leygardagur 15. mars 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 • leygardagur • 15. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Ítróttarsendingin á SVF byrjar 24.mars
Allur ítróttur fær
innivist í sendingini,
men serliga verður
varpað ljós á fótbóltin
ÍTRÓTTARSENDING
Páll Holm Johannesen
Sjónvarp Føroya fer nú
aftur undir at gera eina
ítróttarsending. Sjónvarpið
hevur
fingið
nógvar
ábreiðslur fyri at gera alt ov
lítið við ítróttin, men nú fáa
ítróttaráhugaðir føroyingar
eina sending um vikuna at
síggja fram til.
Sjónvarp Føroya hevur
áður roynt at havt ítróttar-
sendingar á skránni, men
tær eru allar dotnar niður-
fyri. Síðan Tórun Ellings-
gaard hevði ítróttarsending-
ar miðskeiðis í 90 árunum,
hevur ítrótturin ikki havt
innivist í eini vikusending í
SVF. Nú verður so aftur
gjørd ein roynd við eini
ítróttarsending í sjónvarpin-
um. Ítróttarsendingin verður
fyri fyrstu ferð at síggja
mánakvøldið tann 24.mars.
Heitið á sendingini verð-
ur stutt og greitt 3-2, og hon
skal ætlandi vera hvørt
mánakvøld eftir Breddan.
Ítróttarsendingin verður um
hálvan tíma til longdar.
Annar av høvuðsmonnun-
um aftanfyri sendingina,
Høgni í Jákupsstovu sigur, at
úrslitið 3-2 dekkar yvir flest-
ar ítróttargreinir, og tí mettu
teir, at heitið á sendingini
lýsti væl, hvat innihaldið fer
at vera í sendingini.
Tað verða teir báðir
Høgni í Jákupsstovu og
Tórur Mikkelsen, sum fara
at standa fyri sendingini.
Umframt teir báðar, verða
fólk leysliga knýtt at send-
ingini. Talan er bæði um
journalistar og myndafólk.
Høgni í Jákupsstovu ásann-
ar, at SVF ikki hevur somu
møguleikar sum útlendsku
rásirnar hava, og tí er skip-
anin við at fáa fólk uttanifrá
fingin í lag.
Nógvur fótbóltur
Høgni í Jákupsstovu sigur,
at 3-2 ætlar at vísa ítrótt í
sínari breiðari merking. Tað
verður pláss fyri øllum
ítróttargreinum, men ser-
liga verður tað fótbólturin,
sum sjónvarpið fer at leggja
seg eftir.
Ætlanin er at taka um
endan á hondbóltinum, og tá
landskappingini í fótbólti fer
á rull aftur verður Sjónvarp
Føroya eisini við. 3-2 fer
ikki at kappast við bløðini
og Útvarp Føroya um tey
feskastu tíðindini, tí teir
fjølmiðlar hava nógv betri
møguleikar at lýsa aktuellar
søgur, enn vit, sigur Høgni í
Jákupsstovu.
Sjónvarpið fer heldur at
leggja seg eftir at hava
góðar myndir frá ymiskum
ítróttarhendingum. Ætlanin
er at hava spennandi inn-
sløg við øðrum vinklum,
enn vit vanliga síggja í hin-
um fjølmiðlunum. Hyggj-
arin skal vænta sær spenn-
andi søgur um áskoðarar,
dómarar, leikarar og onnur
øðrvísi evni, verður sagt úr
sjónvarpinum.
Ein fastur táttur í 3-2
verður ein gestur í sjón-
varpsstovuni, sum sleppur
at siga sína hugsan. Um-
framt fasta gestin, so er ætl-
anin at hava málini frá
øllum landskappingardyst-
um í 1.deild. Tríggir av
teimum fimm dystunum
verður journalistur á staðn-
um, sum skal viðgera dyst-
irnar og gera samrøður við
aktuellar persónar.
Hóast nógvur fótbóltur
verður á skránni á ítróttar-
sendingini, so verður ikki
talan um nakra fótbólts-
sending burturav. Tá stevn-
urnar byrja í juni mánað,
ætlar sjónvarpið at vera á
staðnum, tí rættiliga stórur
áhugi er fyri kappróðri. Ætl-
anin er eisini at koma út á
smáplássini, so sendingini
ikki einans viðger evni, sum
liggja miðstaðarøkinum nær
Í fyrstu atløgu verður 3-2
á skránni til miðskeiðis í
oktober. Tá verður ein eftir-
meting gjørd av sendingun-
um, og avgjørt um tað skal
haldast fram.
Fyri ítróttaráhugaði má
tað kennast fjálgt, at SVF
aftur fer undir ítróttarsend-
ingar, og eftir er bert at
vóna, at ítróttarsendingin
verður ein fastur táttur á
skránni
hjá
SVF
í
framtíðini.
Teir báðir vertirnir á 3-2, Tórur Mikkelsen og Høgni í Jákupsstovu, eru úti og gera tilfarð til ítróttarsendingina, sum verður víst fyrstu ferð 24. mars
Mynd: Álvur Haraldsen
ÍF hevur bestu kortini
Í kappingini hjá
monnum eru fram-
vegis silvurkrónur-
nar at kappast um.
FLOGBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Bæði hjá kvinnum og
monnum verður seinasta
umfar í flogbóltskapping-
ini leikt leygardagin. Hjá
monnum er longu greitt at
ÍF er greipuvinnari, meðan
í kappingini hjá kvinnum
verður onki avgjørt fyrr
enn seinni í dag.
IF best fyri
ÍF-kvinnurnar fáa vitjan av
botnliðnum KÍF, og tað er
snøgt sagt ein dystur sum
oddaliðið eigur at vinna.
Kvinnurnar hjá ÍF hava
aldrin áður vunnið meist-
aradeildina, men seinni í
dag hava tær ein gyltan
møguleika at vinna fyrsta
meistaraheitið felagsins.
Í Klaksvík fær Mjølnir
vitjan av Fleyr. Klaksvíks-
kvinnur hava framvegis
møguleikan at vinna meist-
araheitið, men so krevst at
ÍF snávar ímóti KÍF.
Mjølnir
hevur
ikki
vunnið meistaraheitið, síð-
an 2000, og í Klaksvík
mugu tey skjótt fara at
ótolnast, nær næsta meist-
araheitið kemur aftur til
Klaksvíkar.
Greipuvinnarnir
í
kvinnudeildini í fjør av
Tvøroyri møta í seinasta
umfarinum Drátti í høllini í
Trongisvági. Tvørgentur
hava havt eitt misjavnt
kappingarár samanborið
við í fjør. Tað er longu
greitt, at tær enda á triðja
plássi, men størsti glottin í
ár má vera sigurin í steypa-
kappingini ímóti ÍF.
Silvurkrónurnar at
berjast um
Seinasta vikuskiftið gjørd-
ist greitt, at ongin tekur ÍFí
meistaradeildini hjá monn-
um í ár. Framvegis er kapp-
ingin um silvur og bronsu-
merkini. Mjølnir liggur í
løtuni á triðja plássi, men
við sigri á Fleyr í KÍ-høllini
enda teir á øðrum plássi,
meðan sørvingar mugu taka
til takkar við bronsuni
Greipuvinnararnir
úr
Fuglafirði enda á heima-
vølli ímóti Fram. Dysturin
hevur ongan týdning fyri
hvørgan av liðunum, tí tað
er greitt, at Fram endar á
fjórða plássi. Fuglfirðingar
vilja tó enda kappingarárið
væl, so lagið verður enn
betri, tá teir fáa handað gull-
heiðursmerkini eftir dystin.
33
10
Sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2003
Hitamálarin hevur kropið sær
upp um frostmarkið — sólin
sær, og í jørðini kennist lív.
Veturin hevur verið drúgvur
her í Eystrasalti við nógvum
frosti, men veðrið hevur verið
gott. Faktisk er hetta einasti
veturin vit ikki hava havt
illveður í teir skjótt níggju
vetrarnar eg havi búleikst á
Bornholm.
Men tað hevur verið kalt
leingi. Ikki so kalt, sum tað
onkuntúð hevur verið, men í
tríggjar mánaðir hevur tað
verið millum minus tríggjar og
minus átta stig. Kuldin ger, at
veðurlagið er meira stabilt. Í
seks vikur hevur verið turt —
sjáldsamt hjá einum føroyingi
um veturin.
Sjálvt um veðrið hevur verið
einastandandi, so hevur tað
verið vetur. Myrkt leingi — og
kalt. Veturin er harður við
sálina, men hann kann brúkast
til mangt annað. Millum annað
til at lesa.
Havi brúkt nógv kvøld til at
lesa. Mær dámar serliga væl at
lesa svenskar krimisøgur.
Sviar hava traditión við Sjøwal
og Walhlø. Í seinastuni havi eg
lisið 10 bøkur um løgreglu-
mannin Wallander. Hann
arbeiðir í Ystad — svenski
býurin, sum ferjunrnar frá
Bornholm sigla til.
Wallander er óførur, men at
síggja til er hann ein vanligur
løgreglumaður, sum vit eisini
kenna teir á Bornholm og í
Føroyum. Alt fyrigongur seg í
vanligum tempo, og vald-
sgerðir koma sjálvan fyri. Nei,
hann hugsar seg um og ger so
tað sum gerast skal. Harum-
framt livir hann eitt gerandis-
lív, sum ikki er øðrvísi enn hjá
okkum flestu.
Henning Mankell eitur rit-
høvundurin, sum hevur skrivað
hesar bøkurnar. Summar bøkur
eru gjørdar til film, men
stuttligari er nú at lesa.
Veturin er eisini egnaður til
at hoyra tónleik, hyggja í sjón-
varp og royna at gerast eittt
sindur klókari og meira vit-
andi.
Stóru spurningarnir í til-
veruni kunnu vendast, og júst í
vetur hevur verið eitt serstakt
høvi. Krígshóttanin fær ein at
hugsa um, hvat hendir í lívi
okkara og serliga hvat hendir
rundan um okkum. Hvørja
ávirkan hava vit sjálvi og
hvussu nógv vilja vit sjálvi
avgera?
Demokratiski formurin vit
hava valt okkum, hevur sum
oftast havt við sær, at vit
fjórða hvørt ár velja onkran at
umboða okkum. Hesi umboð
taka so mangan tær stóru
avgerðirnar okkara vegna. Vit
góvu teimum "mandat" til júst
tað.
Hendan reglan er enn gald-
andi, men spurningurin er
hvussu leingi. Broytingar í
samskiftinum og nýggjar
metodur at meta um, hvat
almenningurin heldur um ávís
mál, gera, at tey sum skulu
taka støðu fáa eitt heilt annað
grundarlag at gera tað á.
Nú ganga ikki longur fýra ár
til fólksins dómur fellur.
Meiningarkanningar eru í dag
so neyvar, at tey sum umboða
okkum, beinanvegin fáa at vita
um vit halda tey hava gjørt
rætt ella skeivt.
Eg veit væl, at hetta ikki
heilt er viðurkent í Føroyum
enn. Vit vita, at summir
politikarar — umboð fyri
okkum — helst ikki vilja vita
av veljarakanningum, um tær
ikki ganga teirra veg. Vit vita
eisini at summi heldur vilja
bíða fýra ár, og so fáa at vita
hvat veljarin helt.
Men soleiðis er tað ikki
longur — alt gongur skjótt, og
vit vanligu borgarar senda
eisini boðini skjótari nú enn
fyrr.
Krígshóttanin móti Irak er
stóra málið, sum vit taka støðu
til í hesum døgum. Tað er ikki
lætt. Fyri og ímóti kunnu uppá
mangar mátar viga eins nógv,
men kríggj má tó altíð verða
seinsta loysn.
Sjálvur ivist eg ikki í, at vit
fáa eitt kríggj nú — við ella
uttan viðmæli frá ST.
Amerikumenn hava sent
herfólk til krígsøkið, og tað
verður torført hjá Bush,
forseta, at taka herfólki
heimaftur uttan at tey hava
verið í kríggi.
Vónandi gongur tað tó ikki
sum eg vænti. Várið er á veg
her á okkara leiður — Græk-
arismessa er farin afturum og
fyrstu tjøldrini komin.
Alt tekin um ljósari tíðir.
Vár og krígshóttan
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Árni Gregersen, Bornholm, argr@tv2bornholm.dk
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
- Nei, í grundini ikki.
Spælir tú nakað ljóðføri?
- Nei, tað geri eg ikki.
Syngur tú undir brúsuni?
- Tað veldst um brúsuna.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
- Sál, sinni og hjarta — við
øðrum orðum: alt.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
- Umleið 500-600.
Hvat er tín yndisfløga?
- Í løtuni er tað The Flaming
Lips við »Yoshimi Battles The
Pink Robots«.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
- Shaggy.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
- Mr. Boombastic.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
- Greatest Love Song —
simpelten.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
- Suspicious Minds.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
- Muse, Radiohead, Mercury
Rev, U2, The Flaming Lips ella
Enekk.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
- Eg vil helst ikki uppliva sunnu-
morgnar, men Sigur Rós er væl
egnað. Ella Mogwai.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
- Gluntan-poppur.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
- Eminem við »Without Me« og
Elvis vs. JXL »A Little Less
Conversation«.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
- »Got a lot of Livin’ to do« við
Elvis Presley.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
— »Daylight« og »Skirvin Flá«
við Clickhaze.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
- »Death is not the End« hjá Bob
Dylan.
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
- Mercury Rev í Keypmanna-
havn 27. augsut 2002, Muse á
Midtfyns Festivalinum 2002 og
Pearl Jam á Roskilde Festivalin-
um í 2000. Jú, tú sært rætt, Pearl
Jam konsertin var eisini ein tann
vemmiligasta konsertin, eg havi
verið á, men Pearl Jam hevur eitt
serligt pláss í mínum hjarta.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
- Bob Dylan, Bono, Elvis, Eddie
Vedder, Van Morrison, Thom
Yorke, Matthew Bellamy úr
Muse, Tom Waits, Engelbert
Humperdinck (spyrja hann um
navnið er seriøst) og David
Bowie. Listin er langur.
Petur Pólsson, yrkjari og
tónleikari
C
M
Y
K
32