leygardagur 4. mai 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Samráðingar
i bestu semju
- Handverkarar og handverksmeistarar hava
altíð tosað væl saman, og ti ganga samráðing-
arnar eisini so væl. Handverkararnir eru so
sanniliga afturhaldandi í lønarkrøvum, sigur
Vilhelm Johannesen, formaður í Fóroya Hand-
verksmeisrarafelag, sum í hesum døgum hevur
sáttmálasamráðingar við Føroya Handverk-
arafelag
Tad er meira sjáldan nøkur
stórvegis ósemja, tá hand-
verkarar og meistarar sam-
ráðast um nýggjan sáttmála.
Okkurt árið hevur staðið á
einar tveir dagar, men sum
oftast eru partarnir førir fyri
at gera sáttmála, uttan at
boðsenda semingsstovnin-
um.
Líktertil, at soleidis eisini
verður í ár. Fyrr í vikuni læt
Høgni Højgaard, formaður í
FøroyaHandverkarafelag,
væl at. Og tað ger Vilhelm
Johannesen, formadur i Før-
oya Handverksmeistarafel-
ag, c1sini
Hósdagin høvdu
Føroya Handverkara-
2 Føroya Hand-
r” x
3 Samraðingar-
f€ldR í
fund. Nú hava partarnir
gjørt arbeiðsbólkar, tí
tað er lættari at gera
broytingarnar á tann
hátt. Tá bólkarnir eru
lidnir við arbeiði sítt,
koma nevndirnar
aman aftur at skriva
undir nýggjan sáttmála
Fjórði samráðingarfund-
urin millum partarnar var
hósdagin, og tá samdust teir
um at seta nakrar arbeiðs-
bólkar í staðin fyri, at
nevndimar meta fullmann-
aðar á hvørjum fundi. Teir
eru samdir um at gera nakrar
stórar broytingar, og tað
tekur sína tíð. Tað snýr seg
um ymist, ið er torskilt
orðað í verandi sáttmála.
Vilhelm Johannesen rós-
'
ar mótpartinum, sum hann
sigur hevur víst serligt sam-
felagsmedvit hesu ferð við
ikki at koma við stórum
lønarkrøvum. Annars er
lónin tað einasta, teir ikki
eru samdir um, men lónin
verður neyvan nakað stórt
stríðsmál, heldur Vilhelm
Johannesen.
Enn er ikki ásett, nær
næsti samrådingarfundur
í
Nr. 83 — 4. maí 1991
verður. Arbeiðsbólkarnir
Skulu fyrst gera arbeiði sítt
liðugt, og tá tað er gjørt,
koma nevndimar báðar
Samd um skúlamálið
Næmingar úr Havn, sum ganga í framhaldsdeildini í Argja skúla
kunnu frítt halda fram í skúlanum næsta skúlaár
Líkt er til, at ósemjan
millum Tórshavnar býráð
og bygdarráðið á Argjum er
loyst á hesum sinni.
24. apríl samtykti bygd-
arráðið á Argjum uppskot til
semju, og hetta uppskot
varð hóskvgldið eisini sam-
tykt av býráðnum í Havn.
Hetta merkir, at
næmingar úr Havn, sum
ganga í Argja skúla, ikki
noyðast at flyta til Havnar at
ganga í skúla. Tórshavnar
byråd avgjørdi annars her-
fyri at taka øll havnar-
børnini úr Argja skúla og
flyta teir til skúlarnar í
Havn.
Men nú hevur Tórshavnar
býráð lorað og gjørt nýggja
avtalu við bygdarráðið á
Argjum.
Tað er ein 20 ára gomul
avtala millum kommunur-
nar um, at foreldur í Havn
kunnu velja, um tey senda
børn síni í Argja skúla ella í
skúla í Havn. Kommunur-
nar hava so avroknað fyri
næmingarnar.
Men so kom Tórshavnar
býráð fram við, at Argjar
skyldaðu Havnini so nógv,
og ti varð avgjørt at taka
havnrbørnini = heimaftur.
Tað varð sagt at kosta 8.000
kronur fyri Havnina at hav
eitt barn í Argja skúla.
Tað er eitt sindur ivasamt,
um Argjar skylda Havnini
so nógv, sum Poul Michel-
sen, býráðsformaður hevur
sagt. Herfyri segðist skuldin
at vera 1,5 mió. krónur.
Erland T. Jacobsen, bygd-
arráðsformaður á Argjum,
ivast í, at skuldin er so stór.
saman aftur, og tá skuldi
borið til at skriva undir
nýggjan sáttmála. Tað verð-
ur væntandi onkuntíð seinni
Henda spurning fer hann at
tosa við figgjrnevndina á
Argjum um ein av døg-
unum.
Men uttan mun til tað,
halda havnarbørnini fram í
Argja skúla. Í staðin fyri at
siga 8.000 krónur fyri hvort
havnarbarnið í Argja skúla,
hava kommunumar nú
avtala, at Havnar kommuna
skal gjalda Argja kommunu
150.000 krónur um árið tey
næstu seks árini fyri skúla-
gongdina hjá havnarbørn-
um á Argjum. Um seks ár
verða ikki fleiri havnarbørn
í Argja skúla, ti nýggir
næmingar úr Havn verða
ikki tiknir inn á skúlan. Bara
í undantaksførum, sum
kommunurnar avtala nærri.
Høgni Højgaard, formaður í Føroya Handverkarafelag, og Vilhelm Johannesen, formað-
ur i Føroya Handverksmeistarafelag, kunnu um nakrar dagar skriva undir sáttmála
í hesum mánaðinum.
randi
Tá tað verður sagt seks ár,
verður framhaldsdeildin
ikki roknað uppí.
Sambært avtaluni millum
Argjar og Havnina stendur
tað næmingunum í fram-
haldsdeildini frit fyri, um
tey vilja halda fram á Argj-
um ella flyta til Havnar.
Hetta merkir, at taðer upp til
bygdarráðið á Argjum, um
tað letur næmingar úr Havn
ganga í framhaldseildini á
Argjum, uttan at fáa gjald
frá Havnar kommunu aft-
urfyri. Og tað góðtekur
Argja bygdarráð. Næming-
ar úr Havn í framhalds-
deildini á Argjum nýtast
ikki skifta skúla.
randi