturin
lá í netinum.
Men linjuverjin ivadist
ikki minsta vetid, og dóm-
arin fylgdi fyridømi hans-
ara og dømdi mål.
Og so vórðu nervarnar
fluttir aftur og fram.
Tí hóast nervarnar, sum
higartil høvdu verið allan
seinna hálvleik, ikki fóru
burtur við hesum, so vísti
tað seg, at eftir málið
mentist føroyska liðið sum
av nýggjum, og sum dystur
leið, høvdu føroyingar
bóltin meira enn nordurirar
í longum løtum.
Verjupartur landsliðsins
var nær tí fullkomna, og tá
so vandi var á ferð fyri
málinum, sýndi Jens Mart-
in ferð eftir ferð heims-
klassa, tá hann kalt og ró-
liga ruddaði upp.
Sjálvt á strikuni så hann
út til at vera Grørdur av ti,
ið fyrifórst. Hann bara
bjargaði, bjargaði og aftur
bjargaði.
Komnir við fyri at
verða verandi
Ta løtuna, ið eftir var,
royndu vertirnir at gera sítt
ítarsta fyri at fáa mál aftur
av nýggjum, men takkað
veri egnum skilaloysi í á-
lopsspælinum og gott og
væl tilsvarandi klókskapi í
føroysku verjuni, skrivaðu
føroysku fótbóltsspælarar-
nir enn einaferð søgu.
Norðurírar, sum undan
dystinum høvdu lovað 6-
trúgva áskoðaraskara sín-
um fleiri mál og tryggan
sigur, máttu býta alt í seg
aftur og innsiggja, at Før-
oyar eru komnar í altjóða
fótbólt fyri at verða ver-
andi.
hj.
LITBOND
Vit hava litbond ál flest allar
printarar. Ringið ella skrivid og vit
senda okkara yvirlit og prislista.
STAR LC10, LC20. svan kr. 50.00
IBM 4207 X24. svar kr. 79.0
Fujtsu DLS600. svart kr. 199.00
Mannesmann Taliv MT 290 kr. 89.00
Oki 193 kr. 69.00
Seikosha SP 800 kr. 59.0
STAR LC24- 10, svart kr. 86.00
PL Teidu Íeam
Postsmoga 1144 * 110 Tórshavn
Telefon 17066 - Telefax 16689
on
Jugoslavia
Danmark
FØROYAR
Nordurirland
Eysturríki
Steðan í 4. EM-bólki
Norðurírland-Jugoslavia 0-2
Føroyar-Eysturriki 1-0
Danmark-Føroyar 4-1
Nordurirland-Danmark 1-1
Jugoslavia-Eysturriki 4-1
Danmark-Jugoslavia 0-2
Eysturríki-Norðurírland 0-0
Jugoslavia-Nordurirland 4-1
Jugoslavia-Danmark 1-2
Norðurírland-Feroyar 1-1
40 I
14: 05.91 Jugoslavia-Føroyar
2.05.91 Eysturriki-Føroyar
0. 06.91 Danmark-Eysturriki
11.09.91 Føroyar-Nordurirland
25.09.91 Føroyar-Danmark
09.10.91 Eysturriki-Danmark
16.10.91 Føroyar-Jugoslavia
16.10.91 Nordurirland-Eysturriki
13.11.91 Danmark-Norðurírland
13.11.91 Eysturriki-Jugoslavia
Føroyingar avgera
lagnuna hjå dønum
Bert Jens Martin Knudsen kann tryggja
danska landsliðnum víðari pláss í EM-
kappingini
Komandi dagarnar fer
danski áhugin fyri fer-
oyskum fótbólti helst at
vera sterri enn nakrantíð
fyrr og í framtíðini, tí við
danska sigrinum á Jugo-
slavia hava danir brádliga
aftur ein lítlan meguleika
at koma við til EM-enda-
kappingina. Men treytin
er tann, at feroyingar
vinna á Jugoslavia tann
15. mai.
Ekstra Bladet skrivar í
gjár, at Jens Martin
Knudsen er maðurin, sum
danir >skal hænge hatten
på«, fyri at Danmark skal
koma víðari í EM-kapp-
ingini.
Jyllands-Posten:
Blaðið skrivar, at fyri at
Danmark skal hava nakr-
an meguleika, so mugu
jugoslavar missa stig ant-
in móti Eysturríki ella
Feroyum. Og nú Eystur-
ríki júst hevur tapt 6-0
móti Sveríki í einum vina-
dysti, er neyvan hugs-
andi, at teir megna nakað
sum helst móti Jugoslav-
ja.
»Derfor er Danmarks
skæbne lagt i næverne på
Jens Martin Knudsen,
Færøernes forrygende
målmand, og de andre
tapre drenge fra bygderne
i Atlanten«, skrivar Finn
Stilling i Ekstra Bladet.
Føroyar eitt undur
Hóast Føroyar framvegis
eru eitt lítið og veðurbart
oyggjaland í Atlantshav-
inum, so eru Feroyar eitt
satt undur á altjóða fót-
bóltsheimskortinum,
skrivar Jyllands-Posten
eftir dystin millum Fer-
oyar og Norðurírland.
Tá danir spældu javn-
leik móti Norðurírlandi,
var tað eitt norðurlendskt
vónbrot, hesaferð er tað
ein norðurlendskur stór-
sigur, »skabt af et hold,
der nægter at erkende den
vittighed, som det var ved
starten af EM-turnering-
en. En vittighed, som
heller ikke andre længere
kan more sig over. Dertil
er færøsk fodbold for al-
vorlig en sag«.