Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 4. maí 1991 BN PTE) Føroyskir fótbóltsáskoðarar: Ov vánaligt av ferðavinnuni Undan dystinum mikudag- in varð frá føroyskari síðu roynt at fá í lag eina flog- ferð beinleiðis niður til Belfast undan dystinum, og so aftur til Føroya aft- anå. Uprunaliga var ætlanin at leiga flúgvaran hjá Mærsk, men har skuldu 100 fólk til, skuldi tað lata seg gera. Ikki færri enn 70 tekn- aðu seg til ferðina, sum kostaði 3.000 krónur. Men av tí at 70 vóru ov fá, varð farið undir at kanna møguleikan fyri at fáa leiga eitt flogfar av sama slag, sum flogfarið hjá Atlantic Airways. Minni áskoðarafjsld Hetta eydnaðist ikki, og tí varð ferðin av ongum, og samstundis gjørdist før- oyska åskodarafjøldin tey 70 færri. >Tað er alt ov vánaligt, at eitt fótbóltsfelag sum SÍF ella einstaklingar skulu taka sær av at skipa fyri slíkum ferðum,< sigur ein ógvuliga misnøgdur føroyskur fótbóltsáskoðari, sum hevði teknað seg til hesa snarferðina, og veru- liga trúði, at hann skuldi sleppa at síggja landsliðið spæla í Belfast. „Hatta er jú uppgåvan hjá ferðavinnuni, sum alla tíðina gongur og gremur seg um ringar umstødur,« sigur hann vidari. »Men eg haldi ikki, at tær stóru um- stødurnar krevjast, tá ein er so dovin, ikki eingang at royna at fáa eina slíka ferð í lag.< Sum skilst, varð eingin verulig roynd gjørd frå ferðavinnusíðu at fáa eina slíka snarferð í lag, og ti fingu tey áhugaðu ikki annan møguleika enn hendan, SÍF tíverri til fá- nýtis royndi at stápla upp á beinini, fáar dagar undan dystinum. SÍF skal hava rós >Tað skal SÍF í hvussu er hava rós fyri, meðan skommin má liggja frá ferðavinnuni, og onga aðrastaðni,< sigur áskoðar- in við Sosialin. Tað, sum er fyrimunurin við snarferðum í mun til tær longru ferðirnar, sum eitt nú at fylgja landslið- num allan vegin til Belfast og vera í Dublin í fleiri dagar, er at hetta ikki tekur meira enn ein arbeiðsdag frá fólki, ið vilja gjalda nokk so nógv fyri bert at síggja dystin. I sambandi við onkran av seinnu dystunum hava eisini verið lýsingar at sæð um longri ferðir, men tær munnu fara at verða av ongum. Hinvegin eigur neyvan at verda trupult at fylla flúgvarar, um bert verður flogið beinleiðis hagar i Síða 11 Føroyskir áskoðarar, ið bert vildu sleppa til Belfast at síggja Alan Mørkøre og hinar í dysti, máttu sita heima, tí ferðavinnan svevur, meðan privatir tíverri til fánýtis royna at taka stig til skila- góðar fótbóltsferðir. Mynd: Hilmar Jan dystur ér. og so beinanvegin heimaftur. Tað er kanska eisini nakað nógv at krevja, tí teinurin til Eysturríkis og Jugoslavia er jú munandi longri, og harvið ferðingini eisini munandi dýrari enn 3.000 krónur. Men góði møguleikin við ferð til Belfast varð so ikki royndur av ferðavinn- uni hesaferð, og tað tænir henni ikki til rós. hj. TA—ÁÁtTAAAAAAAA KKK ————Þ%% Framhald av síðu 9 Og so byrjar tað eisini at síggja álvarsamt út hjá teimum, sum í framtíðini spæla móti føroyingum. Hickersberger mátti jú frá eftir tapið í Lands- krona, og nú stendur heilt illa til hjá Bingham við. Hvussu so verður hjá jugoslaviska venjaranum Osim, má tíðin sleppa at hj. Hóast írar siga seg hava havt alt spælið, vunnu teir ikki. Mynd: Hilmar Jan Torleif Sigurðsson skaddur: Ein herð lending í Tá landsliðshópurin saman við áskoðarum, pressu og leiðarum kom heimaftur úr Norðurír- landi, varð ikki so lítið gjørt burturúr. Ein rættiliga stór fjøld av fólki — mett til 500 — var og tók ímóti, og serliga varð tað lansliðið við leiðarum, ið fekk mesta uppmerksemi frá fólkinum. Landsliðsspælarar og leiðarar vórðu ein fyri og annar eftir bornir í gullstóli og tveittir í leysari luft, fyri síðani at verða tveittir upp í luftina. Kom ikki upp fyrstu ferð Tá so túrurin kom til FSF-formannin, Torleif Sigurðsson, varð ikki minni gjørt burturúr. Sterkir mans tóku mannin og skuldu tveita hann upp í luftina, men av einari ella aðrari grund gjørðist jarðfrá- stødan í hesi fyrstu royndini ikki so stór sum ætlað. Roynt varð so aðru ferð, og fleiri tóku eina hond í lyftingina. Vágum æ Skaða i beinið Hesa ferð bar eisini munandi betur ul, og varð FSF-formaðurin tveittur himmalhøgt upp í loft av mannfjøldini, ið á hendan hátt vildi sína takksemi sítt fyri hans- ara stóra innsats í ar- beiðinum fyri, at Føroy- ar í fyrsta lagi gjø.rdust limir í UEFA og FIFA, og síðani eisini fóru uppí hesa EM-kapping- ina. Líkamikið. Niðuraftur kom so formaðurin, men tá var tað óhappið hendi. Hann kom at stíga skeivt, tá hann kom nið- uraftur, og ikki bar mætari á, enn at hann fekk skaða í beinið av hesum. Niðri við gkilin fekk hann eina kúlu, og alt hovnaði upp, so enn hevur fóturin ikki verið í skógvi aftur. Roknað verður tó við, at FSF-formaðurin verður klárur aftur ul næsta EM-dystin, ið er móti Jugoslavia í Beograd hj.