týsdagur 7. mai 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Karl Nolsoe um 14 mánaða sjálvræði kurda
Tjóðveldið Mahabad
Oman fjøll, av fløtum, úr
bygdum koma tiggjutus-
undtals kurdar i lands
partinum Aserbeidshan i
útnyrðings-Iran at fylkj-
ast á Car-Cira-torginum í
býnum Mahabad.
Trilitta flagg teirra við
sól, hveitiaksi og skrivi-
fjødur veittrar alla staðni
Ur Irak, hinumegin
mark, koma teir eisini við
Mustafa E!-Barsani,
frælsishetjuni, á odda
r kurdin Mull
ah Ghasi Mohammad, het
um allar, i sov-
herbúna undir
hvítum turbani, herhevd-
ingi og gudsmaður í ein-
um
Ghasi forseti, standandi
á træklótu, kunnger
stovnan kurdiska tjóð-
veldisins.
Gamal dreymur verður
henda dagin, 22. januar
1946, veruleiki.
Fyrsta kurdatjóðveldi
til henda dag er borið fram
í ljós.
Fadrar tjóðveldisins eru
Sovjetsamveldið.
Í Norðuriran, sum hann
undir seinna heimsbar-
daga hersetti, stendur
reyði herurin enn.
Stuðlaðir av honum
taka vinstrahallu loys-
ingarfólkini = valdið í
Tebriz, hevuðsstaði Aser-
beidshan, og kunnger
loysing frá Teheran.
Ernaður av hesi fyri-
mynd sær Ghasi Mo-
hammad, formaður demo-
kratiska floks Kurdistans,
seguliga meguleikan fyri
hond
Hann fer til Baku at
biðja Sovjet um hjálp.
Aftan á tingingar aftur og
fram fær rættlærdi gud-
frødingurin Ghasi lyfti
Kremls at studla ætlan
kurda. Russarar skulu
lata honum våpn og lóður.
Mustafa El-Barsani
kemur úr fjøllunum við
3000 bardagavandum
stríðsmonnum, sum so við
og við reka iransku her-
deildirnar úr landinum,
men skjótt er kurdiska
tjóðveldið eingin mein-
bogi meir.
Sovjet lovar stríðsfer og
tungar kanónir, men send-
ir einans tilfar tilprentan
av kurdiskum blødum og
bókum og myndum Josef
Stalins, sum kurdar halda
vera teirra vin og vernd.
Men oddamenn tjóð-
veldisins, óðalsmenn,
bendur og gudfreðingar,
terva ikki kommunismu.
Ødrvisi enn í marxist-
iska tjóðveldinum Aser-
beidshan broytast sosial-
og ognarviðurskifti ikki í
Mahabad.
Nú fær ungi iranski
shahurin sær nýggjan for-
sætisráðharra og Mo-
hammed Ghawam, pers-
iskur yvirstættaætlingur,
lívsnjótari og íðin poker-
vísir
spælari, seg vera
meistara í Þpolitiskum
talvi.
Inn í stjórnina tekur
Laboratoriu-
teknikari
ella laborantur
Til setan sum skjótast verður sekt eftir
laboratoriuteknikara ella laboranti fyri-
bils í 5 mánaðar.
Starvið fevnir um vanligar kemiskar
kanningar av matvørum, drekkivatni og
øðrum.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Foroya Lands-
stýri.
msóknir skulu vera okkum í hendi
„sinast 20. mai 1991.
Heilsutrødiliga Starvsstovan
Debesartrød
100 Tórshavn
hann nakrar Moskva-
trúgvar úr kommunist-
iska Tudeh-flokkinum og
fer til Moskva at hitta
Stalin.
»Gamli Revurin«, sum
hann seinni alment nevn-
ist, lovar måttmikla vert-
inum borirættindi å
norðuriranska — oljuøkin-
um, um Sovjet fer úr Iran,
og vid persiskum lyftum
og amerikanskari hóttan
eydnast at fáa Stalin til
hernaðarliga afturteku.
Beinanvegin sendir
Teheran egnar herdeildir
vestureftir. Russiska
svikið beinir fyrst fyri
loysingini í Tebriz. Nekr-
um fáum eydnast tað at
bjarga sær um mark inn í
Sovjetsamveldið.
Iransku herdeildirnar
standa nakrar vikur
seinni frammanfyri portr-
um Mahabads — »at
tryggja parlamentsval< —
sum grundgeving.
Ghasi Mohammad veit,
at steðan er vónleys og
letur Barsani-manningina
fara úr býnum og fagnar
sjálvur iranska herinum.
Snopprikski ráðharri
Teherans bjóðar honum
samráðingar, um eingin
blóðgan verður.
Ghasi, bróður hans,
Sadre, og bróðursonur,
verndarráðharri kurdiska
tjóðveldisins, verða tiknir.
Á Car-Cira-torginum, har
14 mánaðar frammanund-
an kurdiska tjóðveldið
verður stovnað, heingjast
teir á nátt 31. mai 1947.
Herhevdingi Maha-
bads, Mustafa El-Barsani,
rýmir inn í Sovjetsam-
veldið við øllum ættar-
bólkum sínum.
Russar bíða úrslitaleyst
eftir oljuni, teimum er lov-
að, men í »Majlis«, iranska
tinginum, verða krev Stal-
ins háðandi burturbeind.
Móti sovjettiskari hevnd-
arætlan = verjir ameri-
kanska kjarnorkumegin.
Mullah Ghasi Mohamm-
ad rýmir ikki frá fólki sín-
um.
Nr. 84 — 7. maí 1991
Til henda dag er hann
hetja og fyrimynd kurda.
4000-ára frælsisbardagi
Bálið logaði og sást um
dalar og fjell.
Smiðurin Kara boðaði
frá, at hann hevði dripið
kúgaran og valdsharran
Dehak. Eldurin kolaði
borgina og glaðaði, at
kúganin var endað.
Sagnið, siga kurdar, er
meira enn 4000 ára gam-.
alt. Hvert ár í mars verður
bál aftur kynt á nýggj-
árinum, Newroz til endur-
minningar og lívgan fræls-
isviljans.
Gamalt sum sagnið er
bardagi kurda móti egn-
um og fremmandum
valdsharrum, móti fígg-
indaættum og grannum.
Longu 2300 ár undan
Kr. siga skriftir hjá
sumerum frá kurdum.
Grikski segumaðurin,
Zenofon, um 400 f. Kr.
sigu teir vera djarvar,
frælsiselskandi og gesta-
blíðar.
Hann sigur hetta bar-
dagafróða fólk, búgvandi
sunnarlaga Ararat fjallið
og langt inn í Anatoliu (nú
Turkaland), Persiu og om-
an gjøgnum Eurfratdalin.
Langt undan arabum og
turkum búði hetta trið-
stersta og elsta fólk í mið-
eystri á fløtunum og í
bjørgunum uttanum
Vann-vatnið.
Á okkara degum er
heimstaður teirra sundur-
skorin av turkiska, sýr-
iska, iranska og irakiska
markinum.
Eisini sovjetsamveldið
hevur ein kurda-bólk inn-
an mark.
400.000 arbeiðstakandi
kurdar fóru til Vestur-
týskalands.
Mál teirra er líkt pers-
iskum og hevur fleiri við-
hvert sínámillum torfert
skiljandi tosingarløg.
Hin av morðingum tehe-
ranska mullahstýrisins í
1989 í Wien myrdi kurda-
forðingurin Abdullah
Rahman Ghasemlu plagdi
skemtisliga at siga: >Vit
kurdar eru teir einastu
rettu iranar. Hinir eru
vavgreytur av persarum,
arabum, turkum og mon-
golum«.
Sjålvt persarshahurin
Pahlevi, >Sól Aria«, segði
honum ikki ímóti, men
forðaði hetta ikki honum í
at bumba kurdiskar bygd-
ir.
Íbúgvar nakna ana-
tolska fjallalandsins liva
frá gomlum av jørdini og
seyði, teir flestu ikki meir
enn til at ana undan.
Nakrir ættarbólkar
flyta samsvarandi árstíð-
unum við seyðafylgjum
millum summar og vetrar-
steðir.
Vetrarkuldi og kavi
liggur langt inn í apríl.
Harafturímóti er kurd-
iska fløtan í Norðurirak
miðeysturs kornbingja og
uttan um Kirkuk og
Mosul eru týðandi olju-
útvinningar.
Meðan teir í fjøllunum
sum óðalsfólk dyrka egnu
jerð eru fløtukurdar van-
liga dagleigarar, festarar
ella flóttaarbeiðarar á
gerðum hjá kurdiskum
ofta í býnum búsettum
stóraðalsfólkum.
Kurdiska fólkið verður
býtt í ættir, skyldskaps-,
stórfamilju- og bygdasam-
felog.
Samfelagsoddamenn
verða nevndir Agha.
Tú giftist einans innan
ættarbólkin og jorð skift-
ist bara millum ættbreð-
ur.
Um skyldskapur er mill-
um stórar skyldskapar-
bólkar og húsarhald í eðr-
um ættarbólkum kunnu
fáa hesar at vaksa og
minka alt eftir ríki og um-
demi ættarbólkaforinga.
Yvir Afghaninum eru
trúðarleiðarar, sheikar, ið
oftast eisini eru ættbólka-
foringar og stóraðals-
menn.
Um teir enn stríddust
harðliga ímóti, blivu kurd-
ar islamiseradir í 7. eld e.
Kr. og hava teir síðan
verið partur av islamisku
verðini. Saladin, sum í 12.
eld var sultanur Egypta
og Sýrialands, fríðaði
Jerusalem undan kross-
fararum og kom av kend-
ari kurdaætt.
Á okkara degum eru um
80% av kurdum sunni-
muslimar, avlopið er shia-
muslimar og aðrir smá-
bólkar.
Teir høvdu gott granna-
lag við kristnar armenar,
meðan teir enn vóru har
um leiðir.
Sjálvt um kvæði og
seguskaldskapur teirra
síðan 17. eld droymir um,
at teir skulu sameinast
undir einum sheiki, hevur
klandur millum kappandi
ættbólkar, sum javnan
tóku seg saman við arab-
um og turkum móti ætt-
breðrum til henda dag,
forðað sameinan kurda.
Einastu ferð hava teir
havt egnan stat, stutt
aftan á seinna heimsbar-
daga í Mahabad.
Aftaná fyrra heimsbar-
daga lovaðu sigrandi lond-
ini í Sévre-sáttmálanum
1920 kurdum egnan stat,
men hetta lyfti var svikið
sum so mangan fyrr og
seinni móti kurdum.
Bretar samansettu ein
nýggjan stat úr leivdum
turkiska ríkisins, Irak.
Stersta áhuga hevdu
oljuríku kurdisku ekini
uttanum Kirkuk og Mosul
fyri bretar.