týsdagur 14. mai 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 88 — 14. maí 1991
Gevið útflytarum rúmari ræsur!
Tað fløvadi at lesa grein-
ina hjá Tormóði Dahl um
sølupolitikk. Boðskapurin
var greiður.
Almennu myndugleik-
arnir skulu vera varnir við
at koma við harraboðum,
og skulu geva útflutnings-
vinnuni frið at finna seg
tilrættis á marknaðinum.
Uppskotið hjá lands-
stýrinum um at leggilda
útflytarar, og at seta
treytir fyri eginpeningi
hjá utflutningsfyritøkum,
er einastandandi uppá
ymiskar mátar.
Fyri tað fyrsta er tað
tekin um, at tað lobby-
virksemi, sum fer fram
aftan politisku leiktjøld-
ini, hevur fingið lands-
stýri at halda, at ruðuleiki
valdar á útflutningsekin-
um, og at tað tí er neyðugt
at bremsa >smáu útflytar-
unum“.
Undir fyrstu viðgerð í
løgtinginum var jånka-
sligt vid argumentum.
Fyrrverandi fiskasølu-
stjórin førdi fram, at vit í
prinsippinum hevdu
47.000 útflytarar í Fer-
oyum. Og orsekin er, at
vit ikki hava eina lóg um
útflutning.
T.v.s. at flokkurin fyri
teir = sokallaðu svornu
liberalistarnar heldur, at
vit hava 47.000 útflytarar
í Feroyum, tí at hesir
betrivitandi kalar ikki
hava sett kvotu å hvussu
nogvir hesir skulu vera.
Um vit leggja politikkin
tilrættis eftir hesum hugs-
unarhåttinum, hvar enda
vit so??
Ti um vit teoretiskt
hava 47.000 útflytarar, so
hava vit eisini teoretiskt
47.000 bilhandlarar,
47.000 keypmenn, 47.000
sjúkrasystrar, 47.000 heil-
selur, 47.000 bakarar,
47.000 lærarar o.s.fr., tí at
løgtingid ikki í síni betri-
vitan hevur lóggivið um,
hvussu nógvir hesir skulu
vera.
Einstakar oddagreinar í
Sosialinum hava eisini
roynt at bera í betuflaka
fyri hesum uppskoti, so
her er vent í holuni. Sagt
hevur verið, at tað at út-
flyta má vera meira enn at
tosa í telefon og eiga eitt
telefax, sum um ikki øll
eru greið yvir hetta.
Men teir gloyma, at øll
verða ikki útflytarar, bert
tí at tey eiga telefon og
telefax, líka so lítið sum
vandi er fyri«, at øll
verða rithevundar, bert tí
at tey eiga pappír og blý-
ant.
Samstundis sum lands-
stýri legði hetta uppskot
fram, bleiv sagt í viðmerk-
ingunum, at kaos valdaði
á útflutningsmarknaðin-
um.
Lítla viku seinni upp-
lýsti okkara stersta út-
flutningsfyritøka, at
teirra partur av samlada
útflutninginum fyrsta
kvartal í 91 var 82%.
Hvar bleiv kaosi nú av?
Við at seta lógir úr gildi,
sum forða vinnuni at
virka undir javnbjóðis
treytum, fáa vit náttúr-
ligu marknaðarkreftirnar
aftur at virka. Tað er ein-
asti vegur fram.
Legtingið eigur at seta
lógir úr gildi, og í teimum
fáu forum tað er neyðugt,
seta lógir í gildi, sum
skapa fyritreytir fyri eini
fríari kapping.
Telefonuppboðsselan er
eitt risalop rætta vegin.
Orsøkin til at skip og
virki eru tengd saman í
åvisum førum, er at virk-
ini hava keypt fisk til
minstuprisir samstundis
sum tey eru fóðrað við
studningi. Tað ráddi um
at keypa sær atgongd til
veiðuloyvi. Prísurin hevði
ongan týdning orsakað av
slanguni í landskassan.
Tá ið landið brúkar 100
tals milliónir fyri at keypa
skip úr flotanum, og so-
statt avmarkar atgongd-
ina hjá ávísum virkjum til
at keypa fisk, so mugu
hesi krevja, at tey fáa at-
gongd til tilfeingi, við at
fáa hevi til at bjóða uppá
fiskin hjá ellum skipum á
jøvnum feti við onnur
virki.
Landsstýrið vil minka
um veiðuorkuna við at
keypa skip úr flotanum.
Tí mugu teir syrgja fyri at
gera eina fylgilóg, sum
noyðir ell skip um upp-
bodssøluna, so øll virki fáa
javnbjóðis meguleikar til
at bjóða uppá fiskin.
Tí tað er bláoygt at
halda, at virki, sum eiga
skip, verða tey fyrstu til
at biðja um upphøgging-
arstuðul.
Á utflutningsøkjunum
hava vit eitt lutafelag,
sum á sama hátt keypir
sær selurættin til allan
fiskin áðrenn hann kemur
upp á land. Hetta verður
gjørt við at reka banka-
virksemi, og við sáttmál-
um at binda virkini til at
selja 100% av síni fram-
leiðslu igjøgnum hetta fe-
lag.
Hetta er ikki ein atfinn-
ing, men hetta er ein veru-
leiki.
Sum Rockefeller segði á
sinni, tá hann legði hverja
bensinsteð í USA undir
seg, at tað stendur einum
og hverjum frítt at vera
við ella lata vera, soleiðis
sigur hetta lutafelag.
Frælsa USA legði uppí,
og gjørdi tær víðagitnu
anti-trust lógirnar, sum
býttu felegini sundur, tí
at vandi var fyri monopol-
steðu.
Vit hava fyribils svarað
aftur við at seta treytir til
teir smáu útflytararnar,
sum royna at fóta sær inn-
anfyri hetta 20% markið.
Uppskotið hjá lands-
stýrinum um at knokk-
royta smáu útflytararnar
minnir ikki sert um
mammuna, sum á sinni
segði við sonin. »Tu
sleppur ikki útí, fyrr enn
tú dugir at svimja«, væl-
vitandi, at hetta ikki er
meguligt.
Eitt flakavirki ella eitt
alibrúk hava ikki loyvi til
at gera ein góðan handil,
uttan at vandi er fyri, at
teir missa alt fyri borð frá
degi til annan, um teir
verða uppdagaðir.
Tað kann ikki vera rætt.
Flakavirkini og alibrúk-
ini hava ymiskan terv.
Eitt virki stendur í 30
milliónum, meðan annað
stendur í 10 mill. Hesi
hava ymiskan terv á
hvussu teirra fiskur skal
avsetast, sum tað er
trupult at taka hædd fyri í
einum centralt stýrdum
seluvirksemi.
Tí má marknaðarnevnd-
in broyta landsstýrisupp-
skotið soleiðis, at eitt
mark verður sett fyri
hvussu nógv ein selufyri-
tøka kann binda eina
framleiðandi fyriteku at
sær.
T.d. við at siga, at tað
ikki er loyvt at binda ein
framleiðara til at selja
meira enn 50% av síni
framleiðslu igjøgnum
åvisa fyritøku, men at
hesin gott kann gera tað,
um prísurin hjá hesi fyri-
tøku er betri enn prísurin
hjá ødrum útflytarum.
Hetta vildi ikki verið at
grípa inn í fría initiativið,
men hetta vildi verið ein
máti at javnstillað eitt 40
ára forspring, har umveg-
is studningur hevur hildið
skipanini uppi.
Samanlagt vildi hetta
fort við sær, at vit fingu
eina meira dymamiska út-
flutningsvinnu, og tað er
púra vist, at fólkini og
leiðslan á okkara sterstu
útflutningsvinnu onki
hevdu havt ímóti eini tí-
líkari broyting.
Men tað er nú einaferð
ikki teirra uppgáva at
broyta verandi skipan.
Tað mugu politikararnir
gera við eini avtekulóg.
Liberalist
Javnaðarflokkurin o
g fakfeløgini
Havi við undran lisið for-
mansfrágreiðingina til
landsfundin hjá javnaðar-
flokkinum.
M.a. skilst á Atla, at
hann er stoyttur inn á fak-
feløgini, tí tey halda javn-
aðarflokkin reka reinan
fólkaflokspolitikk. Hetta
kann Atli als ikki góðtaka,
tí umboð fyri tey størstu
fakfelogini vóru kunnað
um samáðingargongd-
ina «
Nu veit eg ikki um fiski-
mannafelagið í hesum
sambandi verður roknað
sum eitt stórt fakfelag,
men undirritaði er ikki
kunnaður um nakra sam-
ráðingargongd. Har hevur
heldur ikki verið nakað at
kunna um. Sum kunnugt
vórðu áhugamálini hjá
fiskimonnum og fiskivinn-
uni avreidd til ta mest in-
kompetentu umsiting,
sum yvirhevur kundi
hugsast. Hin vegin royndi
eg sjálvur at kunna javn-
aðarflokkin um tey mál,
har fiskimenn og felag
teirra hevdu áhugamál.
Men henda kunning hendi
fyri deyvum oyrum. Ur-
slitið var m.a., at einasti
parturin av fiskivinnulóg-
gávuni hjá farna lands-
stýri, sum stendur eftir,
eru tey tilløk, sum settu
vinnufelegini = uttanfyri
alla ávirkan.
Tann politikkur, sum
verður rikin mótvegis
m.a. fiskimannafelagnum,
er reinur fólkaflokspoli-
tikkur, um ikki tað sum
verri er. Sum áður greitt
frá í blødunum bakkar
landsstýrið ikki fyri bein-
leiðis lógarbroti fyri at
sjikanera t.d. fiskimanna-
>Ég dåmi« !?
Í teiginum »Vikan ið før«
30. apríl skrivar blaðmað-
urin m.a.: >Feroyski lesar-
in hevði dámt< at bleðini
vórðu borin út halgidagar.
Vónandi varð hatta
skrivað í skundi. Tí skriv-
aði hann hatta í fullum
álvara, so má talat at!
Gott í teg, blaðmaðurin:
far tú ikki eisini og fer
hasa málspilluna inn!
»Eg dåmi« rokna flestøll
fyri barnamål. »Dåmar«
tekur hvørjumfall — eisini
i talumålinum. Hetta eiga
vit at halda fast vid. Før-
oyskt verdur hvørki vakr-
ari ella meira >nútímans<
av, at vit missa bending-
arnar.
Røddir hava verið
frammi um, at vit eiga at
slaka m.a. við hasari
máliskuni. >Ég dåmi« skal
eitast at vera meira nú-
tímans.
Øll mál broytast. Rætt
er tað. Men hatta er skeiv-
ur máti at -nútímans-
gera< málið! Gamla hugs-
anin, at „nútíðar-for-
oyskt« skal líkjast so
nógv donskum sum gjør-
ligt. Hetta kemst av, at
vit bert hyggja i ein land-
synning uttan at geva
okkum far um hini norður-
lendsku málini. Trælir eru
vit.
Dugi ikki at skilja, hví
vit ikki kunnu sleppa at
hava bendingar, máliskur
og orð, ið víkja eitt sindur
frá donskum. Vit eru so
bebbaredd fyri »hudar-
skógvamentaninic.
Einki er tað húðar-
skógvamentan at fara væl
um málið. Og at feroyskt
er konservativari mál enn
danskt, er einki at
skammast yvir. Men tað
er júst tað, vit gera!
Tað er bara at kanna
hini norðurlendsku málini.
Tey eru øll konservativari
enn danskt. Men einki
skammast íbúgvarnir í
hesum londum yvir tað.
Teir hava virðing fyri sín-
um máli — og sjálvsálit.
Okkum tervar hetta.
Sjálvsálit hava vit lítið og
einki. Og tí ræðast vit
>„húðarskógvamentan-
ina«.
»Føroyska lesaranum
hevði dåmt.. « Hatta
kann siggja knortlut ut i
skrift. Men hetta er bert
Spurningur um vana.
Danskt er i mangar
måtar eitt vakurt mål — å
donskum. Men tad verdur
ikki vakrari av, at vit
royna at oydileggja før-
oyskt.
Vónandi var hatta ein
prentvilla.
Útiseti
| Amnesty
International
Føroya deild
Tað er minst líka stór
synd í teimum børnum —
her hjá okkum — sum
verða happað í skúlanum
av tí, at húsini hjá for-
eldrunum eru farin á
tvang, sum tað er hjá
teimum, sum Amnesty
International Feroya
Deild verjir uttanlands.
Tit, sum kunnu ávirka
htta, tað verið seg blað-
stjórin á Dimmalætting
(Tað seriøsa blaðið, sum
tað einasta, sum setir
navn då), advokatskriv-
stovurnar 0.0. — haldið
uppat vid hesum. Samfe-
lagið er so lítið!
Tað skuldi verið nokk
við matr. nr. — minst líka
effektivt. Tey, sum hava
áhuga at keypa, kunnu
fáa navnið á viðkomandi.
Feroyingur
"——————"8————————————oc2/20—=2"2m=H—————
felagið. Og tå er enntá ikki
alt komið fram enn.
Tá Atli tosar um, at >nú
ræður um solidaritet mill-
um politisku og fakligu ar-
beidararørsluna«, er bert
at siga, at »politisk ar-
beidararørsla« eksisterar
ikki í Føroyum.
Besta prógvið fyri hes-
um er tað sjálvrættvísi,
sum Atli Dam ferir seg
fram við. Heldur javn-
aðarflokkurin seg vera á
rættari leið, kann undirrit-
aði sum fakfelagsmaður
bert siga, at haðani er
einki at heinta.
Óli Jacobsen