mikudagur 8. mai 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 85 — 8. mai 1991
seta í verk demokratiskt
sosialistiskar loysnir —
solidariskar loysnir (sam-
haldsfastar) — í tann mun
vit eiga parlamentariska
styrki.
Ongin her skal ivast í,
at flokkurin, sum í dag
hevur sterstu parla-
mentarisku styrkina,
hann nakrantíð hevur
havt, vil nýta hana fult út,
so langt hann hevur hegni
og skil til at tamba sína
ávirkan, vil hann stríðast.
Tit hava ferð eftir ferð
sæð tað vinna, fyrst í
1959, síðani aftur í 90-
unum og seinast frá 1985-
89, einasta tíðarskeið í 80-
unum, har teka realløn
borgarans aftur vaks og
kom so høgt aftur, sum
hon nakrantíð hevði verið.
Stødan við
ársbyrjan 1991
Áðrenn vit fara at meta
avrik, døma um makta-
loysi, hugsa um meguleik-
ar og skjótleikan í menn-
ingini av teim, eiga vit at
vega fæið, tøkt er, at lyfta
og lodda ferningin, sum
stóð við vegin, ásannandi,
at gandakallar hava vit
ikki valt á ting.
Landsstýrið hevur sitið
312 mánaða og væl er fing-
ið av skafti. Men at vit
skuldu havt loyst allar
trupulleikar hesa stuttu
tíð, havt fingið ell hjól at
mala og hverja hond í ar-
beiði, væntaði væl ongin.
Hevdu vit tað, hevði onki
trúvirði verið í okkara
metingum í valstríðnum
um hvussu galið til stóð
búskaparliga.
Vit segdu, at tung tek
blivu at taka og tey eru
tey flestu eftir. Vit søgdu,
at hugburður skuldi
broytast, og tað er ikki
letuverk. Vit segdu, at
rættvísari býti skal fremj-
ast og tað er farið í gongd.
Vit segdu, at skattaskip-
anin skal leggjast um og
arbeiðið er byrjað. Vit
segdu, at bundna upp-
sparingin skuldi burtur,
hon er burtur hjá meðal-
lønum og hvervur heilt 1.
januar. Vit segdu, at rá-
fiskabýtið bleiv avtikið,
tað er gjørt. Vit søgdu, at
'vinnan skuldi sanerast,
hetta gongur við skjótari
ferð. Vit segdu, at rentu-
spekulatión skal minkast
og steðga, her er settur
skjetil á. Vit segdu, at
studningsskipanin skuldi
broytast og fastfrystast á
nógv lægri stødi. Hetta er
ásett í fastari avtalu.
Nú ræður um at halda
tørn og tora og ikki at
skjóta planleyst í eyst og
vest.
Tað mest positiva, hent
er, er at trúgvin á, at hesir
báðir flokkar — hetta
ómaka partið — hevur
rygg til at seta gjørdar av-
ialur í gildi, føra tær út í
lívið, longu hevur grund-
broytt prísskipanina fyri
fiskaverur, avreiðingar-
mynstrið og framleiðslu-
mynstrið. Ja, so nógv, at
vit helst longu kundu
havt minkað stuðulin við
einum 50 milliónum, men
har ræður eisini um at
gjørdar avtalur verða
hildnar, so einki verður
skrykt undan vinnuni
óvart og óvæntað.
Talað hevur verið nógv
um falittir, tvingsilsselur
bæði av virkjum og skip-
um. Tíverri eisini í vissan
mun vanligum sethúsum.
Hetta kemur at halda
fram eina tíð enn, áðrenn
verulig vend kemur í. Tað
er neyðgut, munurin er
bert tann, at meðan tað
higartil mest hevur verið
landskassin, sum hevur
lagt síni veðhald út, verða
tað nú í sterri mun aðrir
peningastovnar og veð-
haldarar, sum mugu tillag
seg broyttu umsteðunum.
Kunnu teir líta á, at vit
ikki slaka, koma teir nú at
ásanna tey tap, sum rygg-
leysi politikkurin framm-
an undan slapp teim und-
an at ásanna. Virkini og
tey skip, sum hava verið
skinndeyð, koma nú til
lívs fyri tann kostnað,
sum ein nakað bett og
virðisekt framleiðsla kann
bera.
Hetta kostar tí almenna
eitt sindur afturat, men
nú eru bert umleið 500
mió. kr. eftir í veðhaldum
og oll gerast ikki effektiv.
Bankarnir hava sum
kunnugt sett útvið milli-
ardina av til at standa
ímóti tapi við seinastu 10
árini. Ein partur av hesum
fer nú, men vit fáa eina
vinnu á dyggari fíggjarlig-
um steði.
Sum tit fara at frætta
frá Tummasi, verður 1991
veruliga eitt framlopsár
fyri viðgjerdar fiskaverur.
At vit so samstundis læra
at útvikla pakkingar-, sor-
teringshættir og nýggja
selusmogur fyri minni við-
gjørt men dyrmett fiska-
sløg, tå hesi eru fesk, er
einans eitt skilagott upp-
byti, sum altid er betur
enn at alt fer sum hálvvið-
gjørd råvøra til idnadin
hjá eðrum.
Hetta hevdu vit nógv
frammi í valstríðnum, og
her fara vit at vinna.
Tá tað er gjert, er aftur
eitt steði at byggja eina
ekta vælferð uppá. Tí eitt
er vist, vit sleppa bert í
avmarkaðan mun at læna
okkum til slíka øking.
Samgonguskjalið
Høvudsmål
Samgonguskjalid er tøkt
hjá fundarfólkinum og
skal eg umreða nakrar
tættir í tí.
Formansskifti
Legmansskifti
Tit hava helst merkt tykk-
um, at tá landsstýrið bleiv
skipað, boðaði eg frá, at eg
fór frá sum legmaður við
árslok 1992. Hetta merkir,
at Javnaðarflokkurin skal
velja sær eitt løgmansevni
— sum so aftur kann velj-
ast til løgmann av einum
løgtingsmeiriluta, og ætl-
anin er at tað verður sit-
andi samgonga, sum tå
velur — men hetta vil væl
so ella so eisini bera i sær,
at vit skulu hava ein
nyggjan formann. Nær
hetta skal verða, mugu vit
umhugsa sum skjótast.
Tað kundi hugsast at ver-
ið hesaferð. Men her boði
eg frá, at eg stilli upp, tí
eg haldi, at løgmansstarv-
ið og formansstarvið
fylgjast í hvussu er sum
longst, meðan legmaðurin
eitur Atli Dam og hugsi,
eg fari at mæla til at so
verður framyvir eisini.
Kortini hava teir í summ-
um londum eitt uppbýti
og tað riggar so eisini.
Tit mugu tí gera upp við
tykkum sjálvi, um skiftið
skal fremjast nú, á næsta
landsfundi ella á eyka-
landsfundi beint fyri ella
beint eftir løgmansskiftid,
t.v.s. nov. ella des. 1992
ella har á leið.
Onkur skilir kanska ikki
avgerð mína. Men tað
verður so harvið.
Onkur heldur demini
um slíka framferð ræða.
Hann, sum heldur at nøgd
liggur í at taka avgerðir
og hann, sum metir av-
gerðir tungar at taka,
hugsa ikki á sama hátt um
hetta.
Tað er eitt lív uttanfyri
politikk. Tað havi eg livað
partvís áðrenn 1970. Tað
var eitt gott lív. Spenn-
andi verður, um ein kann
liva hetta eisini partvís
aftan á 1992. Tað havi eg
hug at royna.
Gongur tað ikki, má ein
Eini 200 fólk vóru við á
ti sera væleydnaðu
veitsluni, sum Vágs
Javnaðarfelag skipaði
fyri
geva skarvin yvir.
Tað eru tey sum halda,
at hesa fráboðan skuldi eg
ikki givið, tí nú eigi eg
ongan »autoritet« eftir í
Javnaðarflokkinum
hóast slíkt orð skuldi ver-
ið fremmant í einum
sosialdemokratiskum
flokki.
Rætt er tað, men tað
mugu vit liva við og vóna,
at júst tað ger, at ungar
kreftir og eldri gera upp
við seg sjálvar og tora at
bjóða seg fram til at taka
við besta flokkinum í Fer-
oyum, ja, besta í hverjum
landi, hann finst.
Tú skalt lata nakað frá
tær, tekur tú av avbjóð-
ingini. Men tú fært so
sanniliga eisini ofta nekt-
andi løn frå starvsfeløg-
um, floksfeløgum og van-
ligum borgarum, sum
mettu teg gera okkurt
skilagott og gott.
Múrar eru rapaðir. Skip-
anir kollvelta. Búskapar-
ligar og politiskar,
kapitalistiskar og komm-
unistiskar. Okkara væl-
ferdarsamfeløg eru skak-
að. Skipanir fyri eldri,
veik og sjúk skakaðar. Til-
feingið ov troytt. Um-
hvervið dálkað. Tilveran
minni nektandi og ójavnin
sterri millum fólk í yms-
Síða 7
um heimspertum enn
nakrantíð fyrr.
Vandin fyri, at hesin
ójavni og harðskapurin av
honum og trýstið frá hon-
um setir politiskar hug-
sjónir og kappingina
teirra millum til viks, er
ongantíð so stórur sum
nú.
Hver hevur tá boð uppá
loysn. Eg dugi ongar aðr-
ar at síggja enn slíkar, ið
byggja á tær hugsjónir,
sum okkara flokkur hevur
bygt á síðani ikomuna i
fyrru eld.
Virðing fyri einsteku
menniskjuni og rættind-
um hennara í samfelag.
Solidaritetur millum ein-
støku menniskjuna, í
bólki ella landi og solidari-
tetur millum manna,
landa og veraldarparta í-
millum, skynsama umsit-
ing av hesum veraldar-
pertum, vit fingu at um-
sita.
Tað er tað steðið, vit
byggja á. Vit varða av
hverjum eðrum.
Hesar hugsjónir verða
framvegis, men alla tíðina
í tillagaðum og nýggjum
líki, tað einasta haldgóða
grundarlag at byggja
samveru millum menn-
iskju á.