Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 91 — 17. mai 1991 Aftur óskil á TV-3: Norski dekodarin kemur ikki fram - hóast telefonverkið hevur spurt eftir honum av og á, síðani hann var bílagdur í januar mánaða Í seinastuni hava tekst og myndir so dánt verið í lagi í TV-3, sum havnarfólk hava møguleika at fáa á skíggjan í stovuhorninum. Nú er líkt til at óskilið aftur er komið á sendi- netið. Á Telefonverkinum verð- ur sagt, at teir enn bíða eftir norska dekodaranum, sum var bílagdur undir flógvakrígnum, men sum teir higartil ikki hava fingið. Telefonverkið hevur kortini av og á vent sær til norsku fyritøkuna, sum hevur játtað at selja dekod- aran til Føroyar. Einki er spurt burturúr. Tað er helst einki iva- mál, at stríð er millum de- kodara fyritøkurnar í Dan- mark og Noregi, hvert Havnin skal fáa nýgga dekodaran. Orsgkin sigst vera tann, at danir gjørdust firtnir, tí føroyingar ikki skoyttu um donsku sendingarnar í TV- 3, men valdu ístaðin at fyl- gja norsku og svensku sendingunum. Hetta er sostatt eisini ein spurningur um pening, men tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa upp- spurt, hví tann norski de- kodarin ikki kemur fram, hóast hann var bílagdur fyrst í hesum ári. Tá ólag kom á send- ingamar í TV-3, og mynd- ir og tekst kom á skíggjan, Umráðandi Havnar Arbeidsmanna- felag tordi ivaleyst ikki at nokta SvF undantaksloyvi at flyta eina parabol, sum var neyðugt fyri at før- oyingar kundu síggja fót- båltsdystin millum Føroy- ar og Jugoslavia i gjåra- kvøldid. Ragnar C. Joensen, tek- niskur stjóri i SVF sigur við Sosialin, at ein sjón- varpsfylgisveinur, sum SvF skuldi fáa myndirnar frá, var staddur so eyst- arliga, at teir ikki kundu fáa góðar myndir um para- bolantennuna, sum stendur á gkinum hjá SvF. Tí var neyðugt at flyta hana millum tey bæði húsini, sum SvF húsast í. Fyri at gera hetta, var neyðugt við einum lastbili. Teir settu seg í samband við Havnar Arbeiðsmanna- felag, og greiddu teimum frá hesum. - Tað var leyst og liðugt beinanvegin og parabolin varð tí flutt fyrrapartin í Dagny undantaksloyvi sum ikki hoyrdu saman, vísti tað seg, at dekodarin var í Ólagi. - Møguliga er tað sami skeivleiki, sum nú ger seg galdandi, siga teir á Tele- fonstverkinum og skoyta uppí: - Vit fáa kortini einki gjørt, tí vit hava onga á- virkan á fyribrigdið at myndir og tekst ikki fylg- jast. Tað verður umvælt beinleiðis gjøgnum sendi- netið. Eftir hesum at skilja, so mugu hyggjarnir bert bíða í tolni, til umstødurnar á TV-3 koma í rættlag - um tær verða tað. Tað er bert tíðin sum kann prógva tað. Dagny Eingin trupulleiki var, tá SvF skuldi flyta hesa parabolantennuna. Tað kundi ikki berast í bótuflaka fyri at alt Føroya fólk skuldi verið fótbóltsdystin fyriuttan, harnæst eru heldur ikki oll fakfeløg í landinum í verkfalli Tróndur Niclasen: - Eg ætli mær í snikkaralæru, og ti kundi eg hugsa mær hetta sum ítriv. Áhugavert við fram- sýningini er, hvat onnur fara at halda um myndir mínar 17 ára = listamaður Í løtuni er ein forvitnislig framsyning í Smidjuni i Litluvik. Listamaðurin er 17 ára gamali Tróndur Niclasen úr Bø, sum seinastu tvey árini hevur havt til itriv - sum hann sjålvur tekur til, at tekna og måla myndir - oftani við náttúruni sum innblástur. Tróndur Niclasen sigur, at hann ikki sjálvur hevdi hugsað sær tann tankan, at hann skuldi fara ul Havnar at skipa hesa framsýning- Ina, men at onkur persónur í heimbygdini Bø, hevði biðið hann gera eina roynd við hesum ultakinum. Tróndur Niclasen: - Eg havi teknað frá eg var eini 13 ára gamal, og tað hevur vundið uppá seg við árun- um. Myndirnar á framsýning- ini eru 27 í tali og tær eru allar gjørdar frå 1989 ul 91. Tréndur Niclasen synir fram akryle myndir i sterk- um litum, nakrar serstak- liga fínar gávuríkar vatn- litsmyndir og tekningar, umframt oljumálningar. - Eg ætli mær í snikk- aralæru, og tí kundi eg hugsað mær framyvir, at hava máling og tekning, sum ítriv. Tróndur Niclasen gekk í skúla í Sørvågi og fekk 10. prógv í fjør. Síðani hevur hann arbeitt hjá Lands- verkfrødinginum har vest- uri, men vónar at fáa læru- pláss um stutta tíð. på Er henda framsyning gjørd x 5 VIÓ SØlU fyri ey gað á Nei, als ikki, hóast myndirnar eru til sølu kortini. Eg haldi at tað er spennandi at frætta frá ød- rum, hvat tey halda um myndirnar, og ti havi eg skipað fyri hesi framsýn- ing Kundi tú ikki hugsað tær at verið listamaður? - Nei, so langt havi eg ikki hugsað. Tað er eisini ov tíðliga at vita, hvussu áhugin hjá mær verður fyri hesum arbeiði í framtíðini, tá eg bert eri 17 ára gamal, sigur Tróndur Niclasen at enda. Famsýningin er í døgunum 14. - 18. mai. Opið er frá kl. 13-18 allar dagar Dagny BILRØKT Plåtu- og Sproytuverkstadur Ger bil fyri folk ur bygd og i by Pf. BILRØKT ví Simin í Dali Akranesgøta 11 - Tlf. 15556 OKKARA GÓÐSKA - TIN TRYGD