hósdagur 16. mai 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 90 — 16. maí 1991
Ambulansutænastan
í Eysturoynni
Í Sosialinum 3. mai eru
enn einaferð viðurskiftini
viðvíkjandi ambulansu-
tænastuni í Eysturoynni
til umreðu. Hesaferð er
tað sjálvur landsstýris-
maðurin í Heilsumálum,
sum úttalar seg og við
tað, at hann fer ógvuliga
lætt um sannleikan og við
tað, at hetta man vera
gjørt ímóti betri vitandi,
loyvi eg mær at gera nakr-
ar viðmerkingar til hesa
grein.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur: — Sum heild virkar
sjúkraflutningstænastan
væl Feroyum, men í
Eysturoy er neyðugt at
gera ávísar broytingar.
Tað verður ov drúgfert
at koma inn á sjúkraflutn-
ingin í Feroyum sum
heild, men tá ið hann rek-
ur fram undir, at viðvíkj-
andi Eysturoynni v»er
neyðugt at gera ávísar
broytingar“, kann hetta
neyvan skiljast sum ann-
að enn ein staðfestan av,
at henda tænastan »sum
heild« ikki hevur virkað
nóg væl. Tá má tað tykj-
ast ógvuliga legið, at tæn-
astusteðið — vælsaktans
eftir ordrum landsstýris-
mannsins, ella í hvussu er
við hansara vælsignilsi —
verður sett mong ár aftur
í tíðina.
Men bíða nú, hann held-
ur áfram: — Eg skilji ikki
tey 1100, sum mótmæltu,
Vælkomin í:
TLF. 19820
Í Amnesty International,
Føroya Deild:
Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku-
dag og friggjadag kl. 11-16. Tlf. 15816
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
V-Tyskland
Svøriki
Noreg
Frakland
Belgia
Sverts
Holland
Italia
Finnland
Ísland
Eysturríki
Spania
Portugal
Kanada
Japan
Írland
Pund ..
Kréna
Króna
Yen ...
Pund ..
Grikkaland Drakmur
Dollari ..
Markur .
Frankur .
Frankur .
Frankur .
Gyllin ....
Skillingur
Pesetas .
Escudos
Dollari ..
Ultimo
síðsta mán.
638,45
1128,00
383,50
105,51
98,41
112,87
18,630
447,70
340,15
0,5156
161,85
10,80
54,495
6,186
4,3920
551,00
4,6220
1021,65
3,5550
15.5
649,00
1130,20
382,27
106,40
98,16
112,75
18,597
453,20
339,30
0,5146
162,30
10,85
54,340
6,173
4,3530
56395
= 4,7050
1023,75
3,4920
Kelda: Føroya Sparikassi
at ambulansutænastan i
Skálabotni varð niður-
løgd, og at dentur varð
lagdur á at tænastusteðið
ikki mátti lækka —
eysturoyingar kunnu ikki
vera negdir við, at ambu-
lansutænastan ikki virkar
i4 av árinum. Tað er ov
vånaligt« — sigur altso
landsstýrismaðurin í
heilsumálum. Hvat man
hann meina við? Trýr
hann at eysturoyingar ella
onnur, ið av einihverjari
orsek koma illa fyri —
rakt av skaða ella sjúku —
ikki fáa ta sjálvsegdu
hjálp ella tænastu, teim-
um terva. Loyvi mær at
upplýsa, at henda tænast-
an virkar 24 tímar í sam-
degrinum — 365 dagar
um árið. Her má eg skoyta
uppí at eg hugsi at teir
flestu eysturoyingar
hava, eins og eg og onnur,
ilt við at fylgja logikki
landsstýrismannsins, tá
hann í fyrsta lagi heldur
at tænastan ikki virkar
nóg væl, og síðan flytur
sjúkrabilin til Havnar.
Hetta ber i sær, at tey, id
skulu nyta hesa tænastu,
koma at bida 1 tima
longur enn neyðugt var,
um sjúkrabilurin var í
oynni. Um hann ikki held-
ur at hetta er at lækka
tænastusteðið, átti hann
at givið okkum fávitskutu
eina frágreiðing, sum
meguliga kundi sett ting-
ini upp á pláss.
Víðari verður í greinini
sagt: — men, at átta
sterkir menn skulu sita og
bíða eftir at telefonin ring-
ir, er ikki nóg virkin skip-
an...< Her talar Jóannes
ímóti betri vitan, men av
tí at hetta er sagt so ofta,
at onkur kanska trúgva
hesum, loyvi eg mær enn
einaferð at siga frá,
hvussu henda tænasta
varð skipað og virkaði til
1. mai, tå ið hon varð
nidurløgd.
Øll sjúkraflutningstæn-
asta å Streymoynni og
Eysturoynni hevur verid
fyriskipað av Lands-
sjúkrahúsinum. Henda
tænasta hevur verið
náttúrligur partur av teim
ymsu virkisøkjum por-
tøra. Tå id so vaktarstov-
an i Skálafirði varð sett á
stovn, vóru 8 menn til-
nevndir. Tann vaktarskip-
anin, sum var galdandi tå,
varð víðkað við hesum 8
monnunum. Í fyrstani
(1989) vóru 32 vaktar-
menn, seinni varð hetta
tal av innanhýsis orsøkum
sett niður til 31. Vaktar-
stovan í Skálafirði varð
sett sum partur av hesi
skipan og mannað av øll-
um hesum vaktarmonn-
um í skiftum. Hesi skifti
bóru í sær, at tveir — 2,
ikki 8, mans vóru har og
tóku sær av teim flutning-
um, ið vóru av Eystur-
oynni og eisini eystaru
síðu á Norðurstreym-
oynni. Hetta bar í sær at
hver maður sær var í vakt
á Skálafirði í 24 tímar
uml. hvenn 14. dag. Mín
persónliga metan er, at
henda tænastan hevur
virkað fyrimyndarliga, og
at 4 av Føroya fólki hevði
betur uppiborið, enn at
henda varð nidurløgd.
Framhaldandi tosar
hann um meguliga at
leggja flutningstænast-
una saman við Ellis- og
Rektarheiminum í Runa-
vík, og har skilji eg at
hann heldur at starvsfólk-
ið har kann tveita tað, tey
hava í hondini í letuni fyri
at taka sær av sjúkra-
flutninginum. Hvat
munnu starvsfólkini har
siga til tað?
— Spurningurin er
eisini, um vit ikki skulu
hugsa ødrvisi, at td.
konufólk kunnu koyra
sjúkrabilin, og at eitt nú
sjúkrasystir var við, um
neyðugt er við viðgerð av
sjúklingi undir flutningi«.
Hetta er eitt sera ósak-
ligt og ljótt álop á teir, ið
dagliga rekja hesa tæn-
astu. Hesir hava allir ta
útbúgving, ið krevst til
hetta starv og allir ára-
langar royndir júst við-
víkjandi flutningi av sjúk-
um og skaddum, og eru
fult ferir at geva ta við-
gerð, ið krevst. At vit í
førum í góðum samstarvi
við bæði læknar og sjúkra-
systrar hava fingið hesi at
rætta eina hond, tá ið á
stóð, skal ikki dyljast. Tað
ber ikki til at seta t.d. eina
sjúkrasystir í ein sjúkra-
bil, senda hana á eitt van-
lukkustað, har fólk megu-
liga sita/liggja kleimd í
einum bilvraki og rokna
við at hon er fer fyri at
fara undir ta ofta sera tor-
foru uppgávu, ið hetta er.
— Annar meguleiki,
sum kanska liggur longri
frammi í tíðini, er, at
sjúkraflutningstænastan
varð legd út á tænastu-
stovnar, sum framman-
undan rekja slíkt virk-
semi...“ Landsstýris-
maðurin í Heilsumálum
átti at vita, at hetta er
roynt fyrr uttan at úrslitið
var nakað at rópa hurrá
fyri. Ein slík loysn vil gera
tænastuna nógv dýrari
enn ta, ið gekk út frá
Skálafirðinum. Tað er so
eitt. Tað sum er — í mín-
um eygum í hvussu so er
— meira beteinkiligt, er at
ein slík loysn als ikki
tað.
Vit hava eitt stórt úrval av brúktum
eykalutum til bilar. Er tað okkurt, vit
ikki hava á goymslu, so útvega vit
Vit gera eisini smærri bilumvælingar.
Tlf. 16190 hk á Heygnum Mikla
LT 111111) FORK KK BER
Tollarastørv
Við tolleftirlitid i Saltangará eru tvey
størv sum tollari leys at søkja. Størvini
skulu setast skjótast til ber. Tann sum
settur verður, skal kunna røkja tænastu
á ødrum tænastustaði, um tað verður
kravt.
Størvini eru tænastumannastørv, lent
í Iónarrammu 18-20. Byrjunar- og enda-
lønin eru í løtuni åvikavist kr. 16.955,22
og kr. 19.101,15 um mánaðin.
Tann, sum settur verður, skal helst vera
til aldurs um 25-35 ár og skal hava lokið
10. floks fráfaringarprógv frá fólkaskúl-
anum og t.d. H.M.X.-, F.H.S.-prógv
ella aðra útbúgving.
Skrivlig umsókn saman við prógvi og
ummæli, skal stílast til Foroya Lands-
stýri og sendast til: Tollbúðin, Eystara
bryggja, FR-100 Tórshavn, í seinasta
lagi tann 10. juni 1991.
Føroya Landsstyri
hevði tænt sjúklingum/
skaddum. Ein slík loysn
hevði eisini borið í sær til-
nevnan av fólki, í minsta
lagi 8 persónar!
Og tað man vera tað
løgnasta av øllum, um
hetta letur seg gera. I
sambandi vid at vaktar-
stovan á Skálafirði varð
niðurlegd, eru 9 porterar
sagdir úr starvi. Tann
fyrsti varð sendur til hús
30. apríl, hinir 8 starvast
sum summarfrítíðarav-
loysarar til 1. september
1991.
Hevur landsstýrismað-
urin hugsað um hetta, ella
er hetta gjert heilt tilvit-
andi við einihverjari ætlan
at hesi arbeiðspláss verða
flutt út um Havnina?
Livst, so spyrst!
Eydbjørn Jakobsen