Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 15. mars 2003 35 Mærsk ætlar við avtaluni at gerast sjónligari í Føroyum STUÐULSAVTALA Páll Holm Johannesen Seinnapartin hósdagin var tíðindafundur í B36-húsin- um. Havnarfelagið boðaði frá, at tað hevur gjørt tvey- ára avtalu við donsku stór- fyritøkuna Mærsk. Fíggjar- ligu viðurskiftini vórðu ikki upplýst, men avtalan millum B36 og Mærsk er helst størsta sponsoravtalan í føroyskum fótbólti. Mærsk hevur seinastu tvey árini verið ein smærri stuðul hjá B36, og báðir partar hava verið sera væl nøgdir við samstarvið. Tá høvuðsavtalan hjá B36 við telefyritøkuna Kall rann út 1.januar, vendi leiðslan í felagnum seg til donsku fyritøkuna. Partarnir vórðu samdir um at víðka um samstarvið, og hósdagin skrivaðu part- arnir undir avtalu fyri tey næstu tvey árini. Umframt Mærsk, hevur B36 eisini gjørt avtalu við Jolly (Før- oya Bjór), Kinarps (Faro- dane), Føroya Sparikassa og Havnar Timburhandil komandi tvey árini Formaðurin, Kristjan á Neystabø, var sum vera man fegin um avtaluna. Hann bæði væntaði og vón- aði, at báðir partar fóru at fáa nógv burturúr sam- starvinum. Mærsk vil gerast sjónligari í Føroyum Marknaðar leiðarin á Mærsk, Stig Albeck, var komin fyri Mærsk at undir- skriva avtaluna. Hann segði eftir tíðindafundin við Sosialin, at avtalan við B36 var ein liður í at gera fyri- tøkuna sjónligari í Før- oyum. Mærsk hevur flogið til Føroya í góð 30 ár, men síðan kappingin harðnaði við Atlantic Airways, hevur fyritøkan ikki gjørt nógv við at lýsa í Føroyum. Avtalan við B36 gevur, sambært Stig Albeck, Mærsk góðar møguleikar at kappast við Atlantic Air- ways um serliga ítróttar- fólki. Marknaðarleiðarin vísti á møguleikarnar hjá Mærsk at seta Føroyar og B36 á landakortið úti í Evropa, tá B36 og onnur føroysk ítróttarlið velja at ferðast við Mærsk. Eins og á tíðindafundin- um, vildi Stig Albeck onki siga um, hvussu stóra upp- hædd Mærsk lat B36 um árið fyri vera høvuðsstuðul hjá felagnum. Stórfyritøkan Mærsk høvuðsstuðul hjá B36 Kristjan á Neystabø, for- maður í B36, og Stig Albeck, marknaðarleiðari í Mærsk undirskriva helst størstu sponsoravtaluna í føroyskum fótbólti. Mynd: Álvur Haraldsen Tórshavnar Kommuna er í løtuni í fer við at seta fýra ljósmastrar upp á ovara vølli í Gundadali. Tað hevur leingið verið ringt ljós á ovara vølli, men nú ætlar so kommunan at bøta um tað. Tað verður ein mastur í hvørjum horni, so nú skuldi vera laga manna at vant fótbólt í Gundadali seint um kvøldarnar. phj Nýggjar ljósmastrar í Gundadali Tórshavnar býrað er í løtuni fer við at seta ein ljósmastur í hvørt horn á ovara vølli í Gundadali Hóast mansverju av Astu Petrauskiene og Alinu Olaru, so megnaði STÌF kortini at vinna á Stjørnuni KVINNUHONDBÓLTUR Páll Holm Johannesen STÍF hevði hóskvøldið vitjan Stjørnuni. Úrslitið var ein greiður sigur til heimaliðið, sum sostatt hevur vunnið seg á triðja- plássið saman við Kyndli og Stjørnuni í bestu kvinnudeildini. STÍF legði seg framm- um beinanvegin í dystin- um, og tær hildu tørn allan dystin. Heimaliðið legði seg tíðliga frammum 5-1, og tann frástøðan millum liðini helt allan dystin Av Skála verður sagt, at dysturin ikki var størsta hondbóltsupplivingin, men til tíðir var gott spæla at síggja. Mansverjan miseydnaðist Hóast Stjørnan valdi at mansverja Asta Petrauski- ene og Alina Olaru stóran part av dystinum, so fingu tær kortini flestu málini fyri heimaliðið STÍF hevur fyrr í ár havt trupulleikar fyrr, at mót- støðuliðini at mansverja, men hóskvøldið gjørdi tað so ikki mun. Stjørnan hevur ikki havt eitt gott endaspæl, og liðið hevur nú tapt fimm dystir. Dysturin endaði heldur keðiligt, tá venjarin hjá Stjørnuni varð vístur av vølli, fyri at hava sagt nøkur borgarlið orð við dómararnar. STÍF fara vitjan Kyndli sunnudagin, og vinna tær tann dystin, liggja tær best fyri í kappingini um bronsumerkini. Dysturin í tølum: STÌF –Stjørnan 28-21 (15- 9) STÍF: Asta Petrauskiene 11, Alina Olaru 6, Anna Maria Berthelsen 6, Poula D. Olsen 3, Elin Jacobsen 1 og Sunfríð B. Jacobsen 1 Stjørnan: Danijela Ercevic 7, Natasa Spanenkovic 6, Joan M. Joensen 3, Bára S. Klakstein 3, Jastrid Gulakksen 2, Davina Sundskarð 1 STÍF-Stjørnan 28-21 (15-9) STÍF tevjar bronsuna STÍF vann greiðan sigur á Stjørnuni á Skála hóskvøldið, og tær liggja nú væl fyri í stríðnum um bronsumerkini. Mynd: Savnsmynd 35 34 Nr. 52 - 15. mars 2003 Tveir av biðlunum til bronsumerkini, STÍF og Kyndil, møtast í spennandi dysti á Skála KVINNUHONDBÓLTUR Páll Holm Johannesen Toppdystur er í Vestmanna leygardagin, tá fremstu liðini í kvinnudeildini, VB og VÍF, bresta saman. Í løtuni eru fýra stig ímillum liðini, og vinnur VB leygar- dagin, skal eitt undur til, um tær ikki gerast greipu- vinnarar. Vágskvinnur hava verið einaráðandi stóran part av kappingarárinum, og enn hava tær ikki sett stig til í endaspælinum. Fyrri dyst- urin í endaspælinum endaði við stórsigri á 25-16 til VB. Í steypafinaluni var tað eisini VB, sum stóð seg best, og tí eru tær lítil fav- orittur undan dystinum í Vestmanna. Hjá VÍF er dysturin sein- asta útkall, um liðið skal endurvinna meistaraheitið. Tær hava verið nakað svingandi í ár, men vinna tær á VB, kemur rættiligur spenningur í kvinnukapp- ingina aftur. VÍF vann stórsigur á VB í grundspælinum í Vest- manna, og um tað skal end- urtakast, so er av stórum týdningi at tær megna at taka broddin av Daivu Tuo- maite og Redu Kurkauski- ene, sum báðar mugu vera evni til ársins spælari í kvinnudeildini í ár. Neistin og Tjaldur spæla botndyst í høllini á Hálsi sunnudagin. Bæði liðini hava ikki havt av bestu kappingarárum. Neistin, sum mest vinnandi felagið í kvinnuhondbólti ígjøgnum tíðina, hevur als ikki liva upp til vónirnar settar vórðu til tær undan kapp- ingarárinum. Í endaspælinum hevur gingið misjavnt, glottarnir ímóti Stjørnuni og STÍF gera, at felagið framvegis er við í kappingini um bronsumerkini. Tað eru fýra stig upp til Stjørnuna og Kyndil, og kravið er ein sigur ímóti Tjaldri, um frá- støðan til bronsuplássini skal minka. Seinast liðini møttust, vunnu Tjaldurs- kvinnur, so heimaliðið hev- ur nakað hevna, síðan sein- ast. Á Skála møtast STÍF og Kyndil, sum bæði eru við í bronsustríðnum. Kyndil hevur vunnið allar dystirnar ímóti í ár, men fyrri dystur- in í endaspælinum var tætt- ur, og tí er ongin favorittur undan dystinum. Liðini liggja ájøvn í stigartalvuni, og er væntandi talan um ein tættan og spennandi dyst á Skála sunnudagin. Toppdystur í Vestmanna Fremstu liðini í kvinnudeildini, VB og VÍF, bresta saman í Vestmanna sunnudagin. Vinnur VB dystin, so skal eitt undur til, um tær ikki gerast greipuvinnarar í ár. Mynd: Savnsmynd VÍF hevur tapt sein- astu tveir dystirnar, og skulu reisa ímóti hoyvíkingum, um teir framvegis ætla sær at hótta strandingar MANSHONDBÓLTUR Páll Holm Johannesen STÍF far sunnudagin vitjan av Kyndil í høllini á Skála. Strandingar liggja í løtuni á odda í landskappingini, men teir møta einum sera væl leikandi Kyndilsliði. Havnarliðið hevur sein- astu vikurnar víst stórspæl, og vinna teir á Skála sunnu- dagin, eru teir brádliga við í kappingini um gullkrónur- nar í landskappingini. Henda støða var óhugsandi fyri nøkrum vikum síðan, men steypasigurin á júst STÌF tykist hava givið Kyndli eitt skump. Strandingar høvdu frí seinasta vikuskiftið, men í seinasta dysti teirra vístu teir stórspæl ímóti vest- menninginum. Finna teir tað spælið fram aftur, verð- ur tað rættiliga torført hjá Kyndilsmonnum at koppa strandingum. Tá liðini møttust í grund- spælinum á Skála, vundu STÍF úr Kyndli, men síðan tann dystin er nógv broytt. Ikki ber til at geva nøkrum liðið favoritt leiklutin, tí dysturin er heilt opin. VÍF skal reisa seg Tað hevur gingið sera illa í hond hjá vestmenningum seinastu vikurnar. Teir hava tapt fyri bæði STÍF og Kyndli, og eru í løtuni tvey stig eftir oddaliðið STÌF. Skulu teir framvegis hótta strandingar er neyðugt við einum sigri á H71 í Vest- manna sunnudagin. Eftir rokdystin ímóti Kyndli seinasta vikuskiftið, hava vestmenningar valt at sekta Piti Negru við leik- banni restina av kappingar- árinum, og hann verður tí ikki at síggja á liðnum hjá VÍF sunnudagin. Hóast laku úrtøkuna hjá vestmenningum seinastu dystirnar, so hevur stór- skjúttin, Áki Olsen, rætti- liga bitið frá sær. Hann hev- ur verið nógv darvaður av skaða alt kappingarárið, men hann tykist rættiliga at komin fyri seg aftur. Seinast VÍF og H71 spældu, vunnu hoyvíkingar rættiliga óvænta. Hoyvík- ingar skulu hava ein av sín- um heilt góðu døgum, um ein endurtøka av tí sigrin- um skal gerast veruleiki. Spælið hjá H71 tykist at vera sera svingandi, men eingin kann taka frá teim- um, at teir hava havt eitt gott endaspæl við fleiri óvæntaðum úrslitum. Seinasti dysturin hjá monnum hetta vikuskiftið verður í Havn millum Neistin og KÍF. Bæði liðini hava havt eitt sera misjavnt endaspæl. Neistin lá óvænta í oddinum, tá farið varð undir endaspælið, men teir hava ikki víst somu taktir í endaspælinum sum í grundspælinum. Seinast liðini brustu sam- an, vann Neistin tepurt við einum máli. Neistin má vera lítil favorittur undan dystinum, men misjøvnu úrslitini í endaspælinum gera, at kollfirðingar væl kunnu arga heimaliðið. Yvirlit yvir dystirnar um vikuskiftið Hondbóltur 1.deild kvinnur 160303 14.30 STÍF-Kyndil 160303 14.30 Neistin-Tjaldur 160303 16.00 VÍF-VB 1.deild menn 160303 16.00 STÍF-Kyndil 160303 16.00 Neistin-KÍF 160303 14.30 VÍF-H71 Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 150303 13.00 ÍF-KÍF 150303 13.00 Mjølnir-Fleyr 150303 13.00 TB-Dráttur Meistaradeildin menn 150303 15.00 Mjølnir-Fleyr 150303 15.00 ÍF-Fram Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 7 7 - 0 - 0 497 398 99 23 2 VÍF 7 5 - 1 - 1 441 365 76 19 3 Stjørnan 8 2 - 1 - 5 429 431 -2 13 4 Kyndil 7 3 - 1 - 3 460 465 -5 13 5 StÍF 7 3 - 1 - 3 447 465 -18 13 6 Neistin 7 2 - 0 - 5 380 420 -40 9 7 Tjaldur 7 1 - 0 - 6 365 475 -110 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 6 4 - 2 - 0 518 446 72 19 2 VÍF 7 4 - 0 - 3 586 499 87 17 3 Kyndil 7 4 - 2 - 1 519 507 12 16 4 Neistin 7 2 - 1 - 4 529 506 23 14 5 KÍF 7 2 - 2 - 3 505 523 -18 11 6 H71 7 4 - 0 - 3 486 545 -59 11 7 Tjaldur 7 0 - 1 - 6 471 588 -117 4 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 19 16 - 3 52 22 30 24 2 Mjølnir 19 15 - 4 51 18 33 23 3 TB 19 13 - 6 47 21 26 18 4 Dráttur 19 8 - 11 29 41 -12 11 5 Fleyr 19 3 - 16 14 50 -36 5 6 KÍF 19 2 - 17 11 52 -41 3 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 15 13 - 2 41 9 32 18 2 SÍ 16 9 - 7 30 24 6 15 3 Mjølnir 15 9 - 6 30 23 7 13 4 Fram 15 7 - 8 25 26 -1 10 5 Fleyr 15 0 - 15 1 45 -44 0 Strandingar møguleika at hevna steypafinaluna C M Y K 34