Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 53 - 18. mars 2003 Nr. 53 - 18. mars 2003 3 Tarira varð stovnað á vári 2002 og telur 18 sangarar ið teljast ímillum royndastu kórsangarar í Føroyum. Eisini nema flestu sær sangkunn- leika á Sangskúla. Kórleiðari er Sunleif Rasmussen KÓR Tíðindaskriv Kórið leggur seg serliga eftir at bera fram nýggjan føroyskan tónleik og renes- ance tónleik. Tarira fer at hava tvær várkonsertir fyrst í apríl mánaða, eina í Fuglafirði og tað seinnu í Tórshavn. Á hesum fyrstu konsertum verða í høvðusheitum sang- ir og verk framførd av før- oyskum og norðurlendsk- um tónasmiðum umframt renesansutónleikur. Tarira er eisini umbiðið at luttaka á Listastevnuni 2003. Sangarar: Sopran: Berghild Poulsen, Joanna Johansen, Arina Bischoff, Unn Paturson, Urd Johannesen. Alt: Píl Reinert, Gunnvør Poulsen, Durita Eliasen, Elspa Samuelsen. Tenor: Peter Niclasen, Hans Debes, Pauli Hansen, Uni Petersen. Bass: Eyðun Eliasen, Høgni Debes, Andrias Petersen, Niels Winther, Fróði Sandoy. Navnið: Tarira er ein vera í huga- heimi William Heinesens, oftast avmyndað sum ein spælandi genta, hálvur dreymur og hálvur veru- leiki. Hon er longsulin og gandurin. Millum annað er hon avmyndað saman við ungum manni, ið spælir fiól fyri henni. Tarira um- boðar leik, list og vakur- leika og er eyðkend fyri sínar longu og leikandi fingrar. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi Hans Pauli Olsen eina standmynd við íblástri frá Tariru. Standmyndin stendur niðarlaga í viðar- lundini í Havn og sæst kóri avmynda framanfyri henni. Búmerkið: Leikandi fingrarnir á Tariru eru eisini høvuðsmotivið í búmerkinum hjá kórinum. Ein hond við fingrum spílaðum út er sett upp til vangan á persóni so sangur- in hoyrist betur. Fingrarnir ímyndað eisini tær fýra høvðusrøddirnar: Sopran, alt, tenor og bass. Saman við tumlinum, sum ein ímynd fyri kórleiðaran, ímyndar hondin ein fugl ið spennir veingirnar út til reiðar at royna flogið. Tarira – eitt nýtt føroyskt kór Seinastu dagarnar hava menn verið í ferð við at javnað Farstøðina á Eystaru Bryggju í Havn við jørðina. Høllin verður sett uppaftur í Havnardali sum ríðihøll FARSTØÐIN Eirikur Lindenskov Seinastu dagarnar hevur mikil aktivitetur verið á Farstøðini á Eystaru Bryggju í Havn. Menn eru í ferð við at taka niður stóran part av Farstøðini – tann partin, ið hýsti Farmaleið- um hjá Strandferðsluni. Tann parturin av høllini er 1.300 fermetrar. Høllin verður sett upp aftur í Havnardali, har Før- oya Ríðingafelag skal hava hana til ríðihøll. Tað er fyri at fáa betur pláss til bilar, ið skulu við nýggju Norrønu, sum kem- ur í næsta mánaði og nýggja Smyril, ið kemur næsta ár, at Tórshavnar Havn hevur gjørt av at víðka um plássið til bilarn- ar. Kortini verður valla pláss fyri øllum bilunum, ið skulu við skipunum, tí um bæði skipini liggja við bryggju í senn kann talan verða um einar 1.500 bilar – og teir rúmast so langt frá á bryggjuni. Virksemi hjá Strand- ferðsluni hevur verið í bygninginum á Eystaru Bryggju seinastu 12 árini. Tann parturin, ið er sjálv farstøðin til ferðafólk, verður standandi, og nýggja tornið til landgongdina til Norrønu verður í løtuni sett upp. Bussarnir, ið hava hildið til vestan fyri bygningin, verða í framtíðini eystan- fyri. Nýggja Norrøna kemur á Havnina á fyrsta sinni hós- dagin 10. apríl. Farstøðin fer… Mikið rok hevur verið á Farstøðini seinastu dagarnar – og um fáar dagar er 1300 fermetra stóra høllin fullkomiliga javnað við jørðina Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2