Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Teitur Lassen. Nú ungi havnar- maðurin er í holt við at fáa eitt altjóða gjøgnumbrot, fara vit at hyggja eitt sindur nærri eftir fløguni »Sólin og Regnið«. Henda fløgan kom út í fjør. Hon er øll á føroyskum, og eru sang- irnir yrktir eina summarfrítíð, tá Teitur var heima í Føroyum. – Sólin og Regnið kom burturúr nøkrum løgum, ið eg skrivaði tá ið eg var heima eina summarfrítíð. Av tí, at tey eru skrivað samstundis hanga tey væl saman í eini eind, og tí tyktist tað náttúrligt at seta tey saman á eina fløgu, sigur Teitur Lassen. Teitur hevur annars fyri stutt- um undirskrivað stóran sáttmála við plátufelagið Universal og í juni mánaði kemur fyrsta fløgan úr hesum samstarvinum »Teitur - Poetry & Aeroplanes« út. Arbeiða víðari – Eg eri sera væl nøgdur við fløguna. Hon er framleidd í ein- um tøttum samstarvi við Niclas Johannesen, sum eisini hevur havt ein stóran týdning í verk- ætlanini. Hann fekk eld í bálið og tók um endan, greiðir Teitur frá. Ungi tónasmiðurin hevur ann- ars ætlanir um at geva eina fløgu út afturat, sum fer víðari í sama evninum sum »Sólin og Regnið«. – Eg ætli mær at halda fram í hesum evninum um sólina og regnið. Kanska »Sólin og Regnið fara eftir oyggj« ella »Sólin og Regnið keypa bil« ella okkurt tílíkt. Nógvir møguleikar eru at byggja víðari upp á hugskotið. Nú skal eg bara finna mær stundir til at gera hetta, sigur Teitur. Teitur, sum í løtuni búleikast í London, hevur annars ikki verið so nógv at sæð á palli í Føroyum seinastu árini. Hann sigur tó, at fløgan hevur verið væl móttikin. – Fløgan varð væl móttikin, hóast hon ikki júst hevur selt so nógv sum M´as Blues Band. Eg eri eitt sindur keddur av, at eg vegna tíðartrot ikki havi verið so nógv úti og framført løgini fyri fólki á konsert. Kanska fleiri so høvdu hoyrt fløguna. Um at yrkja á føroyskum sigur Teitur, at tað hevur hann ikki gjørt so nógv av fyrr. Men nú hevur yrkjarin eisini grópað í tí føroyska. – Tað kennist náttúrligt og frígerandi at skriva á føroyskum, sjálvt um eg ikki havi gjørt so nógv burturúr tí fyrr. Kanska er tað serliga tað, sum hevur tendrað meg at fara í holt við tað, greiðir Teitur frá. Havnarmaðurin sigur annars, at hann hevur yrkt fleiri føroysk- ar sangir afturat, og tað er nakað, sum hann ætlar at halda fram við. 8 Sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2003 Sólin Sólin er ljósið, Sum kemur, tá ið myrkrið fer avstað. Skínur nú av nýggjum enn ein dag. Lýsti á okkurt, tú ikki hevði sæð. Sólin er megin, Sum mennur teg og styrkir tína sál. Inn í blóðið kemur hon á mál. Sløkti tín tosta og tendraði eitt bál. Sólin er skýggin, Sum veksur aftanfyri tín figur. So ansa tær, hvat bankar á tín dur. Skuggamyndin ikki má opna tína hurð. Sólin fór niður, Líka sum hon gjørdi tað í gjár Tá ið myrkrið vekjur seg í nátt, Bara ljósið gleimast í stjørnuvár. - úr fløguni »Sólin og Regnið« hjá Teiti Lassen Teitur í oysandi regni og brennandi sól Í fjør kom fløgan »Sólin og Regnið« hjá Teiti Lassen út á marknaðin. Fløgan varð væl móttikin, og hevur Teitur ætlanir um at gera eina av sama slag í sama evni. Kanska hon kemur at eita »Sólin og Regnið keypa bil« Sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2003 9 STARVSVENJING Solby A. Eliasen Starvsvenjing er ein stórur partur av níggjunda og tíggjunda ári í skúlanum. Næmingarnir skulu velja sær eitt starvspláss at fara til, og hjá summum er tað eitt spæl, og hjá øðrum er tað verri. Nógv fara í peningastovnar, barnagarðar, til skips ella okkurt heilt annað. Har, sum Lilly Hansen er farin í starvsvenjing má sigast at koma undir nakað heilt annað. Hon er farin í starvsvenjing hjá einum bónda úti í Svínoy. Upprunaliga vildi Lilly helst sleppa til djóralæknan í starvs- venjing, men har taka tey bert næmingar í tíggjunda flokki inn, so hon má bíða til næsta ár. Men so fór hon at hugsa um onkran annan møguleika. - Eg vildi sleppa til okkurt, sum hevur við djór at gera, so hví ikki ein bóndagarð, greiðir hon frá. Júst henda dagin, tá Sosialurin fær fatur á henni, arbeiðir hon mest inni, tí veðrið er illfýsið. Annars sigur hon, at veðrið hevur verið á einari leið hesa tíðina, hon hevur verið í Svínoy. Hon kendi Jaspur og Jacobu frammanundan, og tí hildu hon og onnur við, at hetta var ein upplagdur møguleiki hjá henni at sleppa at royna seg innan fyri tað, hon ynskti. Lilly býr í Árnafirði. Hvønn dag koyrir hon við bussi til Klaksvíkar í skúla. Henni dámar væl at ganga í skúla, men hon er ikki í iva, tá hon verður spurd, um hon gleðir seg til at sleppa aftur í skúla. - Nei, eg hevði nógv heldur viljað verið her, tað er púra vist, sigur hon avgjørd á málinum. Lilly er sera góð við djór, og hon er púra vís í, at hon vil verða okkurt innanfyri djór. Men hon sigur, at tað er sera torført at sleppa inn til djóralækna, so um tað ikki verður tað, so verður tað eitt hvørt annað, sum hevur við djór at gera. Tíðliga upp Tað eru fimm kálvar á garðinum. Ein kúgv kálvaði í seinastu viku, og Lilly greiðir spent frá, at ein kúgv væntandi fer at kálva í hesu vikuni. Hon vónar, at tað verður, áðrenn starvsvenjingin er av. Hon var ov sein at fáa ta fyrru kálvingina við. Lilly fer upp beint áðrenn klokkan sjey á morgni, og hon byrjar dagin við at spula hjá neytunum, áðrenn tey verða mjólkað. Síðani gevur hon seyðunum og gæsnum og hjálpir til har tað er neyðugt á garðin- um. Hon lempar súrhoyggj úr brunnunum og gevur seyðunum. Men hon sigur, at henni dámar ikki at taka trýstið av aftur súr- hoyggjabrunninum. - Tá man letur alt vatnið av, tá er tað ofta rotið, og tað luktar ikki væl, kann eg siga tær, so tað dámar mær ikki so væl. Men tað skal gerast kortini, sigur hon. Hvør dagur hjá Lilly er mest sum líka, tí hon ger tey somu tingini hvønn dag, men kortini dámar henni avbera væl. - Eg elski djór, og her er so stuttligt at vera, sigur hon glað. Tey eru í ferð við at smíða eina nýggja rætt beint uttanfyri seyð- húsið, og har rokast Lilly uppií. Tey hava brotið ta gomlu rættina niður, og nú gera tey so eina nýggja. Men teir dagarnar, tá tað er illfýsið, er hon ikki so nógv úti. Av tí at Lilly er frá eini smá- bygd sjálv, so er tað ikki so stór broyting fyri hana at vera í Svín- oy í fjúrtan dagar. Men hon sigur tó, at har sleppur hon ongan veg, og er tað tann størsti munurin í millum bygdirnar. - Tá eg eri heima, kann eg altíð fara til Klaksvíkar, tá eg vil, men tað kann eg sjálvandi ikki her. Men eg leggi onki petti í tað, tí her er so gott at vera, og eg trívist væl, sigur Lilly, sum tó longist eftir sínari kettu og sínum hundi til tíðir. Hon spælir eisini flogbólt og fótbólt við gentum 14 til 17 ár í Klaksvík, men tað longist henni ikki so nógv eftir. Lilly er ikki ein av teimum, sum megnar at vera á eini útoyggj, tí hon veit, at hon bert skal vera har í fjúrtan dagar. Henni dámar sera væl, hon trívist og tað hoyrist á henni, at tað ikki er nakað, sum hon bara sigur. Hon er tíðindafróð, og tað er ikki sørt, at hon er errin av at hava fingið henda møguleikan til at fara í starvsvenjing hjá einum bónda. Fólk í bygdini lata eisini væl at henni og siga, at tað letur til, at hon er avbera røsk og dugnalig. Hóat Lilly kendi tey, sum hon er í starvsvenjing hjá framman- undan, so hevur hon ikki verið í Svínoy so ofta. - Eg havi verið her onkuntíð í ein dag, men hetta er fyrstu ferð, at eg eri her so longi, sigur hon. Spurd, um hon fer at royna at sleppa í starvsvenjing hjá djóra- læknanum í tíggjunda, svarar hon flennandi. - Ja, ella endi eg aftur her úti næsta ár. Eg elski djór 15 ára gamla Lilly Hansen úr Árnafirði er júst liðug í starvsvenjing hjá Jaspur Bjartalíð, bónda í Svínoy. Henni hevur dámt avbera væl. – Eg elski djór, sigur hon Mynd: Rakul Guðjónsson 15 ára gamla Lilly Hansen úr Árnafirði er ein av teimum 47 næmingunum í skúlanum við Ziskatrøð, sum eru farin í starvsvenjing. Lilly er í starvsvenjing hjá Jaspur Bjartalíð, bónda, í Svínoy C M Y K 31 30