Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 53 - 18. mars 2003 Nr. 53 - 18. mars 2003 9 Eldrasambýlið á Heygnum vígt Tilsamans 1.000 fólk vitjaðu spildurnýggja eldrasambýlið undir Kráarbrekku sunnu- dagin, tá Niels Pauli Danielsen, sóknar- prestur vígdi tað Har vóru røður, kór- og felagssangir, navnið varð avdúkað og pinnamatur við te og kaffi og sodavatn VÍGSLA Solby A. Eliasen Klaksvík: Allir trupulleik- ar við nýggja sambýlinum lótu til at vera lagdir aftur- um, tá ein sonn hatíðarløta varð hildin í sambýlinum í sambandi við, at tað bleiv vígt sunnudagin. Nógv varð gjørt burtur úr degnum nú eldrasambýlið endiliga bleiv vígt. Tey fyrstu búfólkini kunnu væntandi flyta inn í dag, týsdagin. Tað vóru avbera nógv fólk, sum høvdu nýtt høvi til at fara til vígsluna. Til- samans 1.000 fólk vitjaðu henda dagin, verður sagt. Veðrið var av tí allarfagr- asta, tað besta ein kann vænta sær ein várdag. Grækarismessuhald var í býnum eisini, so tá tað var liðugt løgdu tey flestu leið- ina norður á Kjalarvegin til sambýlið undir Heygnum. 17 sangarar sungu nakrar sangir, og tað ljóðaði sum altíð frálíka gott. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri og formaður fyri nevndini í sjálvs- ognarstovninum undir Kráarbrekku, beyð væl- komin og helt eina røðu har hann millum annað kom inn á, hvussu týdningar- mikið tað var, at Jóhannes á Heygnum, sum í sínari tíð var so mikið framsíggin, at hann lat sína trøð til komm- ununa til eldraíbúðir. Stein- bjørn fegnaðist sjálvandi um, at sambýlið nú fer at lata upp, og hann ynskti bæði bú- og starvsfólkun- um góða byr framyvir. Tá Steinbjørn endaði sína røðu, avdúkaði Herluf Mat- ras, elsti núlivandi sonur Jóhannes á Heygnum navn- ið á sambýlinum, sum er uppkallað eftir Jóhannes. Onnur hildu eisini røðu til hesa hátíðarløtuna. Jó- annes Dalsgarð, stjóri á Húsalánsgrunninum, Páll á Reynatúgvu, landsstýris- maður í almannamálum og Gerda Arge, vegna áhuga- bólkin teimum eldru í Norðoyggjum at frama. Hon handaði eisini heimi- num eina minnistalvu, sum borgarstjórin tók ímóti, har eitt ørindi stóð á. Tá sjálv hátíðarløtan var av, fingu fólk ein te ella kaffimunn við pinnamati og smákøkum afturvið, sum Jákup Ziskason hevði staðið fyri. Nógv nýttu høvi til at fara út á altanina at standa, tí tað var sera lýtt í veðrinum og stilt. Eisini bar til at fara niðan um sambýlið at hyggja eftir teimum 24 eldraíbúðunum, sum helst verða lidnar um eina mánaða ella so. Sambýlið á Heygnum er sera snotuligt, og í dag kunnu tey fyrstu búfólkini av teimum tilsamans 16 flyta inn í teirra nýggja heim, har tey millum annað kunnu njóta tað einastand- andi vakra útsýnið yvir alla Klaksvíkina og yvir á Nes- tindarnar á Kalsoynni. Vakra útsýnið kom rættiliga til sín rætt í góðveðrinum henda dagin. Gerda Arge, forkvinna í áhugabólkinum teimum eldru í Norðoyggjum at frama, handaði eina minnistalvu til heimið, sum Steinbjørn Jacobsen tók í móti Landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu her avmyndaður á altanini við Nestindunum í bakgrundini Tilsamans nærum 1.000 fólk vitjaðu sambýlið á Heygnum sunnudagin, tá tað varð vígt Jóannis Dalsgarð, stjóri á Húsalánsgrunninum, Olivur Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum og Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa Norðoya tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Vilhelm Johannesen og Jógvan Gerðalíð nutu tað góða veðrið á altanini NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Hildur Patursson 50 ár Mánadagin 17. mars fylti Hildur Patursson í Havn 50 ár. Hildur er dóttir Morið og Erlend Patursson í Kirkjubø. Hon er útbúgvin barnagarðslærari í Íslandi, og hevur hon starvast sum barnagarðslærari í Íslandi og í Føroyum. Eitt skifti var hon leiðari á einum ís- lendskum barnagarði. Eis- ini hevur hon serlærara- útbúgving og hoyri- og talulæraraútbúgving. Hild- ur var formaður í Føroya Pedagogfelag í nógv ár og sat í Tórshavnar Skúlaráð tvær setur, til skúlaráðini vóru tikin av. Hildur hevur verið virkin í Tjóðveldis- flokkinum, og hevur hon sitið á tingi í umleið 2 ár sum varafólk fyri flokkin. Eitt langt áramál hevur hon sitið í aðalstjórn Tjóð- veldisfloksins og í nevndini í Suðurstreymoyar Tjóð- veldisfelag, harav nógv ár sum formaður. Hon hevur stóran áhuga í samfelags- viðurskiftum, og hevur ser- liga gjørt vart við seg í sambandi við javnstøðu- spurningar. Hildur er gift við Paula Nielsen, rektara á Føroya Læraraskúla, og eiga tey døturnar Tjóðhild og Bergtóru. Andreas 65 og Árni 70 ár Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag um viku- skifti, vóru tveir av av teim- um drúgvu í arbeiðararørsl- uni tiknir á bóli av stjórnini í Føroya Arbeiðarafelag Tað vóru teir báðir, Andreas Djurhuus úr Vági og Árni Mikkelsen úr Vest- manna, sum báðir høvdu føðingardag, nú aðalfund- urin var. Fríggjadagin fylti Andreas Djurhuus, nevnd- arlimur í Arbeiðsmanna- felagnum Framtíðini í Vági 65 ár og sunnudagin fylti Árni Mikkelsen, formaður í arbeiðarafelagnum í Vest- manna, 70 ár. Teir fingu báðir stór blómutyssi frá Inge- borgVinther, formanni í Føroya Arbeiðarafelag. Tað er Andreas, sum er á ovaru myndini Tilhaldið í Tórsgøtu 5 ár Grækarismessudag 12. mars hevði Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn 5 ára stovningardag. Nógv fólk vóru møtt hendan dagin til aðalfund, nevndarval og føðingardagshald. Í nevnd- ini eru: Jákup Lindenskov formaður, Hanna Lisberg, Jórun Simonsen, Sonja Danielsen, Ásmund Johannesen, Jústinus Há- skor, Katrin Dahl og Eilif Samuelsen. Nývald eru Katrin Dahl og Eilif Samu- elsen. Erik Norderø og Sol- veig Dam bóru seg undan afturvali. Á myndini sæst leiðarin í Tilhaldinum, Wanja Petersen. Navnið á degnum 18. mars. Aleksander, deyður umleið 250. Úr Aleksandriu og endaði sum biskupur í Jerusalem. Fleiri ferðir varð hann atsøktur fyri trúgv sína, men komst undan og doyði ein nátúrligan deyða, varð blóðvitni uttan blóð, sum tikið varð til. C M Y K 9 8