Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 86 — 10. maí 1991 skal skapa fyritreytir fyri, at annað virksemi kann koma í gongd. Hetta skal eisini skapa fyritreytir fyri, at vit fáa sterri toll- inntekur og sterri skatta- inntekur. Vit sita sostatt á einum parti í umsiting- ini, sum skal skapa fyri- treytir fyri allar aðrar partar at koma í gongd. Hetta arbeiði við at fáa meirvirði burtur úr verun- um er komið væl áleiðis. Vit eru lidnir við tær lógir, um eru fy tyri at KUNN- ny Uli m Sé n, | t« KUM U il li SUIT nnan x i tt i it gt } Vit he ið st eg Ur ! 1pul sat erå € ein i enning ski be t lóg ða smíð skapar ivr tan Tad « 3 a politikki nugu tera so eiðar og reinar linjur, at illir partar í samfelagnum trúgva uppá tað, sum vit gera og vilja samstarva við okkum sum ein álít- andi partnara Tá eg tosi um samstarv, so er tað samstarv við bankar, samstarv við ar- beiðsgevarar, samstarv við fakfeløg, samstarv við selulið og samstarv allan vegin. Samstarva vit, so er eingin ivi um, at vit náa tey mál, vit hava sett. Eitt annað loysunarorð í samfelagnum er í dag „specialisering<. Vit tosa um specialisering í stórt sæð øllum liðum i samfe- lagnum og specialisering merkir, at tað má sam- starvast um at rekka mál- unum. Samstarva vit øll og geli gera tað vit duga best, so fer tað uttan iva at ganga. Hinvegin so má ein við- ganga, at tað hevur ligið til tað feroyska fólka- lyndið, at vit hava skil fyri ellum, vit duga alt sjálvir, vit eru bestir til alt meguligt og vit eru ofta bestir til tað, sum vit einki hava við at gera, so er her uttan iva lagt upp til eina mentunarkollvelting í hugsunnarháttinum hjá føroyinginum. Landskassin einsa- mallur um tapið Hetta er tann dynamiski parturin av virkseminum innan fiskiídnaðin. Hin parturin, sum eitur kapitalkostnaður og renta, hevur í nógv ár verið alt ov hegur á okk- ara vinnuvirkjum. Vit hava við eðrum orðum havt ov dýr amboð at ar- beitt við. Hetta má broyt- ast. Vit hava sæð eina rímiliga miseydnaða sanering í fiskiflotanum, har kapitalútreiðslurnar eru skornar burtur við tí, sum landskassin hevur veðhildið fyri, meðan bankar og privatmenn hava tryggjað seg so- leiðis, at skipini eru keypt fyri ein prís, sum bert hev- ur tikið landskassans veð- hald burtur, t.v.s. at landskassin hevur verið einsamallur um at tapa. Ég vil pástanda her, at tann prísur, sum fiskiskip í dag I verið seld fyri er alt ov hegur. Ég eri ugt at eir ir partur av okkara fiskiflota fer eina- ferð afturat igiøgnum eina tvingsilsselu og kemur niður á ein prís, sum er rímiligur og sum er í sam- svar við ta príslegu, sum amboðini í okkara gran londum hava Viðvíkjandi fiskiidnad- inum á landi havi eg fleiri ferðir sagt, at amboðini eru ov dýr og vit mugu fara igjøgnum eina kapitalsanering Tann saneringin må ikki bert ganga út yvir tað, sum landskassin veðheldur fyri, nú mugu teir privatu peningastovnarnir taka tey neyðugu tapini. tað er eitt og annað, sum bendir á, at hetta eru teir greiðir yvir og eru teir farnir í holt við hetta á ein posi- tivan hátt. Mín vón skal vera, og tað vænti eg eisini, at vit aftaná eina slíka saner- ingstíð fara at hava eitt sunt og gott vinnulív. Henda prosessin verður tung at fara igjøgnum, men vit hava frá lands- stýrisins síðu tosað við peningastovnarnar og teir skilja eisini, at tá virkini fara igjøgnum eina tving- silsselu, má virksemið halda fram og ikki steðga upp, soleiðis at arbeiðs- fólkið hevur nakað at fara til og kunna forvinna pen- ing til gerandisdagin. Annars er samband ímillum landsstýrið og peningastovnarnar = um framtíðina hjá teimum virkjum, sum fara, og har sær út til at tingini kunnu samskipast, soleiðis at úr- slitið verður í lagi. Ráverumongdirnar til fiskiidnadin minka og vit kunnu ikki vænta nakra øking av grunnunum við Feroyar fyribils. Málið hjá javnaðarflokkinum er tí, at vit stuðla og vilja ganga við til at innflyta fisk úr eðrum londum og vit virka fyri, at tann vera, sum verður fiskað av okkara langfaraflota, verður legd upp í Fer- oyum og meirviðgjerd her, soleiðis at vit eisini fáa ágóðan av tí meirvið- gerðini, sum verður gjørd í útlondum. Lóggávuarbeiðið fyri at skapa skipasmiðjuídnað- inum góðar fyritreytir at virka undir, er liðugt, og nú er at vóna, at tey, sum reka henda ídnað, eru heppin og fáa sáttmálar til landið, bæði til nýbygg- ingar og sterri umbygg- ingar. Hetta hugsi eg teir hava rímiliga góðar møgu- leikar til nú. Ferðamanna- vinnan Ferðamannavinnan er eis- ini ein framtíðarmegu- leiki. Hon verður ongantíð tað stóra her hjá okkum ju i í Í 1 Vi tað er eitt 3-mannaráð er tað nakað, sum eg haldi avskeplar demokratiið í samfelagnum, so eru tað stór ráð, sum taka sær av tingum. Tá er tað at hava smá ráð aka sær av storum tingum. Tað verður í hesum døg- um gjørd ein någreinilig ætlan skulu um, hvussu vit ferðamanna- vinnuna framtíðini Hetta verður ætlandi samtykt í landsstýrinum innan fyri 14 dagar, og so verður farið til verka. Kós- in verður so fylgd og vit røkka teimum málum, sum vit seta okkum í hes- um 4 ára skeiði, soleiðis at hetta eisini verður eitt í- skoyti til okkara vinnu. Eg ivist ikki í, at her er nakað at heinta, í hvussu er í summarmánaðunum, og eg vóni, at feroyingar sum heild fara at síggja ferðamannin, sum kemur higar, sum ein innteku- meguleika og ikki bert sum ein gest, sum ein eigur at vera blíður við ella ein gest, sum ein helst vil hava avstað aftur sum skjótast. Sum eg nevndi í byrj- anini, so hava vit nakað lítið av ráveru at arbeiða burturúr. Vit mugu — tað er okkara uppgáva sum politikarar og hjá einum og hverjum — leita eftir nýggjum meguleikum, nýggjum leiðum at fara, nýggjum vinnumeguleik- um og nýggjari ráveru til vinnuna. reka Oljan Her kemur so tann nógv umtalaða oljuvinnan ella off-shore vinnan, sum vit tosaðu nógv um áðrenn valið, og sum minni hevur verið tosað um eftir valið. Nú er tað solieðis, at javn- aðarflokkurin hevur máls- eki í landsstýrinum og ar- beiðið sum soleiðis fellur í tveimum pertum, eitt er at fáa avgreitt undir- grundarmálið við donsku stjórnina og eitt annað er at kanna teir meguleikar, ið eru í vinnuni. Tað er eingin í dag, sum kann siga, at olja finst við Feroyar, men megu- leikarnir eru her. Og er ein meguleiki, so hava vit mett tað vera beint, at vit royna og stuðla og virka fyri, at okkara fólk og okkara skip koma inn í hesa vinnu, sum er rundan um okkum, bæði á norsk- um og enskum eki. Her fer nógv arbeiði fram og meguleikar verða helst fyri at fáa fólk inn sum observaterar, til útbúgv- ing og í vinnu, men tað tekur eitt sindur av tíð. Kortini bendir alt á, at tann fyrsti sáttmálin við útlendskt felag um at leiga sokallað stand-by skip frå føroyskum eigara er um at vera i lagi. Her er ikki talan um nógv fólk, 1 skip og 10 mans í vinnu um árið, men er man komin inn í vinn- una og klárar seg væl, so ivist eg ikki í, at her liggja nakrir meguleikar. Verða oljuboringar sett- ar í verk inni á okkara eki, so eru vit við og kann htta gerast ein týðandi partur av okkara framtíðar bú- skapi. Óivað er nógv at um- reða og eg vóni, at nógv kemur fram á hesum landsfundi, men eg vil heita á tær atfinningar- somu reddirnar, sum í dag hoyrast í okkara flokki og okkara samfelag, at hugsa seg um og hugsa, hvussu standurin hevði verið, um vit høvdu eitt reint borg arligt stýri. Tá hevði uttan iva verið verri statt enn í dag, tí í dag eru hóast alt glottar fyri framman. Neyvan hevði tað verið tespiligt fyri vanliga feroyingin at farið undir framtíðina við borgarligum stýri. Nei, eg vil pástanda, at ein framtíð fyri Feroyar, ein framtíð fyri hin van- liga efroyingin verður altíð best fyriskipað av Feroya javnaðarflokki. Hetta uttan mun til hverjum eki vit arbeiða við og á. Tað grundleggj- andi fyri okkum er, at vit hava atlit til at samfelags- ligir ágóðar verða býttir millum so mong sum gjer- ligt. Og at bakkestini í minst meguligan mun raka tey veikastu í sam- felagnum. Hetta er tann grundleggjandi trúgvin og tær grundleggjandi hugsjónirnar, ið vit mugu arbeiða út frá. Og síðani haldi eg at um vit gera hetta, so eigur hetta land og fólk eina ljósa framtíð. 2. auktion Det meddeles herved, at der pá tidligere bekendtgjort tvangsauktion over matr. nr. 1076 L Tórshavn tilhørende Olavur Arge er begæret ny auktion, der afhold- es torsdag den 23. maj 1991 kl. 10.00. Højeste bud på 3.500.000,00 kr. 1. auktion er Færøernes fogedret, den 06.05. 1991 Lasse S. Christensen fm. | — Kvinnuhåsfelagiø — | Limafundur i KFUM 1. og 3. héskvøld i månadi- num ki. 20.00