Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mai 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 90 — 16. mai 1991 Politiid vid ferjuleguna Hvørja ferð Ternan í gjár kom á Leirvik, var politiið og syrgdi fyri, at allir bilarnir sluppu í land Tá Teman gjáramorgunin klokkan seks kom úr Klaksvík á leivík vóru ikki færri enn 15 politistar og tóku ímóti. Tveir politistar vóru komnir úr Klaksvík og seks úr Havn at hjálpa politinum í Eysturoynni. Politistarnir vóru ikk teir einastu, sum tók ímóti Tern- uni. Har vóru eisini verk- falsvaktir úr allari Eystur- oynni. Teirra mál var at steðga vøruflutningini úr Klaksvík. Hin dagin var tað ein renovasjónsbilur, sum tey ikki vildu hava í land í Leirvík. Í gjár vóru tað mest bilar frå heilsuni hjá Kjøl- bro. Tá Ternan kom fyrsta túr- in varðein keta spent tvørtur um ferjuleguna, so bilar ikki sluppu í land. Hana skóru politistarnir burtur. Við íshúsið í Leirvík sat ein verkfalsvaks og ansaði eftir, at ísur ikki varð latin nókrum Tá Ternan kom aðru ferð stóðu tunnur í hópatali fyri. Politistarnir noyddust sjálv- ir at rulla hesar tunnur burt- ur, men seinni kom bilur og koyrdu tær burtur úr bygd- ini. Randi í Jógvansstovu, forkvinna í Leirvíkar Ar- beiðarafelag, sigur, at tá forðingin varð tikiin burtur, bar illa til hjá teimum at steðga bilunum. Felagið hevði lagt vaktunum eina við ikki at nýta harðskap av nøkrum slag. Alt gekk eisini sidiliga fyri seg. - Vit nýta hvørki nevar ella brennivín í hesum stríðnum, sigur Randi i Jógvansstovu. Her sipar hon til eina hending mikunáttina, tá nakrir mans í fiskibåti, ið sigldi uttan ljós, fluttu olju og bensin ur Klaksvík á Fuglafjørð. Tá tey ætlaðu at forða fyri, at vøran kom í land, vórðu tey hótt við einum og ødrum. Tað ljóðar, at ein kona fekk ein minni snudd, tá ein bilur við nógvari ferð rendi á hana. Løgreglan hevur frætt um hesa hending, men kennir annars einki til til- burðin, ið ikki er meldaður. randi Myndir: Kalmar Síða 3 — Fimtan politistar við sýslumanninum Frimod Poulsen á odda stóð við ferjuleguna, tá Ternan kom úr Klaksvík Skiparin á royndi at tosa verkfalsvaktirnar Ternuni við Politistarnir sjálvir at rulla tunnurnar frá ferjuleguni noyddust