leygardagur 4. mai 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 83 — 4. maí 1991 |
%
tíðindablaðið
Venjarin hjá norðurírska landsliðnum, Billy Bingham,
skal ikki kenna seg so vísan at verða sitandi í venjara-
sessinum eftir >ósigurin< mikukvøldid móti Føroyum.
Longu nú, tá enn bert fáir
dagar eru gingnir síðani
EM-dystin í Belfast, er
venjarasessurin av álvara
farin at ridla undir norður-
írska landsliðsvenjaranum
Billy Bingham.
Stóra bretska blaðið The
Times hevði í gjár sam-
rødu við hann, har hann
segði seg vera mest vón-
brotnan um, at lið hansara
eftir at hava havt 95 pro-
sent av spælinum mót
Føroyum, ikki megnaði at
vinna.
Spurningurin er so nú,
um hetta ikki kemur at fáa
1
avleiðingar fyri júst Bing-
kanska
kovrdur
ham sjålvan, at nordurirska
liðið, sum hevði ætlað sær
bæði stigini og eina rúgvu
av málum, bert fekk javn-
leik.
Samráðast um
nýggjan sáttmála
Sambært The Times skal
Bingham fyrsta dagin und-
ir samráðingar við Irish
Football Association um
nýggjan venjarasáttmála.
Eftir hetta úrslitið situr
hann í hvussu er neyvan
sterkari við samráðingar-
borðið.
Framhald á síðu 11
UM FÓROYAR VINNA Á JUGOSLAVIA,
Síða 9
SO
Fer Schmeichel
at trugva å Gud
Fá munnu sum fótbólts-
spælarar — her verður ser-
liga hugsað um framstand-
andi spælarar í útheim-
inum — duga at lova væl
meira, enn altíð kann hald-
ast, og kortini, so verður
hildið fram við at lova
bæði hetta og hatta.
Bert handverkarar sigast
megna at liva meira.
Hinvegin má so ásann-
ast, at tað, fótbóltsspælarar
siga, ofta kanska verður
ríkiliga yvirtolkað, men lat
tað liggja.
Lovar egna trúbót
Í hvussu er hevur danski
landsliðsmálverjin, sum
millum annað er kendur
fyri, at hann mátti lúta fyri
Allan Mørkøre í Ítróttar-
parkini 10. oktober í fjør,
sagt seg vilja lata olmussu,
um føroyingar vinna á
jugoslavum um fjúrtan
dagar.
>Hvis Færgerne slár Ju-
goslavien, begynder jeg at
tro pá Gud,< lovaði Peter
Schmeichel í gjár í Politi-
ken.
Ikki so smá orð, um
hann veruliga ætlar at
halda tað, hann lovar.
Annars hava donsku ítr-
óttarskrivararnir nú umsíð-
ur pilkað eitt sindur burt-
urav sínum hástóra og
partvis vanvirdisliga skriv-
ingarlagi eftir avrik føroy-
inga i Belfast mikukvøld-
ið
Taka umsíður Føroyar
i ramasta álvara
Fleiri teirra ganga nú so
vítt sum í ramasta álvara at
tosa um møguleikan fyri,
at føroyingar fáa stig frå
Jugoslavia — helst øll fyra.
Ein hin kendasti ítróttar-
skrivarin er Per Høyer
Hansen å Tipsbladnum,
sum annars ikki telsit mill-
um teir mest hástóru.
Hann skrivaði soljóðandi
í blaði sínum í gjár:
>Man træder næppe
nordirere og østrigere for
nær ved at pástá, at de to
hold er færdige í puljen ...
Derimod kan man meget
let komme at lægge sig ud
med en del færinger, hvis
man hævder, at Færøerne
ikke er seriøs kandidat til
førstepladsen. Jeg vil sta-
dig mene, at Jugoslavien
vinder, selv om danskerne
gennem sejren hernede har
forbedret deres outsider-
chance. Men efterhånden
forbløffes man jo så ofte i
fodbold, at man nu er nødt
til at holde alle bagdøre
åbne.«
Ju, vit fåa at siggja,
hvussu gongdin verdur, og
um Føroyar nú ikki akku-
råt vinna fleiri dystir, so er
eingin ivi um, at teir dystir,
Føroyar hava eftir at
spæla, fara at ávirka enda-
ligu støduna í bólkinum
munandi, um væl gongst.
Higarul hava Føroyar so
lagt seg langt á odda mót-
vegis alheims pressuni, so
tann dysturin tykist í
hvussu er vera endaliga
avgjørdur ul okkara fyri-
mun.
hj.
Peter Schmeichel, sum
her í dystinum mót
Føroyum fær bóltin
áðrenn Kurt sleppur
framat, lovar nú, at
hann fer at trúgva á
Guð, um Føroyar
vinna å Jugoslavia
Mynd: Hilmar Jan