leygardagur 4. mai 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Spa?
Tryggja seg
moti
bakkasti
9.467 persónar hava tryggjað
Nr. 83 — 4. maí 1991 tíðindablaðið EN] #58
Landleiðin
Flotin hiða
Men ein avgerð fellur sunnudagin, sigur John Petersen,
landstýrismaður
Trolbátarnir á landleiðini
liggja klárir og bíða eftir
at politikkararnir eru
komnir til eina semju um,
hvar teir kunnu royna og
hvønn reiðskap teir kunnu
nýta.
--Stóð tað upp til min, so
varð kunngerðin sum
landstýrið hevur gjørt
beinanvegin sett í gildi,
men ósemja er í sam-
gonguni um hesa og tí
mugu vit bíða, sigur John
Petersen, landstýrismaður
í fiskimålum.
--Sunnudagin verður
Í fundur millum tinglim-
irnar í javnaðarflokkinum
og fólkaflokkinum og tá
skal ein avgerð fella, sigur
John Petersen.
Fáa bátarnir mistu tíðina
lagda afturat í seinna enda
á verktíðini?
--Ja, tað haldi eg at teir
eiga, teir hava onga skuld
; i politikkararnir kunnu
semjast og eiga heldur
ikki at bløda fyri hetta,
sigur John Petersen
Fiskivinnunevndin
hevur bytt seg i ein
meiriluta, sum gongur inn
fyri kunngerðina hjá
landstýrinum og tríggjar
minnilutar, í hesum
minnilutum sita eisini
samgongulimir.
Stórsta stríðið í fiski-
vinnunevndini er helst um
leiðirnar har landstýrið
heldur at bátarnir kunnu
royna. Og serliga er tað
økid vestan fyri Suður-
oynna og vestur úr
Mykinesi sum stríðið
stendur um.
Eisini er stríð um hvat
slag av troli bátarnir
kunnu nýta. Um teir skulu
nýta flatfiskatrol burturav,
ella um teir skulu nýta
vanlig botnfiskatrol.
Ein skipari sigur við
Sosialin, at høvdid er
longu kappað av trolingini
á landleiðini, nú minsta
mark fyri hjáveiðu er sett
til 30 prosent. Hetta ger
Hendrik Old:
tað næstan Omøguligt at
royna.
jústinus
Ogjørlig at halda
Formaðurin í Løgtingsins
Fiskivinnunevnd, Hendrik
Old, sigur við Sosialin, at
tað verður Ogjørligt hjá
trolbátunum á landleiðini
at halda kunngerðina hjá
landstýrinum um veiðu
innanfyri 12 fjórðingar.
-I fjør var minsta mark
fyri hjåveidu 45 prosent
og tá var tað sera ringt hjá
trolbátunum at halda seg
innanfyri hetta mark. Nú
er tað sett niður til 30
prosent og tað sigur seg
sjálvt, at bátarnir ungan
møguleika hava at halda
seg innan hesar karmar.
Tað er óheppið at gera
eina kunngerð, sum ikki
kann haldast, sigur Hend-
rik Old
—Eg eri eisini ímóti at eitt
stórt økid í Vágahavinum,
sum ikki hevur verið opið
í fleiri ár, nú verður opnað
aftur, sigur Hendrik Old í
stuttari viðmerking. Hann
er ikki samdur við land-
stýrinum um kunngerðina.
jústinus
seg í Føroya Lívstrygging
Áhugin fyri at tryggja seg
móti fíggjarligum bak-
kast, orsakað av óarbeiðs-
føri, deyða ella elli. Við
árslok 1990 vórðu 9467
føroyingar tryggaðir i
Føroya Livstrygging.
Samlaða tryggingarupp-
hæddin fyri kapital og
samlagstryggingar var 1,6
milliardir krónur, umframt
rentutryggingar við 115
miliónum krónum i ár-
ligari rentu.
Rakstrarúrslitið fyri
1990 var 21.464.155.44
kr. og av hesum eru 10
prosent lagdar í til-
taksgrunn. Tann samlaða
eginognin er 26,3 mill-
iónir. Restin av rakstrar-
úrslitinum var lagt í bon-
usgrunn.
Tryggingargjøldini
vuksu vid 6,4 milliónum
krónum tl 57,6 milliónir
krónur. Innskotini fyri
1990 vóru 2,8 milliónir
krónur. Rentuinntøkan
vaks við 7,6 milliónum til
39,1 milliónir krónur.
Samlaðu iløgurnar,
virdisbrøv, lån og fastogn
eru 328,2 milliónir krónur.
Føroya Lívstrygging
fyrisitur ymiskar eftirløn-
argrunnar. Hesir fevna um
uppsparing til eftirløn, og
hon verður útgoldin antin
sum árligar veitingar ella
sum kapitalefurlgn.
Livstryggingin reklam-
erar við at í henni fær tú
tryggastu og bestu upp-
sparingina. Allur tann
uppspardi peningurin
stendur i føroyskum
lånum og virdisbrøvum,
hann kemur ti einans ti
føroyska samfelagnum til
góðar.
jústinus
Nýggir kappróðrarhátar
Argjamenn og strandingar hava fingið nýggj seksmannafør
Fyri ngkrum árum síðan
var næstan ongin áhugi
fyri seksmannaførum. Tað
vóru bert nøkur fá sum
luttóku á hvgrjum ári. Nú
er vend komin í.
I dag eru rættuliga
nógvir bátar og tað ger
kappingina um føroya-
meistaraheitid spennandi.
| Argja Róðrarfelag hevur
! latid bygt eitt seksmanna-
far, felagið hevur ikki fyrr
havt bát av hesi støddini.
Tað er Kaj Hammer í
Havn, sum hevur bygt
bátin, ið eitur Lómur.
--Báturin er mannaður
bæði við gentum og
dreingjum og tey hava
vant nakað. Tey flestu av
manningunum hava ikki
róð kapp áðrenn, so
spennandi verður at síggja
hvussu fer at gangast.
Ungfólkini koma bæði av
Argjum og úr Havnini,
sigur Jørleif Alaberg,
formaður í Argja Róðrar-
felag.
--Lómurin kostaði um
40.000 krónur, tá hann var
klårur, sigur Jørleif Ala-
berg.
"Strålan"
Strandingar hava eisini
bygt eitt nytt seksmanna-
far og strandingar hava
heldur ikki fyrr róð innan
hesa grein. Tað er ung-
mannafelagið Strálan, sum
hevur latið bátin byggja
og báturin eitur eins og
felagið, Strálan.
Engelbregth Hansen,
bátasmiður úr Fuglafirði,
hevur smíðað bátin. Hann
hevur eisini smíðað aðrar
kappróðrarbátar, eitt nú
Lorvíksing.
—Vit hava savnað pening
inn ul bátin við bingo-
spæli. Ungmannafelagið
varð stovnað í marts 1989
og nú verður roynt at fáa
fleiri limir í felagið. Hetta
gera vit við ganga hús úr
húsi og tekna limir, sigur
Anfinn Gærdum, formað-
ur.
Tey sum rógva við
Stráluni eru næstan gll
strandingar, tó er ein av
Skála. Ungmannafelagið
vil eisini hava skálafólk
sum limir.
jústinus
Myndamaður okkara
Kalmar var í fjórðin-
um hóskveldið, tá
Lómurin vandi. Mynd-
in er tíkin uttanfyri
Glyvursnes