Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 53 - 18. mars 2003 Nr. 53 - 18. mars 2003 7 Føroyska løgreglan fær onki gjørt við, at Rosalie Thomsen er víst av landinum. Talan er um danskt málsøki burturav, og løgreglan er bara umsitingarmynduglei ki í Føroyum, sum onki hevur við uppihaldsloyvi at gera ÚTVÍST Ingi Rasmussen – Sjálvt loyvið hava vit onki við at gera. Vit skulu bara syrgja fyri, at tey, sum ikki fáa loyvi, verða víst av landinum, sigur Georg Otthamar, deildarleiðari á politistøðini í Havn. Herfyri fekk filipinska Rosalie Thomsen, sum er gift føroyinginum Heina Thomsen, eini hørð boð. Hon skal vera av landinum innan 10. apríl. Annars kann hon fáa hálvt árs fongsulsrevsing. Rosalie Thomsen, sum hevur varandi uppihalds- loyvi í Danmark, helt seg hava fingið munnligt loyvi frá útlendingastýrinum at fara til Føroya við mannin- um og soninum. Tey komu til Føroya í september í fjør, og 3. mars 2003 átti hon eina dóttur á Landssjúkra- húsinum. Nú skal hon av landinum, tí hon hevur ikki uppihalds- og arbeiðsloyvi. Maðurin og sonurin kunnu vera eftir í Føroyum. Sostatt kann ein familja verða skild sundur, tí uppi- haldsloyvi hjá konuni bara er galdandi í Danmark, hóast maðurin er føroying- ur. Tað er løgreglan í Føroy- um, sum hevur borið Rosa- lie Thomsen boðini frá útlendingastýrinum, at hon skal av landinum. Georg Otthamar, deildarleiðari á politistøðini í Havn, vil ikki gera viðmerkingar til ítøki- liga málið, tí tað hevur hann ikki loyvi til. Hann sigur kortini so mikið, at løgreglan í Føroyum fyri sovítt onki hevur við málið at gera. – Vit hava ongan avgerðar- myndugleika av nøkrum sum helst slag. Tað er útlendingastýrið, sum tekur avgerð í slíkum málum, og tey spyrja ikki okkum til ráðs. Tey hava sínar reglur at ganga eftir, áðrenn tey taka nakra avgerð, og vit fylgja so avgerðini, sigur Georg Otthamar. Løgreglan í Føroyum er sostatt bert ein umsitingar- myndugleiki í slíkum mál- um, so leingi tey ikki eru yvirtikin, sum ætlanin er. Áður hevur tað annars verið soleiðis, at løgreglan tók avgerðir. Tað var kallað TMU, ið stóð fyri »tilsyn med undlændinge«. Men tað varð hildið at vera best, at ein óheftur stovnur tók støðu til slík mál. Og tí varð útlendingastýrið sett á stovn. Líkt er til, at málið um Rosalie er íkomið, tí hon í fyrstu atløgu varð skeivt ráðgivin, og í øðrum lagi, tí hon ongantíð hevur søkt um uppihaldsloyvi í Føroy- um. Tað skal hon, hóast hon hevur loyvi at vera í Dan- mark. Tjóðveldis- flokkurin komin til niðurstøðu Seinnapartin mánadagin fáa samgongu- felagarnir hjá Tjóðveldisflokk- inum helst at vita, hvørja niðurstøðu flokkurin er komin til. Mánadagin var enn óvist, hvørja lagnu samgongan fær, men Høgni Hoydal vísir aftur, at hann hevur tosað við aðrar flokkar SAMGONGU- KREPPA Ingi Rasmussen – Vit hava endað hesa gongdina, sum vit hava verið ígjøgnum, og tað verður so helst ein sam- gongufundur seinni í dag, har vit boða frá, hvat vit eru komin til. Vit siga onki alment fyrr enn aftaná tann fundin. Soleiðis segði Høgni Hoydal við Sosialin fyrrapartin mánadagin. Í sínari viðgerð hevur tjóðveldismanningin viðgjørt fleiri ítøkilig mál og útlitini fyri víð- ari samstarvi. Høgni Hoydal vil ikki siga nakað um, hvørt samgongan yvirlivir enn ein brotasjógv. – Eg havi lovað sam- gonguflokkunum, at teir fyrst fáa at vita, hvat Tjóðveldisflokkurin er komin til, og tað fara vit at halda, sigur Høgni Hoydal. Dúgliga verður gitt, hvørja lagnu samgong- an fær. Tey flestu tykjast halda, at samgongan man hóra undan enn einaferð, men tað hevur eisini verið gitt, at Tjóð- veldisflokkurin um- hugsar at royna aðrar leiðir. Tað vísir Høgni Hoydal avgjørdur aftur. – Vit viðgera ikki nakrar møguleikar fyri samgongu við aðrar flokkar, fyrr enn vit hava avgreitt tað, sum vit eru í. Tað hava vit eisini boðað frá í sam- gongusamráðingunum, og tað er eitt prinsipp vit hava, sigur Høgni Hoy- dal og vísir sostatt aftur, at nakað formligt prát hevur verið við eitt nú Javnaðarflokkin. Norðuratlantsbólk- urin, sum virkar fyri føroyskum og grøn- lendskum sjálvstýri, fekk 3,3 milliónir krónur í stuðli frá Fólkatinginum til sítt arbeiði síðsta ár SJÁLVSTÝRI Ingi Rasmussen Norðuratlantsbólkurin verður væl løntur av danska Fólkatinginum, ið flokk- arnir í bólkinum vilja loysa seg frá. Í ársfrágreiðing, sum Norðuratlantsbólkurin hevur latið gjørt fyri árið 2002, sæst, at bólkurin hevur fingið 3,3 milliónir stuðulskrónur frá Fólka- tinginum síðsta ár. Av hes- um eru 1,5 millión krónur brúktar til lønarútreiðslur, ein hálv millión er brúkt til ferðaútreiðslur, 608.318 krónur eru brúktar til uttan- hýsis sakkunnleika og 347.175 krónur eru farnar til heimasíðu og skrivstovu- útgerð. Restin er brúkt til revisjón og roknskapar- hjálp. Felags stuðul Norðuratlantsbólkurin er mannaður við sjálvstýris- flokkunum í Grønlandi, Siumut og Ataqtigiit, og Tjóðveldisflokkinum úr Føroyum, sum allir stillaðu upp til fólkatingsvalið við kravi um sjálvstýri og ein nýggjan felagsskapi, har londini vóru javnsett. Eftir hugskoti frá Lars Emil Johansen fóru hesir tríggir flokkar í eitt sam- starv í Fólkatinginum. Tá Norðuratlantsbólkurin varð stovnaður, søkti bólkurin formansskapin í Fólkating- inum um rætt til at fáa status sum fólkatingsbólkur og harvið fáa tann stuðul, sum flokkarnir í Fólkatingi fáa. Hesum játtaði formans- skapurin, tó við teirri treyt, at hvør limur skal føra roknskap fyri sína nýtslu av stuðlinum, tí teir ikki hoyra til sama flokk. Bólkurin gjørdi samstundis av, at allur stuðulin skal brúkast í bólkinum. Tað vil siga, at serliga ískoyti, sum før- oysku og grønlendsku fólkatinginslimirnir fáa, verður fluttur á kontu hjá Norðuratlantsbólkinum. Ráðstevna og kunning Av stóru tiltøkunum hjá Norðuratlantsbólkinum síðsta ár kann nevnast ráð- stevnan á Christiansborg um ríkisfelagsskapin. Endamálið var seta kikaran á, hvat tey trý londini hvør sær leggja í ríkisfelags- skapin. Norðuratlantsbólk- urin fór eisini víða fyri at leggja sín politikk og sína arbeiðsskrá fram. Ferðast var til Føroya, Grønlands og Íslands, og grønlendsku húsini og føroyingafeløgini í Danmark vóru eisini vitjað. Hetta komandi árið verð- ur millum annað skipað fyri eina ráðstevnu um sjálv- stýri í samstarvi við íslendska universitetið. Við ársskiftið yvirtók Tórbjørn Jacobsen leiðsl- una í Norðuratlantsbólkin- um frá Lars Emil Johansen, soleiðis sum avtalað. Tað er sostatt Tórbjørn Jacobsen, sum nú er talsmaður og samskipari av felags mál- um. Løgreglan hevur onki við útvísing at gera Væl stuðlaður sjálvstýrisbólkur Rosalie Thomsen noyðist av landinum, tí hennara varandi uppihaldsloyvi bert er galdandi í Danmark. Løgreglan fylgir bara boðunum, tá hon vísir Rosalie av landinum Mynd: Jens K. Vang C M Y K 7 6 Rætting Heri á Rógvi Í grein í farnu viku um alnetsamband í Vestmanna er villa kom- in í greinina. Av misgáv- um er komið at standa, at hetta er fyrstu ferð, at flat rate, t.e. óavmarkað nýtsla er roynd í Før- oyum. Hetta er sjálvsagt ikki rætt, tí Fuglfirðingar hava havt henda møgu- leika í eina tíð. Eitt tílíkt mistak eigur ikki at koma fyri, og vit vóna, at hendan mis- skiljingin nú er komin upp á pláss. –Steffen Stummann Hansen ynskir ikki at tosa við pressuna fyrr enn mikudagin. Hesi vóru einastu boð- ini, avgreiðslan á Føroya Fornminnissavnið kundi geva okkum, tá vit royndu at hitta nýggja landsantikvarin á máli. Uttan stórvegis per- sónliga ávirkan er Steffen Stummann Han- sen vorðin miðpunkt í einari setan, ið higartil hevur kravt ein lands- stýrissess og í skrivandi stund er tað ikki greitt, um hetta ikki fær álvar- samar fylgjur fyri samgonguna. -HR Føroya Arbeiðsgev- arafelag metir, at tað kann vera ein fyri- munir, at øll arbeið- arafeløgini nú fara at samráðast saman SAMRÁÐING Heri á Rógvi Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðs- gevarafelag, metir tað vera ein fyrimun, at arbeiðara- feløgini nú hava slættað sjógv og ætla sær til kom- andi samráðingar sum ein maður. “Við seinastu sáttmála- samráðingar í 2001 gav hetta stórar trupulleikar, og var viðvirkandi til at vit fingu eitt drúgt verkfall. So vit síggja tað bert sum ein fyrimun at arbeiðarafeløg- ini samráðast saman. Og ongantíð betur enn at hetta er eitt stig á leiðini til at fakfeløgini finna meira saman”, sigur Vilhelm M. Johannesen. Hann sigur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, at ar- beiðsgevararnir ofta við undanfarnar samráðingar hava havt trupulleikar av, at mótparturin hevur samráðst í 2 bólkum við ymiskum krøvum og ynskjum. Tí fyri arbeiðsgevararnar hevur tað nógv at siga, at lønin og onnur arbeiðsviðurskiftir eru eins um alt landið. Tað var Ingeborg Winther, sum í sambandi við aðalfundin hjá Føroya Arbeiðarafelag gjørdi greitt, at nú skal samráðast sum ein maður. Nýggi for- maðurin í Havnar Arbeiðs- mannafelag, Hans Joensen, segði í sambandi við, at hann varð valdur sum for- maður, at hann eisini var sinnaður fyri hesum, men Havnar Arbeiðsmannafelag skal ikki læta initiativið til Føroya Arbeiðarafelag, sum tískil ikki skal sam- ráðast teirra vegna, men tey skulu vera javnt umboðaði við samráðingarborðið. Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Vilhelm M. Johannesen, heldur tað vera ein fyrimun, at arbeiðarafeløgini ætla sær at samráðast saman. Starvsfólkini á Fornminnissavninum eru framvegis ónøgd við støðuna, og tey meta seg verða offraði. Men teirra mótmæli hava einki við persónin Steffen Stummann Hansen at gera SETAN Heri á Rógvi Starvsfólkini á Føroya Fornminnissavn eru fram- vegis ógvuliga ónøgd við støðuna, tey eru komin í. Mánadagin var fyrsti ar- beiðsdagur hjá teirra nýggja stjóra, Steffen Stummann Hansen. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá hon- um, men Arne Thorsteins- son, sum umboðar starvs- fólkini á Fornminnissavn- inum, sigur, at stemningur- in mánamorgunin ikki var góður. –Sjálvandi er stemning- urin keðiligur, sigur Arne Thorsteinsson. –Vit eru framvegis ónøgd, og vit kenna tað so- leiðis, at tað er farið skeivt fram í málinum, sigur Arne Thorsteinsson. Einki broytt Hóast tey hava verið á fundi við Høgna Hoydal í farnu viku, so er støðan hjá starvsfólkunum á Føroya Fornminnissavni einki broytt. –Høgni royndi at sann- føra okkum um, at alt var farið rætt fram í málinum, men hann sannførdi so í øllum førum ikki meg, sigur Arne Thorsteinsson. Frá starvsfólkunum á Fornminnissavninum fekk Høgni Hoydal at vita, at tey ikki vóru nøgd við setan- ina, og tey meta, at politisk motivir eru grundarlagið. Tá starvsfólkini greitt hava meldað út, at tey ikki ynskja Steffen Stummann Hansen undir verandi um- støðum í starvi sum lands- antikvarur, so setir hetta spurnartekin við støðuna hjá starvsfólkunum. Eru tey ikki órættvís móti Steff- en Stummann Hansen? –Eg veit ikki, um mann kann kalla hetta fyri órætt- vist. Vit gera vart við okk- ara støðu í sambandi við eina politiska setan, ið vit kenna fylgjurnar av. Hetta hevur einki at gera við Steffen Stummann Hansen sum persón, men tað er setanin, vit mótmæla, sigur Arne Thorsteinsson. Niðurstøðan hjá starvs- fólkunum á Føroya Forn- minnissavni er framvegis tann, at setanin av Steffen Stummann Hansen var politisk, og tey kenna tað sum um, at løgmaður við síni avgerð at loysa Annlis Bjarkhamar úr starvi hevur staðfest hetta. –Setanin bygdi á polit- iskar ætlanir, sum vit ikki kenna nakað til. Og nú sita vit eftir við svartaperi, sig- ur Arne Thorsteinsson. Tað er tó ikki so nógv meira, starvsfólkini kunnu gera. Arne Thorsteinsson held- ur tað vera ógvuliga lítið sannlíkt, at tey fara at finna upp á at siga seg úr starvi. –Fornfrøði er eitt smalt øki, men kortini ikki so smalt, sum fólk og fjøl- miðlar hava lyndi til at gera tað, sigur Arne Thorsteins- son. Hann sipar við hesum til, at Føroya Fornminnissavn sum stovnur fevnir um nógv meira enn “bert” tað antikvariska arbeiðið. Einki persónligt Starvsfólkini á Føroya Fornminnissavnið eru framvegis ógvuliga ónøgd við støðuna í sambandi við setanina av nýggjum landsantikvari. Tey leggja dent á, at hetta ikki snýr seg um persónar. Mynd: Jens Kristian Vang. Fyrimunir at samráðast saman Steffen tosar mikudagin Steffen Stummann vil ikki siga nakað til føroysku fjølmiðlarnir fyrr enn mikudagin. Flat rate í Fuglafirði