leygardagur 4. mai 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
GR
Nr. 83 — 4. mai 1991
Síða 13
Allir limir mugu brúkast
Lat okkum siga, at eitt-
hvert samfelag er sum eitt
menniskja, ein kroppur
við hevdi á, ja, eitt heilt
menniskja.
Vit kalla hana Feroyar.
Feroyar eru væl klædd-
ar, feitar, í góðum »formi«,
íðka motión og ganga al-
tíð í HVÍTUM REYÐUM
BLÁUM, hava góðan hug
á tí siglandi — og eitt
sindur av Þplantasju-
vekstri er í hattinum.
Hon er fólkalig og er
væl útbúgvin menniskja,
sum hugsar »åØrenn« hon
úttalar seg og gerst
ongantíð óð. Hon er virkin
og sera »vælfungerandi«
menniskja.
Men hon hevur ein feil,
hon veit, at onkur eisini
hevur lagt merki til hetta.
Hon haltar við eðrum
beininum, men bert tá hon
er móð. Tað eru tey
»menniskju« (onnur sam-
Felagið Foroyar-Í srael:
Fund á Vaglinum
Sunnudagin 12. mai
hevur felagið Feroyar-
Ísrael sín árliga mai-
fund á Vaglinum í
Havn til hátíðarhald
av endurstovnan ísra-
elska ríkisins í mai
1948. Peter Duetoft,
fólkatingslimur, heldur
reðu.
Í sambandi við hátíð-
arhaldið fer hornor-
kestrið hjá Frelsunar-
herinum at seta dám á
við spæli teirra.
Eftir fundin og há-
tíðarhaldið á Vaglinum
verður serstakur fund-
ur í kommunuskúla-
hellini, har Peter Due-
toft fer at svara megu-
ligum spurningum,
meðan fólk fær sær og
hugnar sær við einum
drekkamunni. Hugna-
letan byrjar kl. 16.30.
Peter Duetoft er for-
maður fyri einum
meginfelag av donsk-
um-israelskum vinarfe-
løgum i Danmark.
Fleiri tryggingar
ið verða teknaðar
— ódýrari gjald
Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti
eldsvanda, er tryggingargjaldið farið niður í
helvt.
Tryggið hus, innbúgv, verur o. a. móti skaða
av eldi, stormi, vatnleiðingsbroti og oman-
lopi. Eisini tryggja vit innbúgv og vørur móti
innbrotstjévari. Vit tekna eisini glastrygg-
ingar.
Eru tað serstøk viðurskifti viðvíkjandi trygg-
ing av ogn tygara, ið tygum hava áhuga fyri,
geva vit fegnir gjøllari frágreiðing.
Tryggingin hevur eisini umboðsmenn á hes-
um plássum, ið fegnir eru tygum til hjálpar:
Vági
Tvøroyri
Térshavn
Runavik
Klaksvik
Sverre Skaalum,
Hjørleif Enni,
Kjartan Dalsgaard
Havstein Ellingsgård,
Påll Josephsen,
tlf. 73012
tif. 71061
tlf. 15222
tlf. 47055
tlf. 55835
FØROYA BRUNATRYGGING
Telefon 17022
Smyrilsvegur 20 — Postbox 45
110 Tórshavn
feløg), sum leggja merki
til alt. Føroyar eru hóast
alt ein nógv umtalað
kvinna, bert fáar kvinnur
eru so eydnuríkar sum
Feroyar.
Fyri at hava tað gott og
kenna seg væl skulu allir
partar av kroppinum
virka, annars vil pína vísa
seg onkunstaðni. Allir
veddar skulu mýkjast og
toyggjast, og heilin skal
dagliga hava nógvar upp-
gávur, fyri at hann fram-
haldandi kann arbeiða væl
og til fulnar.
Feroyar hava altíð ringa
tíð, hon framleiðir og finn-
ur uppá. Feroyar er vekur,
tá hon hevur nógv at tak-
ast við, men síðstu árini
hevur hon ikki kent seg so
væl, sum hon annars sær
út til. Aðrar »kvinnur«
(samfeløg) hava sæð tað
rætta í at fara til lækna,
men Feroyar hevur ikki
havt mót til at vitja lækn-
an. Ein vakran summar-
dag tekur hon seg saman
og fer til læknan, sigur við
hann, at tað er nakað við
beininum, sum ikki er í
lagi.
Hetta er einki nýtt, hon
hevur altíð gingið í long-
um buksum fyri at krógva
beinini. Hver kvinna vil
vifta við parti av kroppin-
um, ið ikki er í lagi ella
»perfektur« — í hvussu so
er ikki Feroyar. Læknin
lurtar og kannar hana, nei,
beinini hava tað ikki gott.
Læknin konstaterar
beinanvegin, at beinini
hava tað ikki gott og at
tey eru álvarsliga sjúk.
Orsekin er, at beinini bæði
verða ikki nýtt líka nógv
bæði. Annað beinið er
blátt og hovið, ein ára-
knútur buktar seg sum
ein violet slanga niður eft-
ir beininum og endar við
økulin, sum er blóð
sprongdur og til at bresta
av vatni.
Læknin kannar hitt
beinið, tað er klænt og føl-
ið, sera deyðir veddar,
næstan lammað. Feroyar,
sum væl skúlað kvinna,
sigur, at hon sjáldan ella
ongantíð nýtir hetta bein-
ið og hon vil ikki vita av
hesum beininum, vil held-
ur nýta hitt, tað sjúka.
Tá hon sigur hetta við
læknan, hoyrir hon sjálv,
hvussu býtt hetta ljóðar,
men hetta er veruleiki. Ja,
eg hoyri teg, sigur læknin.
So tekur hann til orða
„beinið er »yviranstreng-
að< og tað hevur einsa-
malt fungerað undir tær
og er nú úrslitið“, og
hyggur uppá Feroyar.
»Hvat skal eg gera«,
spyr Føroyar, og sær
bangin ut og heldur fram:
>Tú ætlar væl ikki, at eg
skal nýta hetta beinið aft-
ur, hygg hvussu hvítt og
óbrúkiligt tað er, tað er
eingin kraft eftir og hartil
er tað bert í vegin«,
Læknin roynir pedagog-
iskt at forklára, at um
kroppurin skal fungera
væl, skal hann brúkast
rætt, tyngdin skal fordeil-
ast líka á bæði beinini,
hetta hevur verið feilurin
hjá frú Feroyar.
Læknin heldur fram:
»Hugsa tær til, um bert
helvtin av fólkinum í sam-
felagnum vóru til arbeiðis,
og hini fingu forboð. So
vildi samfelagið ikki rigg-
að og endað júst sum bein-
ini á tær, har helvtin sleit
seg upp, meðan hini vóru
frísk og gingu sum ónytt-
ur, og felnaðu sum plant-
ur.«
Læknin sigur róliga,
fyri at Feroyar skal for-
standa læknaráðini, at her
má ein kurur til, og hann
gongur út uppá, at vinstra
bein skal fáa hjálp frá
høgra, so sjúka beinið fær
hjálp frá tí fríska.
Málið má vera, at allir
partar av kroppinum ar-
beiða saman. Gera vit tað,
verður Feroyar aftur vek-
ur og frísk, tí hvat er meir
natúrligt enn at nýta allar
tekar partar til neyðuga
samstarvið, = kroppinum
tervar — hvussu við sam-
felagnum.
BWH
EGYPTALAND
29. juni— 13. juli.
Prisur
5.000,- ella 6.000,-
(velst um eykaútferðir)
Karl Nolsøe
Ringið 03149 1339
Hvør er tað?
Lag: Hver er tað har sum situr
Hver er tað har sum situr
við valdinum í dag
hver stjórnar okkar landi
og fær so frægt í lag
at pengar kunnu koma
í landsins kassa inn
Hver er tað sum fær okkum
at fella tár á kinn.
Jú, onkur segði Sundstein
og annar segði Dam
men góðu fólk tit vita
vit mugu hyggja fram
TY hesir báðir gjalda
so fegnir nógvan skatt
so roynið tað at skilja
um teir ei hava rætt.
Tað er jú niðurskrivað
í kvsins halgu bók
at tey ið høvdu mikið
ei nakar frá teim tók
Hví skulu vit so grenja
og lata illa at
og siga við hvønn annan
nógu betri Pauli sat.
Nei eg ei skilji tykkum
í hesi sváru neyð
eg havi selt mær neystið
ja hús og jorð og seyð
Eg fekk tað alt frá abba
hann var nú kommunist
var figgjadur av Sundstein
sum altíð tá var fyrst.
Tað er jú heilt natúrligt
at onkur svíða skal
um fleiri líða hungur
og onnur liva væl
Tit kenna væl tað heitið
tey rópa demokrati
vit fylgjast øll í hundarnar
ja ganga lið um lið.
Tað lýsir brátt í eystri
fyrr fjøldin sang so frø
tá vóru aðrar tíðir
í barmi birtist glóð
Tá eingin kendi Sundstein
ei nakar visti av
at Atli fór at koma
við veldi undan kav.
Nær verður fjøldin vakin
og sær sítt kroppaskinn
í naknum veruleika
og ei við hond í kinn
Ei letur seg forføra
av lyftum til hvert val
men sjálvi taka um endan
— tá frælsið vinnast skal.
P.M.