týsdagur 18. mars 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýtt posthús er latið
upp á Sandi.
Posthúsið, ið heldur
til í leigaðum hølum í
bygninginum hjá
Føroya Banka, liggur
væl fyri miðskeiðis í
bygdini
POSTHÚS
Magnus Gunnarsson
Sandur: Mánadagin 27.
januar lat posthúsið á Sandi
upp í nýggjum hølum, ið
eru leigaði frá Føroya
Banka. Upprunaliga átti
gamli
Sjóvinnubankin
bygningin. Síðan bankarnir
løgdu saman, hevur Føroya
Banki átt hendan bygning-
in. Føroya Banki hevur
bygt upp í verandi bygning,
og halda teir sjálvir til har.
Postverkið hevur síðan
leigað og innrættað gamla
bygningin. Stovnarnir báðir
hava felags inngongd, og í
gongini hava teir eina kort-
telefon, sum kann verða
hent hjá ferðafólki, sum
ferðast í Sandoynni. Post-
húsið á Sandi hevur í nøkur
ár hildi til í húsunum hjá
Heidi og Rúna Winther.
Annars hevur posthúsið
fyrr verið miðskeiðis í
bygdini. Ein fyrimunur við
nýggja posthúsinum er, at
parkeringsviðurskiftini eru
sera góð. Posthúsleiðari á
Sandi er Sólbjørg Skoubo.
Tey avgreiða eisini postin
til eysturbygdirnar í Sand-
oynni.
Nýtt posthús á Sandi
4
Nr. 53 - 18. mars 2003
Nr. 53 - 18. mars 2003
5
Prix Føroyar kravt eyka fólk
Politiið í Eysturoynni
hevur tey vikuskift-
ini, Prix Føroyar
hevur verið á skránni,
havt eyka manning á
vakt. Hetta hevur
eisini hjálpt, tí nógv
hevur ikki verið at
gjørt, tá undanumfør-
ini hava verið í Ment-
anarhúsinum í
Fuglafirði
POLITI
Ingrid Bjarnastein
Um vikuskiftið var seinasta
innleiðandi umfarið av Prix
Føroyum í Mentanarhúsin-
um í Fuglafirði. Og eins og
til
hini
undanumførini
hevði politiið í Eysturoynni
brynjað seg til tiltakið og
sett eina eyka manning á
vakt hetta kvøldið.
– Vit hava havt tvey harð-
skapsmál hetta vikuskiftið.
Her var talan um ein, sum
hevði fingið skaða í høvdið
og varð innlagdur til obser-
vatión, sigur vakthavandi á
politistøðini í Runavík.
Annars var tað onkur,
sum hevði til fragd at stjala
bilstereo úr bilum um
vikuskiftið við Mentanar-
húsið. Tveir bilar mistu sítt
stereo, tí bilarnir stóðu
ólæstir.
Á góðari leið
Politiið í Runavík sigur tó,
at vikuskiftini hava øll
verið á góðari leið, og fólk
hava sum heild skikkað sær
væl.
– Tá hugsað verður um
umstøðurnar, at tað eru
nógv ávirkað fólk savnað,
so hevur tað staðið væl til.
Vit hava jú eisini havt eyka
fólk á vakt, og verið á
staðnum, so tað hevur eis-
ini gjørt mun, sigur vakt-
havandi í Runavík.
Prix Føroyar umførini
hava kravt ein eyka innsats
frá politinum í Eystur-
oynni, og hetta hava fólk
eisini lagt merki til.
Lýst hevur verið í útvarp-
inum, at politiið hevur ver-
ið úti, og heitt hevur verið á
fólk um at vera ansin.
– Hetta hevur helst eisini
hjálpt, metir vakthavandi í
Runavík.
Tilsamans eru seks fólk
tikin fyri at koyra við kenn-
ing. Tað er í miðal eitt fyri
hvørt kvøldið innleiðandi
umførini hava verið. Har-
afturat hava átta harð-
skapsmál verið og bert
tvey fólk eru tikin fyri at
koyra ov skjótt.
– Ein kann jú eisini siga,
at seks eru seks ov nógv,
men ein er jú eisini ein ov
nógv, men vónandi er hetta
minni enn, hvat tað hevði
verið um vit ikki høvdu sett
orku av til hetta, sigur
vakthavandi.
– Vit hava eisini varhug-
an av, at nógv hava
privatførara tá tey skulu eitt
slíkt langt strekki, og eisini
eru tað nógv foreldur, sum
koyra tey ungu um nætur-
nar. Tað hava vit í øllum
førum sæð tá vit hava
steðgað bilum.
Ferðslan hevur verið væl
kannað, fólk hevur verið á
staðnum og inni í húsinum,
og harafturat hava vakta-
fólkini Mentanarhúsið hev-
ur havt hjálpt væl til eisini.
Fríggjakvøldið var
herverk úti í Háskúl-
anum á Hornabø. Ein
pulvursløkkjari varð
tømdur um stórar
partar av skúlanum
HERVERK
Ingrid Bjarnastein
Fríggjanáttina fekk politiið
í Havn fráboðan um her-
verk á Føroya Fólkaháskúla
úti í Hornabø í Havn.
Fýra ungir mans høvdu
sproytað og tømt ein pulv-
ursløkkjara út um ítróttar-
høllina, seymistovuna og á
hurðarnar har.
Teir skulu gjalda endur-
gjald fyri herverkið og sak
verður skrivað um málið.
Onnur herverk
Eisini aðrastaðni í býnum
hava herverk verið. Á
Skúlaheiminum
við
Marknagilsvegin í Havn
hevði onkur brotið ein rút í
høvuðshurðini. Rúturin var
sparkaður inn, men politiið
hevur ongar upplýsingar
um gerningsmannin.
Leygarnáttina var eisini
ófriður á Argjavegnum.
Nakrir mans vóru niðri á
støðni, har teir sparkaðu og
ristu í lyktapelar fyri antin
at fáa teir at lýsa eitt løgið
blátt ljós ella fyri at fáa
skammlop í. Politiið kom á
staðið og tosaði við ungu
menninar.
Um eitt tíðina somu nátt
varð boðað frá larmi í Vest-
urgøtu. Har var tað ein,
sum hevði innflytingar-
veitslu, sum hevði hug til at
hava tónleikin ov hart frá.
Politiið fór á staðið og gav
viðkomandi boð um at
skrúva eitt sindur niður, so
grannarnir
kundu
fáa
náttarfrið.
Sjálvt um Prix Føroyar umførini nú hava blómað seks vikuskifti í Fuglafirði, so hevur ikki verið
so nógv hjá politinum at gera. Politiið í Eysturoynni sigur, at fólk hava sum heild skikkað sær
væl
Mynd: Jens Kr. Vang
Havnará
dálkað
DÁLKING
Ingrid Bjarnastein
Sunnudagin fekk politiið í
Havn boð um, at Havnará
var dálkað. Við brúnna
við skótahúsið og hvíldar-
heimið var ein gráur-
hvítur litur at síggja í
ánni, men ongin luktur
kom frá ánni.
Heilsufrøðisliga Starvs-
stovan varð boðsend fyri
at taka nakrar vatnroyndir,
og hetta verður nú kann-
að. Hvat talan er um, veit
politiið ikki enn at siga
frá.
Nógv full
fólk
Vikuskiftið í Havn
hevur enn einaferð
verið merkt av, at
nógv full fólk hava
gingið og malið í
gøtunum
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Vikuskiftið er júst farið
afturum bak, og í Havnini
hava nógv full fólk verið
og gjørt um seg í gøtun-
um. Fleiri hava verið og
sovið rúsin av sær á pol-
itistøðini, og eisini nøkur
eru koyrd heim.
Á Velbastað hevði ein
taxabilur trupulleikar við
einum
fullum
manni
fríggjakvøldið, og eisini
við Dalavegin var ein
tikin oman á støðina at
sova rúsin av sær. Við
Sankta Frants skúla vóru
tað nakrir fullir persónar,
sum sótu á takinum og
hildu gang, so politiið
noyddist at fara á staðið at
fáa tey burtur. Hetta var
eisini fríggjakvøldið.
Hesa somunátt vórðu
tveir
eisini
tiknir
í
Rasmusargøtu, har teir
gingu og róptu og larm-
aðu. Teir verða ákærdir
fyri brot á politiviðvøk-
una.
Sama skil var uttanfyri
Manhattan
um
fimm
tíðina, og eisini var ein
uttanfyri Evangeliihúsið
um sekstíðina.
Í Grasagarði í miðbýn-
um var ein funnin um
níggju tíðina leygarmorg-
unin, og hann var sendur
oman á politistøðina at
sova rúsin av sær.
Fleiri dømi kunnu eisini
nevnast. Við Kaggan, við
Ebenezer, við Hafnia,
Shell á Frælsinum, við
Føroya Banka í mið-
býnum og so framvegis.
Allastaðni eru tað ávirkað
fólk, sum hava gjørt um
seg. Tey eru antin koyrd
heim ella á politistøðina
at sova rúsin av sær.
So politiið í Havn hevur
havt úr at gera við fullum
fólkum, og verður sagt, at
hetta er ikki nakað óvan-
ligt.
Stuldur í
Badminton-
høllini
STULDUR
Ingrid Bjarnastein
Tvey mál um stuldur eru
um vikuskiftið meldað til
politiið í Havn. Í umklæð-
ingarrúminum uppi í Bad-
mintonhøllini
hevði
onkur verið og tikið eina
fartelefon og pengar úr
einum hvítum posa.
Eisini hevði onkur tikið
pengar úr eini mappu,
sum lá inni í høllini.
Hetta hendi seinnapart-
in leygardagin, og sagt
verður av Kriminaldeild-
ini á politistøðini í Havn,
at enn vita tey ikki, hvør
gerningsmaðurin er.
Herverk í Háskúlanum
Í Háskúlanum í Hornabø í
Havn hava fýra ungir mans
um vikuskiftið tømt ein
pulvursløkkjara
C
M
Y
K
5
4