Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EN Er Nr. 89 — 15. maí 1991 Sannleikans timi millum EF og EFTA Í gjár var sannleikans tími millum EF og EFTA. Tá skuldu uttanríkis- og handilsmálaráðharrarnir í teimum 18 EF og EFTA- londunum metast til fund- ar í Bruxelles fyri at fáa gongd á aftur samráðing- arnar um eina samarbeiðs- avtalu millum báðar hand- ilsfelagsskapirnar. Samráðst hevur nú ver- ið í nekur ár og eitt sera stórt arbeiði er lagt í royndirnar at koma fram til eina avtalu, sum gevur EFTA-londunum nógv av teim somu rættindunum, sum EF-londini hava á tí stóra EF-marknaðinum — og sum eisini gevur EF- londunum fría atgongd til marknaðin í EFTA. Men higartil hava verið ymsir trupulleikar. Eitt nú hava EFTA-londini ikki viljað góðtikið eitt krav frá EF um, at EF- dómstólurin skal avgera oll trætumál. EFTA-lond- ini vilja tá vera umboðað í hesum dómstóli, men tað sigur EF nei til, tí treytin fyri at hava umboðan har er limaskapur. Ein onnur forðing er fiskivinnuspurningar. Her hevur Spania lagt stórt trýst á EF-samráðingar- nevndina, sum krevur fiskikvotur frá eitt nú Ís- landi og Noregi afvurfyri at hesi lond sleppa at út- flyta sín fisk til EF uttan toll. Hetta vilja hverki ís- lendingar ella norðmenn hoyra talan um. Tó hevur tað frá norskari síðu verið gitt, at stjórnin kortini fór at toyggja seg fyri EF- kravinum og loyva av- markaðum EF-fiskiskapi í einum parti av norskum eki. Men hetta er tó ikki aktuelt í verandi samráð- ingum. Tað seinasta, sum er frætt í hesum spurningi er, at norðmenn meguliga fara at geva EF-fiski- monnum betri semdir í teimum verandi fiski- vinnuavtalunum millum Noreg og EF. Harvið gongur EFTA nekrum av krevunum frá EF á meti tó uttan at tengja spurn- ingin uppí eina sokallaða marknaðaravtalu við EF. Ætlanin var at skriva undir eina fyribilsavtalu longu í juni, men sum steðan er nú, sær svart út. Kortini eru tað teir, sum síggja meira bjartskygt uppá eina avtalu. Ein teirra er ein av hevuðs- samráðingarmonnunum hjá Noregi, tann norski sendiharrin í Bruxelles, Eivinn Berg. Hann sigur við Aftenposten leygar- dagin, at fundurin millum EF- og EFTA-ráðharrar nar mánadagin (í gjár, blaðm.) verður sannleik- ans tími. Tað verða teir, sum skulu fáa glið á aftur. Og sjálvur heldur hann, at partarnir fara at semjast um eina avtalu. — Tað er rætt, at enn eru nógvir spurningar at loysa, og teir sum vit em- bætismenn ikki kunnu av- greiða, mugu so ráðharr- arnir taka sær av. Hann heldur dagurin 13. mai kann gerast ein seguligur dagur fyri EF og EFTA. Tí hesin dagur- in, tá grundarlagið varð lagt fyri einum umfevn- andi europeiskum samar- beiði millum tann steðugt minkandi fríhandilsfelags- skapin EFTA og tann vaksandi EF-felagsskapin — ella hetta verður dagur- in, tá eitt stórt og vælfyri- reikað arbeiði varð gjert til einkis. Uppá fyrispurning nær Noreg verður limur í EF, sigur Eivinn Berg: — Eg havi so nógv at gera í sambandi við EFTA og EOS, at eg havi ikki stundir at hugsa um tað. Og annars hava vit eitt norskt orðatak, sum sigur: »En fugl í hånden er bedre en ti pá taget«, sig- ur sendiharrin við blaðið. Men hver verður so lagnan hjá EFTA — er tað ikki ein doyggjandi felags- skapur, nú fleiri av lond- unum vilja upp í EF. Rott- urnar fara av tí sekkandi skútuni, spyr blaðið og Berg svarar: — EFTA man neyvan fara at doyggja, men tað skiftir ham og tess virki fer at verða broytt nógv. Uppgávan verður at hava eftirlit við og samskipa luttøkuna hjá EFT A-lond- unum í EðS-avtaluni. Men EFTA er ikki nakað mál í sær sjálvum. Felags- skapurin hevur verið og er av stórum týdningi. Hann hevur vissuliga tænt okk- ara áhugamálum, sigur norski sendiharrin í Brux- elles í samreðu við Aften- posten. Í farnu viku var norski forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland í Bruxelles, har hon hevði fund við Jaques Delords, formann í EF-kommisión- ini. Nýggjur ófriður i Suðurafrika Ikki færri enn 22 fólk vórðu dripin, tá limir í svarta Inkatha-felags- skapinum í Suðurafrika gjørdu seg inn á ein få- tækrabýling uttanfyri Jo- hannesburg, har limir í ANC búgva. Zulu-fólkið frá Inkatha- rersluni framdi álopið utt- an at nakar visti av hesum frammanundan. Eingin 6- semja hevði verið og eyg- leiðarar vita heldur ikki, hví júst hesin býlingurin varð útvaldur til álopið. Zuluararnir vóru útgjerdir við spjótum og longum knívum. Hesar seinastu mánaðir- anr eru meira enn 2000 fólk myrd á henda hátt í býlingunum kring Jo- hannesburg. Tey svertu, sum .'úgva í hesum fåtækrabylingum og sum taka undir við ANC-rørsluni, siga, at In- katha-limirnir fáa stuðul frá tí hvíta politinum, sum einki fyritekur sær, tá hesi gera seg inn á onnur svert. Tað frættist eisini, at hvítu legreglumenninir hjálpa teimum svertu In- katha-limunum á ymsan hátt. Hesi tíðindi eru so ikki váttað, men júst hes- ar skuldsetingar hava ver- ið sera frammarlaga í sam- ráðingunum millum hvítu stjórnina og Nelson Man- dela í seinastuni. Nelson Mandela hevur skuldsett løgregluna at stuðla In- katha í ålopunum á ANC- stuðlar. Fyri at steðga hesum valdsgerðum og fyri at ganga krevunum frá ANC lutvíst á meti, hevur F.W. de Klerk forsætisráðharri sett forboð fyri at bera vápn, men hesum vilja svertu Inkatha-limirnir ikki taka undir við. Ein ráðharri í stjórnini hjá de Klerk segði sunnu- dagin, at hann fór ikki at krevja av Inkatha-fólkin- um, at tey ikki skulu hava tey vanligu vápnini sum spjót og knívar. ANC hev- ur givið stjórnini eina viku freist til at krevja av Inkatha-limunum eisini at leggja hesi vápnini, sum ANC kennir seg hótt av. Átta lond í syðra partin- um av Afrika segdu leygardagin, at tað eru hegrasinnaðir bólkar, sum standa fyri ófriðinum í Suðurafrika. Á fundinum millum londini vístu tey eisini avgerðini hjá EF aftur um at taka av tiltøk- ini móti Suðurafrika. Henda avgerðin er við til at undirgrava stríðið móti hvíta minnilutanum í Suðurafrika, varð sagt. A hesum fundi royndi hon at EF-for- manninum frá, hvussu stóran tydning ein EØS- avtala hevur fyri eitt nú greiða Noreg. Stórur dentur verður lagdur á at undirskriva eina avtalu longu soleiðis at í juni, tað koma at verða skipað samarbeiðs- og marknaðarviðurskifti millum tey 18 limalondini, tá fríi marknaðurin í EF gerst veruleiki í 1993 Shamir broytir støðu — nú móti búsetingini Ísraelski forsætisráðharr- in, Izak Shamir, hevur brádliga broytt steðutak- an sína til nýggju búset- ingina í hersettu ekjun- um. Hann segði í vikuni við eina týska tíðindastovu, at hann fegin vil tosa um at gevast við búsetingini í teimum hersettu økjun- um, men vísti um somu tíð á, at stjórnin ell stend- ur ikki aftanfyri hesa steðutakan hansara. Fleiri av stjórnarlimunum eru framvegis ikki aftanfyri hesa steðutakan hansara. Fleiri av stjórnarlimunum eru framvegis fyri at halda fram við búseting- ini, og ein teirra, íbúða- málaráðharrin Ariel Sharon, hevur sagt, at Ísrael fer ikki at flyta seg eitt vet av teimum her- settu økjunum, men tvert- urímóti halda fram við bú- setingini. Politiskir eygleiðarar eru eitt sindur klekkir av úttalilsunum hjá Shamir, tí tað er bert stutt síðani, at hann vísti aftur ellum royndum at fáa Israel at slaka í spurninginum. Amerikanski uttanríkis- ráðharrin James Baker fer eftir ellum at dema at halda fram við sínum friðarroyndum 1 Mið- eystri. Hetta varð upplýst úr Hvítu Húsunum í vik- uni. Ætlanin er at hann skal á enn eina rundferð fyri at vita, um tað ikki er gjerligt at fáa partarnar í stríðnum millum Ísrael og palestinarar og arabarar at seta seg við samráð- ingarborðið. Hesa seinastu tíðina hava verið fleiri gitingar frammi um, at Sveits, eitt av EFTA-londunum, helst fór at sekja um limaskap í EF heldur enn at bíða eftir eini EQS-avtalu. Nú um dagarnar gjørdi stjórnin í Sveits greitt, at hon fer at medvirka til at menna eitt sameint Europa, eisini politiskt. Fyri fyrstu ferð sigur stjórnin, at landið er hug- að fyri EF-limaskapi, men vísir samstundis á, at tað Sveits vil upp í EF er fyri at samráðast víðari um eina EØS-avtalu. Sveits ætlar sær ikki at undirskriva eina EØS-av- talu, har EFTA ikki hevur javnbjóðis rættindi við- víkjandi EF-dómstólinum sum EF-londini.