leygardagur 4. mai 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Óvæntaður sigur
Jens Martin heldur lagnu dana í hondum sínum
Danir vunnu heilt óvæntað
á utivølli 2-1 ímóu jugo-
slavum mikukvøldi.
Jugoslavia verdur annars
mett at verda eitt hitt
sterkasta liðið i Europa i
løtuni.
Danir komu á odda vid
einum máli ið Bent Chris-
tensen skjeyt efur at
Flemming Povlsen fekk
bóltin á bringuna og fór til
ein frían Bent Christensen
sum bara setti høvdid und-
ir hann, og so var 1-0 til
Danmark.
Eftir hetta høvdu bædi
Bent og Flemming skot å
tvørstogina.
Jugoslavar javnadu
Í ødrum hálvleiki fingu
jugoslavarnir eitt mál, tá
Kent Nielsen slepti tí
målsøkna Pencev leysum,
so hesin uttan stórvegis
himpr snýtti Peter Schmei-
chel í danska málinum, so
nú var stødan 1-1.
Løtu seinni fingu danir
aftur mál, og var tað enn
einaferð Bent Christensen,
sum við ein góðari avlev-
ering frá Flemming Povl-
sen trekti inn móti mál-
inum og høgdi til, so bólt-
urin enn einaferð endaði í
málinum.
Hetta var stødan til dóm-
arin bríkslaði dystin av.
Føroyar mugu fáa stig
frá jugoslavum
Nú er spenningur av ál-
vara komin í 4. EM-bólk
efur hetta úrslitið millum
Danmark og Jugoslavien.
Tí nú skula Føroyar taka
stig frá jugoslavum, um
Danmark skal koma til
EM-endaspælið í Svøriki,
tí teir vænta ikki at eystur-
ríkar kunna gera nakað við
jugoslavarnar, eftir tann
„Nr. 83 = 4. mai 1991
knúsandi Ósigurin móti
svium mikudagin.
Svíar vunnu heili 6-0 á
Eysturríki, sum framvegis
ikki er komið fyri seg eftir
Landskrona-ósigurin 12.
september í fjør.
Rúni
Nýggja álopsduettin
hjá dønum, málskjúttin
Bent Christensen og
Flemming Povlsen,
fegnast eftir annað av
málunum móti jugo-
slavum mikukvóldið
Mynd: Jens Dresling
>Dg so var
tað hin um
árhusianaran...<
At síggja tann mangan so nógv umrødda byin Bel-
fast, ið bert liggur hálvanannan tíma í flúgvara frá
okkum, var ein rættiliga egin uppliving hesa lítlu
vikuna, blaðmanni Sosialsins untist at vera saman
við landsliðnum undan dystinum móti norðurírum.
Fólkaslagið er kanska ikki akkurát nakað sveina-
stykki í útsjónd, og risarnar sást tú bert á landslið-
num, har teir eftir 90 minuttunum vórðu fullkomu-
liga umbroyttir og líktust fáligum dvørgum, men
blíðskapurin var stórur, hvar tú enn komst.
Skemtið var eisini við á ferðini
Og skemti varð eisini pláss fyri á ferðini.
Hava tit hoyrt hina um árhusianaran?
Nå, so mugu tt heldur fáa hana her:
Tað var ein åarhusianari, sum hevði fingið starv
á eini verksmiðju suduri í Sønderborg. Hann var
til arbeiðis í eian viku, og síðani helt hann leiðina
norður til familjuna at halda vikuskifti.
Har norðuri í Árhus vildu tey sum vera man fáa
eitt sindur at vita um, hvussu tað var á verksmiðj-
uni. >Jú,< visti hann at siga frá. >Har er ikki so
galið.<
Ynski um øktan landalæru-kunnleika
Tey sum vera man vóru eisini forvitnari enn tað,
og vildu so hava at vita, hvussu tað var við Søn-
derborg, um ikki tað lá nakað sunnarlaga.
>Nei,< nú visti hann ikki rættiliga. »Og jú, for-
restin. Tað mundi vera nakað langt suðuri kortini,
tí har arbeiddi ein nekari, og hann súkklaði heim
til morgunmat hvønn dag!<
Hatta var so handan. Kanska onkur hevði hoyrt
hana fyrr?
Annars kundi hon jú altíð verið góð at tikið fram
eima aðra ferð...
Jan Hilmar
Dystarskráin til EM-dystin í Belfast mikukvøldid:
Nordurirskt skemt
— Meint í álvara
Sum vant var lítið skil á tí,
ið lesast kundi um Føroyar
og føroyska landsliðið í
teirri annars vøkru dystar-
skránni, nordurirar høvdu
gjørt til dystin.
Stødid var enntá væl
undir tí, donsk blaðfólk
leggja fyri dagin, tá tey
Skulu skriva um okkum.
Hvagani tær upplýsingar
eru komnar, sum stóðu í
skránni, er ilt at vita, men
úr Føroyum eru tær neyv-
an.
Á listanum frammarlaga
í skránni, sum nevnir bæði
liðini, standa nevndir spæl-
arar sum Kristjan Petersen,
Jebs Erik Rasmussen, Art
Thornassen og Jarup Sim-
un.
Jú, við eitt sindur av fyri-
varni og vanligum sansi
fyri skemti ber til at síggja,
hvussu hetta hongur sam-
an, hóast ein spælari sum
Kristjan Petersen ikki
longur er aktivur á lands-
liðnum.
Hevdi ein orðabóka-
professari sæð
Stuttligt hevdi verið at
sæð onkran orðabókapro-
fessara ella líknandi gjøgn-
umgingið skránna við gest-
Sins eyga, tá tað sær best.
Longur inni í skránni
stendur enntá greitt meira
ella minni gjølla frå,
hverjir føroysku spælarar-
nir eru, hvussu gamlir teir
eru, hvussu nógvar dystir
teir hava spælt og hvat
starv teir hava.
Fyri tað fyrsta eru teir
allarflestu av teimum 31
(!!) nevndu spælarunum
ikki við á landsliðnum, so
talan er helst um aldar-
gamlar upplýsingar, ið
gjøgnumgangandi eru farn-
ar í søguna.
Nevnast kunnu spælarar
sum Jakup Mikkelsen,
Gordon Midjord, Julian
Hansen, Poul Enok Han-
sen, Ib Mohr Olsen, Kristj-
an Petersen, Margeir Han-
sen, Pol F. Johnsson, Mar-
geir Hansen, Joan Pauli
Olsen, Roi Arting, Ossur
Hansen, Jon Peter Laan-
gaard, Olfar Danielsen, Eli
Hantze og Jogvan Peter-
sen.
Her omanfyri nevndir i
teirri raðfylging, teir verða
nevndir í skránni.
Frá egningarformanni
til verksmiðjustjóra
Onkrir av hesum eru als
ikki við longur á lands-
liðnum, meðan aðrir fyri
stuttum hava verið á lið-
num, og kanska kom á tað
aftur.
Men nú kemur tað heilt
stuttliga.
Í skránni stendur sum
sagt ymist um spælararnar.
Har verður millum annað
skrivað um Julian Hansen,
at er >one of the few Faro-
es' players whose Europe-
an success earned a con-
tract abroad<.
Tað stuttligasta av øllum
er tað, teir skrivað um Øss
Hansen, at hansara starv er
„factory foremann<. Mað-
urin er egningarformaður
hjá einum útróðrarbáti á
Toftum!
Um Jógvan Petersen
stendur, at hann er 26 ár.
men tað man vera skot. ið
er eini tíggju ár við síðuna
av veruleikanum.
At enda stendur um
kendasta útspælaran, Tor-
kil Nielsen: Door-to-door
salesman who sold Aystria
S0Sialurin — timm ferðir um vikuna!
a historic dummy and
scored the matchwinning
goal against them in
Landskrona last autumn on
the Faroes' European
Championship debut«.
Hatta vid »door-to-door«
fær i hvussu er ikki undir-
ritaða at hugsa um Sanda-
vágs Timburhandil.
Svimlandi sponsorur
I skránni annars eru yv-
irhøvur fleiri onnur størri
mistøk, sum skríggja móti
einum, tá hugt verður í
hana.
Til dømis hevði verið
stuttligt at sæð eyguni í
Hjarnari Djurhuus, um
sponsoruppgerð landslið-
sins skuldi verið skrivað
eftir upplýsingunum í
skránni, tí sambært teim-
um stuðlar Shell landsliðið
við £120,000.
Tað svarar til 1,4 milli-
ónir krónur (!!) og er helst
meira enn tað tvifalda av
talinum, Shell hevur sátt-
málabundið seg við.
hj.