fríggjadagur 10. mai 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ein spann
- -
Sr SOSÍalUrin
liøgan var
Sløk átta ár seinni keypti stjórin saman við
…”
hjálparfólkum - eitt dampvaskari, fyri 5,3 mið.
krónur
Søgan um, hvat kvinnur
kunnu fáa burturúr spann
og tvøgu eru nógvar, men
summar eru meira ævin-
týrakendar enn aðrar.
Tá Mary Debes Olsen
stovnaði Firma Reingering
í 1983, var tað við einum
færra av fyrivarni.
Hugskotið fekk hon frá
systrini Sonju D. Winther-
eig, sum ein dagin vitjaði.
Hon helt at Mary dámdi
so væl at gera reint, at hon
átti at vaksa fyri fólk!
Mary setti eina lýsing í
Dimmalætting, og fyrstu
vikuna vaskaði hon og ein
17 ára gomul genta.
Tá ein vika var farin,
vóru 10 kvinnur í arbeiði,
og síðani hevur tað bert
gingið framá við sjeymíla-
ferð.
Víðka um tænastuna
Fyri tveimum árum síð-
ani keypti Mary D. Olsen
Skodsborg húsini í Dala-
túni. Hetta var gjørt við ti í
hyggju at stovna vaskarí í
kjallarahæddini, sum ein
víðkaðan part av tí tæn-
astu, sum Firma Reinger-
ing veitir.
Ætlanirnar vóru komnar
so langt fyrst í hesum ári,
at stjórin hevði verið í
Danmark og kanna útgerð
til vaskarí, tá Lea Poulsen,
fyrrverandi eigarin á Ex-
spert-Vask ringdi ul Mary,
og spurdi um hon var
áhugað at keypa vaskaríið.
Mary Debes Olsen: - Eg
segði ja beinanvegin. So
ringdi eg til Sonju systir,
og bað hana vera við í
keypinum, og hon játtaði
eisini beinanvegin.
liggu í egna
arbeidsplåss
Hóast alt gekk við rúk-
andi ferð, so var keypi-
upphæddin so stór, at eg
eisini bjóðaði Jóannes,
soni mínum at ganga sam-
an við okkum báðum.
Jóannes Slættanes hevur
handilsskúlaútbúgving, og
hevur verið arbeiðsleysur,
men hevur sostatt gjørt
iløgur fyri at skaffa sær
arbeiði, og tað kom eisini
væl við hjá mammuni og
mammusystrini.
Sonja D. Wintereig hev-
ur virkað sum roknskapar-
leiðari í Firma Reingering
í fýra ár, og hon tekur tí
eisini uppgávurnar í Ex-
spert-Vask við.
Firma Reingerð heldur
fram eins og áður, og har
starvast eini 25 fólk fullan
dag. Fyritgkan vaskar fyri
privatfólk - høvudsreinger-
ing 0.2., reinsar teppir og
annars verður arbeitt fyri
stovnar og fyritøkur.
Exspert-Vask i Mikines-
gøtu hevur til húsa í nýggj-
um bygningi, sum bert er
eitt ára gamal.
Nútíðar útgerð
Hetta er eitt nútíðar
vaskarí, sum verður rikið
við damporku, og tað
merkir samstundis, at bert
eini sjey fólk arbeiða har.
Teknologisk Institut í
Danmark hevur góðkent
vaskaríið, og tað merkir, at
tey eisini kunnu taka móti
tilfari av sjúkrahúsi, um
tað gerst neyðugt.
Bygningurin er 400 fer-
metrar til støddar. Vaskari-
ið er so væl utgjørt, at tað
kann nøkta allan tørvin
sum er av slikum i Føroy-
um.
- Hetta hevur verid ein
góð loysn, sum vit eru sera
væl nøgd við. Expert- Vask
er grýtuklárt, og virksemið
ið var her áður, fylgir við
okkum, umframt at vit
sjálvi hava brúk fyri
vaskaríinum í okkara dag-
liga virki í Firma Rein--
gering, sigur Mary D. Ol-
sen.
Slíkt vaskarí kann ikki
bera seg við bert at vaska
klæðir fyri fólk. Viðskifta-
fólk okkara eru eisini
stórar fyritøkur - eitt nú
Strandferðslan, Vaktar &
Bjargingartænastan, Tann-
læknastovur, Fiskasøla og
Hotel Vågar - bert fyri at
nevna nøkur dømi.
Umframt at virka sum
vaskari, ber eisini til hjå
privatum og gørum at leiga
sær dúkar hjá Exper-
Vask, eins og handilsfyri-
tøkur, skrivstovur 0.a.
stovnar leiga mottur, sum
Ekspert-Vask skiftir út og
reinsar eftir avtalu.
Hóast nýggju eigarnir
tóku yvir vaskaríið fyri
fáum døgum síðani, so
hava teir úr at gera. Hetta
er tíðin tá fólk gera
høvudsreint og nógv við-
skiftafólk eru.
Ein trupulleiki hjá Firma
Reingering hevur verið, tá
gardinur skuldu takast nið-
ur og vaskast, og ofta var
striltið at fáa tær upp aftur,
sum skjótast.
Nú ber til at skipa bæði
arbeiðsplássini, so arbeiðs-
gongdin verður meira vir-
kin enn áður. Tað er vid-
kað tænasta á einum øki,
sum gevur stórri møgu-
leikar á øðrum stað.
Deild í Dalatúni
Um einar 14 dagar verð-
ur møguligt hjá fólki at
lata klæði inn á Dalatúni 6,
eins og fara aftur eftir
teimum, tá tey eru vaskað.
Expert-Vask er eitt sind-
ur fjarskotið, og tí halda
eigarnir, at tað er betur fyri
1 ey trý Jóannes
Slæuanes, Mary D.
Olsen og Sonja D
Winthereig, sum hava
stovnað P/F Expert-
Vask
viðskiftafólk, um tey kun-
du sloppið undan at fara
norður í Havnardal, um tey
hava ørindi í Expert- Vask.
Dagny
Sjey fólk arbeiða Í
Expert-Vask, sum flutti í
nýggj an virkisbygning í
fjór. Vaskaríið er so væl
utgjørt, at tað nókar
allan tørv sum er til
vaskari í Fóroyum.
Vinstrumegin síggjast:
Jóannes Slættanes,
Sonja D. Winthereig,
Mary D. Olsen, Rigmor
Mortensen, Oddvør
Djurhuus, Anna
Johannesen og Fribjørg
Andreasen