mikudagur 15. mai 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Harrans rødd
Harrans rødd mær vissað hevur
— og eg trugvi vist — at alt,
sum eg missi for hans skuld, gevur
hann mær aftur tusundfalt.
Kundi yvir honum gloymt eg
egid mitt vid sjålvum mær,
kundi heima hjå Gudi goymt eg
spurning min og hansar svar.
Var bert altid sálareygað
stødugt móti Guði vent,
tá á páskamorgni reyða
heuði eg hans kærleik kent.
Tá stóð opið Edens liðið,
og eg kundi innar gá —
í Guds garði við Guðs friði
ljós eg drakk úr livsins á.
Vildi eg av ongum vita
uttan at hans kærleiks hond
skuldi navn sitt á ennið ritað,
tá varð leið min ljós um lond.
Og um hjartað fullvæl visti,
uttan hann alt oyðið er,
tá í minum hjarta gisti
hann, ið kærleikskrúnu ber.
Gekk eg eftir heimsins vegi,
har, ið gleimur er og spæl,
gekk eg inn til Harrans gleði
sum ein brúður eydnusæl.
Tó, i Jesu Kristi navni,
alt er givið ti, ið tryr,
hjartað troyst fær i fadirfavni,
tá ið andi Guðs har býr.
Grundtvig
.
Danski uttanríkisráðharrin
.
= -
EF og EFTA nærkast
Samrådingarnar millum
uttanríkis- og handils-
málaráðharrarnar í teim-
um seks EFTA-londunum
og teimum 12 EF-londun-
um vóru so mikið væl-
eydnaðar, at vónir nú
kortini eru fyri eini avtalu
millum hesar báðar hand-
ilsfelagsskapirnar.
Ráðharrarnir fundaðust
til tíðliga týsmorgunin og
kundu tá upplýsa tíðinda-
fólki í Bruxelles, at teir
vóru samdir um, at ein
ella onnur avtala undir øll-
um umsteðum verður
gjørd millum EF og
EFTA í næstum.
Men kortini eru spurn-
ingar, sum standa heilt
ella lutvíst óloystir.
Tað, sum fekk veruligt
glið á aftur samráðingar-
nar, var eitt uppskot um
at tað ikki skal vera ein
EF-dómstólur, sum skal
avgera trætur millum
londini í báðum felags-
skapunum, men ein uttan-
veltaður og óheftur dóm-
stólur. Hetta hevur verið
ein av sterstu forðingun-
um fyri at koma fram til
eina loysn, tí EFTA-lond-
ini vildu ikki góðtaka at
lata ell trætumál upp í
hendurnar á einum EF-
dómstóli, har EFT A-lond-
ini onga umboðan hava.
Tað er serliga Sveits,
sum hevur lagt stóran
dent á júst hetta málið,
men tá samráðingarnar
endaðu í gjár, gjørdu um-
boðini úr Sveits greitt, at
tey taka fyrivarni og vilja
ikki í letuni geva grent
ljós fyri einum sáttmála.
Eisini aðrir spurningar
komu upp á pláss. Eitt nú
hava EFTA-londini góð-
tikið eitt EF-uppskot um
at tey skulu lata pening til
ein grunn, sum skal vera
við at menna Spania og
Grikkaland.
Somuleiðis hava EFTA-
londini sagt seg vilja góð-
taka, at EF-verur sleppa
ótarnaðar uttan um toll-
múrar inn í EFTA-londini.
Hetta hevur annars higar-
til verið ein trætuspurn-
ingur, tí m.a. norðmenn
hava verið ímóti at sleppa
bíligum landbúnaðarver-
um úr EF inn á norska
marknaðin av ótta fyri at
tað skal taka grundarlagið
undan norska landbúnað-
inum.
Síðani er tað spurning-
urin um fiskivinnuna, sum
tað higartil hevur verið
stór træta um.
Sambært norska
varpinum í gjár, so eru
út-
Nr. 89 — 15. mai 1991
fiskivinnuspurningarnir
als ikki vid i umrøddu
loysn. Teir eru framvegis
at finna millum teir enn
óloystu spurningarnar og
má tí viðgerast á komandi
fundum.
Men sambært danska
útvarpinum í gjár, so hava
EFTA-londini sagt ja til,
at EF-skip skulu fáa loyvi
til at fiska í norskum og
íslendskum sjógvi.
Nú verður so hildið fram
at samráðast á embætis-
mannasteði og miðað
verður móti at undir-
skriva eina fyribils avtalu
í juni, soleiðis at eingir
tollmúrar verða millum
EFTA og EF í 1993, tá
innari marknaðurin í EF
gerst veruleiki.
Óvissa um fridarrådstevnu
millum Ísrael og onnur lond
Tað er framvegis óvist um
tað fer at eydnast tí ameri-
kanska uttanríkisráðharr-
anum James Baker at fáa
Ísrael og hini londini í
Miðeystri at koma til eina
friðarráðstevnu um mið-
eysturspurningarnar.
Hóast tað sær heldur
dapurt út í letuni, so hev-
ur Baker ikki givið skarv-
in yvir. Hann sigur, at
hann fer at royna enn
einaferð. Nú hevur hann
verið á rundferð í Mið-
eystri heilar fýra ferðir
innan rættiliga stutta tíð.
Nú um dagarnar gjørdi
ísraelski forsætisráðharr-
in Shamir greitt, at Ísrael
fer ikki at taka seg aftur
úr Jerusalem, soleiðis sum
palestinar og arabarar
krevja tað. Hann visti
tverturímóti á, at Ísrael
ætlar at taka uppí núver-
andi Jerusalem eystara-
partin av býnum, sum er
hersett eki.
Við hesum orðum hevur
Shamir enn einaferð hert
steðutakan sína til eina
friðarráðstevnu við pale-
stinarar og arabarar. Við
hesum gongur hann beint
ímóti ynskinum hjá eitt
nú USA, EF og Sovjet-
samveldinum at Ísrael
eigur at geva land fyri at
fáa frið.
Sovjettiski uttanríkis-
ráðharrin hevur júst verið
á vitjan í Ísrael. Hetta er
fyrstu ferð, ein sovjettisk-
ur uttanríkisráðharri vitj-
ar Ísrael. Tað hevur verið
frammi, at londini fóru at
skipa diplomatisk viður-
skifti aftur, nú tey hava
verið kvett síðani 1967.
Men enn er so hetta ikki
hent.
Russarar ynskja eins og
amerikanarar at vera við
til at skipa eina friðarráð-
stevnu í Miðeystri og í
vikuni segði sovjettiski
uttanríkisráðharrin, at
helt Ísrael fram við at lata
sovjettisku jødarnar bú-
seta seg í teimum hersettu
ekjunum, kundi hetta fáa
avleiðingar fyri teir jødar,
sum enn eru í Sovjetsam-
veldinum og sum ætla sær
til Ísraels.
Svoríki, Noreg og
Finnland skjótt
I'maskap í EF!
Congd er nú komin aftur á er ymiskt sum politikarar
3 "nráðingarnar = millum úr ymsum londum tulka
EFTA og EF um eina steðuna.
se marbeiðsavtalu, og tað Ein av teimum, sum
onga letu ivast í, hvenn
veg tað ber við hesum
samráðingum, er danski
uttanríkisráðharrin Uffe
Ellemann-Jensen.
Eftir fundirnar millum
ráðharrarnar úr EF og
EFTA í gjár, segði hann
við danska útvarpið, at
tað nú helst ikki ganga
nógyv ár til fleiri av EFTA-
londunum eru limir í EF.
— Eg haldi, at gongdin
vísir okkum, at bæði Svø-
ríki, Noreg og Finland
skjótt fara at vera verulig-
ir limir i EF. Ein EØS-av-
tala nú er bert ein millum-
stød áðrenn limaskap,
sigur danski uttanríkis-
ráðharrin.
Hann er ein av teimum
fremstu = talsmonnunum
fyri, at ell Norðurlond ger-
ast limir í EF.
Norskir politikarar eru
tó ikki allir samdir við
Ellemann-Jensen. Fleiri
teirra ávaraðu í gjár
stjórnina um ikki at brúka
eina KEØS-avtalu sum
síðsta útkall til EF. Teir
síggja heldur eina slíka
avtalu sum eitt veruligt
alternativ til limaskap.
Jan Miller skrivar