Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 86 — 10. mai 1991 Buldur í Klakksvík um játtan til fyrverkari á Norðoyarstevnu Páll Josephsen skakadi hýráðið Páll Josephsen kom illa fyri í lyftuni í býráðshúsunum, á veg á fund at viðgerða fýrverkarí játtanina til Norðoyarsteynuna Páll Josephsen skak- aði býráðið, tá fýr- verkaríjáttanin var Seinasti býráðsfundurin í Klakksvík, fyri stongdum hurðum, var ikki uttan dramatikk. Á skránni var millum annað játtanin ul fýrverkaríið á Norðoyar- stevnu. Varabyrådsformadurin, Páll Josephsen var møtt ikki stundisliga og medan byrådslimirnir ungast um fyrverkari ljóðar eitt øgiligt buldur. Býráðs- limirnir loypa leysur úr stólunum og onkur tekur fyri bringuna. Ein spyr um teir longu eru farnir at skjóta og so allir á dyr at vita hvar buldrið kom frá. Uti á gongini síggja teir, at tað er í elevatorinum, at okkurt er áfatt. Eymk og hálvkvald róp leiða teir niður í kjallaran. Lyftan stendur føst millum tvær hæddir. Við taljum verður lyftan tryggja og síðan verður broud inn. Sjónin teir síggja er ein ørkymladur og forfardur Påll Josephsen, sum er komin frå heljarferðini vid eitt sindur av pínu í rygginum, men annars óskalaður. Tað sum hendi var, at meðan lyftan hálar tann bulmikla og førliga Páll Jopsefsen uppefur, glepp- ur ein veirur av hjólunum í spælinum. Lyftan tekur dyk á seg niður eftir og narkast við ferð kjallara- num. Einar triggjar metur áðrenn hon hevði brostið í gólvið, stedgar hon av emi automatiskari neyd- bremsu. Steðgurin varð ógvuliga harður og Páll reyk í gólvið. Páll var heppin í hesum óhappinum, men ógvuliga logið, at býráðshúsini skuldu skakast av buldr- inum, júst tá teir vidgjørdu fýrverkaríjáttanina. jústinus Skiparin á Skarðhamri: Vandi fyri at fiskur verður úttveittur --Vit hava prógvað við royndarveiðu, at tað ber at halda seg niðanfyri 30 prosent av rundum fiski, sigur Hjalti í Jákupsstovu, Fiskirannsóknarstovan Á midnátt týskvgldi skutu 14 trolbåtar fyri fyrstu ferð á landleiðini í ár. Bátarnir royna eystanfyri og vestur úr Suðuroynni. Vit tosaðu vit skiparan á Skarðhamri, Haldor mikumorgunin. --Tað sær svart út fyri summarið. Eg vanti tað verður ógvuliga torført at halda seg niðanfyri 30 prosent av rundum fiski. Vandi er fyri, at bátar fara at tveita rundan fisk útaftur, fyri at halda seg innanfyri markið, sigur skiparin. Tá Sosialurin hevði samband við Skarðhamar, høvdu teir havt eitt hál. Teir fingu 12 kurvar, ella 1200 pund og í fyrsta hálinum høvdu teir klára at hildið seg innanfyri 30 prosenta markið. Teir fingu bert tvær kurvar av rundum fiski. Skarðhamar royndi vestanfyri Suður- oynna. Ikki ógjarligt —Tær royndir, vit gjørdu seinasta summar, júst við Skarðhamri, sýna, at tað ber ul at halda seg niðan- fyri 30 prosent av rundum fiski, sigur Hjalti í Jákups- stovu, leiðari á fiskirann- sóknarstovuni. -Min støda í hesum málinum er heilt greið. Bert ikki til at royna eftir flatfiski uttan at helvtin av veiduni skal verda rundur fiskur, so er ikki grundar- lag fyri troling å land- leiðini, sigur Hjalti í Jákupsstovu. --Tað er ikki toskur og hýsa hesir bátar skulu royna cftir, men flatfiskur. Tað er heldur ikki neyðugt hjá trolbátunum at keypa nýggj trol. Vit hava gjørt eina arbeiðstekning og tað ber væl til at broyta ver- andi trol. Broytingin í trol- inum er í stuttum hendan, at høvudslinan gongur longur aftur í trolið. Hon verður hildin niðri av ødrum línum, soleiðis at trolid gapar ógvuliga litid í hæddini, sigur Hjalti í Jákupsstovu. --Afturi í posanum í yvirnetinum eru plátur við stórum meskum. Okkara royndir við hesum trol- inum við sjókaga sýnir, at toskurin fer uppundir yvir- netið, tá hann kemur aftur í posan, meðan flatfiskurin fer niður máti botni. Við stórum meskunum hevur toskurin møguleika at úr aftur posanum. Og tå trolid er so lágt kemur hýsa als ikki i, hon fer uppum frammanfyri, sýnir sjókagin, sigur uÐsstovu Hjalti í --Men sjálvandi, tað kann koma fyri, at ein bátur fær eitt hál bert við toski. Tá haldi eg, at skip- arin eigur at siga Vaktar og Bjargingartænastuni frá og rýma. Tað er so stór mótstýða móti troling á landleiðini, at eg haldi, at skipararnir eiga at gera alt fyri at Visa, at teir royna eftir flatfiski og ikki hótta útróðrarbátarnar, sigur Hjalu í Jákupsstovu. jústinus