Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 89 — 15. maí 1991 | = S íða 5 Handlarnir lossadu sjálvar mánadagin - eingin verkfallsvakt var á bryggjuni og skiparin legði seg ikki út í málið, so leingi eingi boð vóru komin frá fakfelagnum Hóast tað hevur verið tos- að um at vørurnar í hand- lunum vóru farnar at ganga undan, so er útlit til, at nakrir handlar fara at meg- na at fylla hillarnar kortini. Hetta eru tær størru fyritøkurnar og heilsglur- nar, sum hava egnu bilar at flyta farmin. Hóast verkbann mána- morgunin, so royndu handilsfólkini at fylla bil- arnar, áðrenn verkfalls- vaktirnar komu oman á bryggjuna í Havn. Farmaskipið lá við bryggju og lúkurnar vóru opnar, siga flestu teirra vit hava tosað við. Eingin forðing Ein teirra sigur: - Ein av manningini var á vakt, men hann segði okkum, at hann ikki kundi nokta okkum at taka egnu vørur, so leingi sum hann ikki hevði fingið boð um tað frá Karl Johansen, for- manni í Havnar Arbeiðs- mannafelag, sum - eftir hvat Sosialurin hevur skilt, kom á staðiðn eftir døg- urðasteðgin mánadagin. - Tað gekk eisini við strúkandi ferð. Ein bilur fyri og annar eftir komu á bryggjuna. Hetta vóru bilar frá SMS, Poul Hansen, Kvettinum og FK - bert fyri at nevna nakrar. Í Miklagarði verður sagt, at teir fingu fatur i grøn- meti og eitt sløg av mjólkavgrnum, áðrenn lossilúkan varð afturlatin. Kioskin Hornið fekk eisini - sum einasta sølu- búð - donsku vikublødini. Viðvíkjandi vikublødun- um, so er mannagongdin tann, at Danny Transport, tekur sær av at flyta blød- ini til kioskimar i Havn og å bygd. Danny Danielsen: - Tå eg frætti, at Hornid hevdi fingid fatur i sinum viku- blødum, helt eg meg vera noyddan at royna henda 6- dåmliga hått at fara um- bord eftir minum parti. Eg var å bryggjuni fleiri ferdir fyrrapartin, men har stóðu stórir lastbilar. At enda slapp eg framat um 13.30 tíðina, men tá vóru verkfallsvaktirnar á staðnum, og eg fekk onga voru í land. Donsku vikublødini eru í einari bingju, og hjá hvørj- ari kiosk sær, eru pakka- dar fyri seg. Bert Hornið er uttan fyri skipanina. Tey fara sjålvi umborð eftir blødunum. Góðtrúgvin - So mikið harmiligari er tað, av tí at viðskiftafólk míni eru við sviðið soð, av tí at størsta kioskin i Havn hevur fingið blødini. Finn Nielsen, stjóri í FK Sigur, at teir eru so góð- trúgvnir, at teir halda tað vera verkfall í løtuni. Hann vil ikki vátta at FK bilar hava verið á bryggjuni eftir vorum. Ið hvussu so er eingin bilur hjá FK í Hoyvík. - Vit hava fasta avtalu við Skipafelagið, og last- bilarnar hjá teimum flyta vøruna fyri okkum. Tann skipan er eisini galdandi hesa vikuna. Finn Nielsen sigur, at teir higartil hava keypt grønmeti frá heilsølu í Føroyum og at teir bíða eftir, hvat hendir viðvík- jandi verkfallinum. Á heilsgluni hjá Poul Hansen verður sagt, at teir fingu fatur í sending av bananum og smøri, áðrenn verkafallsvaktimar komu á bryggjuna. - Hetta er spillivgra, sum kostar nógvar 1000 krónur. Ivamál er eisini, hver hevur ábyrdina av verk- fallinum og tí er tað eisini ein spurningur um trygg- ing. Vit fingu kortini ikki alla vøruna í land, tí enn eru tomatir og agurkir fyri einar 50.000 krónur um- bord, sum vit ikki vita, um vit fáa rættstundis í land. Stødan er ógreið Poul Hansen, heilsøla hevur stóra frystigoymslu og hevur ti møguleika at selja grønmeti ul hand- larnar eina tíð aftrat. Er tað ikki ódámligt at vera verkfallsbrótari? - Jú, sjálvandi er tað ikki rætt, men hetta er ein pen- ingaligur spurningur - eis- ini tí verkfallið er so 6- greitt og eingin rættiliga veit, hvør stendur fyri hes- um, verður sagt hjá Poul Hansen. Bert tvær stórar heilsølur eru í Føroyum. Umframt Poul Hansen er heilsølan hjá Kjølbro í Klaksvík. Har hevur alt gingið reglu- liga fyri seg, tí verkfall er ikki í Klaksvík. Sosialurin royndi eisini at fáa fatur á fyristødu- fólkinum í Kvettinum í Havn, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Dagny Eingin forðaði fyri at lastbilar hjá fyritøkum í Havn fóru umborð á farmaskip mánadagin og fingu sær farmin, hóast arbeiðsósemjuna í Havn Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag Tydning- arleys atgerð - um fólk fáa tomat uppá breyð ella bensin á bilarnar, hevur onga ávirkan. - Meðan hetta fer fram rot- ar fiskurin í skipunum við bryggju, og útflutningurin fer fyri skeyti, sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafel- ag. Tað er veruleikin. Hví vóru tut ikki á varð- haldi tá fyritøkurnar loss- aðu egnu vørur mána- morgunin? - Vit vístu tað ikki, snøgt sagt. Tá vit fingu boðini um døgurdatid, fóru vit út á bryggjuna beinanvegin, og eftir hetta kom eingin farmur upp á land. Vóru tað tykkara limir sum gjørdu hetta arbeiði? - Tað veit eg ikki, teir flýggjaðu í allar ættir tá vit komu á staðið. - Nei, eg hugsi at tað vóru skrivstovufólk 0.0. á ymsu fyritøkunum í Havn, sum koyrdu lastbilarnar og skipaðu farmin. Hetta er ikl r i = 1 IKK1 fyrstu ferð, at slikt er okkara limir til slíkt. Tá teir ikki hava brúk fyrr teimum longur, verða teir koyrdir á dyr, og tá koma teir ul okkara. - Álvaratos, um fólk fáa tomat uppá breyð, ella bensin á bilarnar hevur onga ávirkan á støduna. Tað sum hevur týdning er, at fiskurin liggur og rotar við bryggjuna, og útflutningurin, sum vit skulu liva av, fer fyri skeyt. - Tað, at fyritøkurnar nú berjast hvør móti aðrari hevur als ongan týdning fyri heildina. Hvussu eru útlitini fyri at fáa enda á verkbanninum? - Tað verður helst at semingsstovnurin roynir eina ferð aftrat, og um tað ikki eydnast at fáa semju á arbeiðamarknaðinum