Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Inger Marie Andersen og Henki Kolstad Fríggjadagin kl. 21.03: Vit fara at giftast Norskur filmur um Petter Gran, sum fer súkkluferiu. Hann hittir ungu kvinnuna, Kari. Men fyrstu ferð, tey hittast, er und- ir legnum umstødum. Kari kemur sukkl- andi oman á strondina, har Petter situr, og hon er um at detta á sjógv. Tey verða væl, og tá ið tey koma heim aftur til Oslo, verða tey trúlovað. Tey royna at finna sær eini hús, men tað gongur illa. So gift- ast tey og flyta inn til foreldrini hjá Pett- er. Men hetta riggar ikki væl, tí mamma Petter er ikki góð við Kari. Hon hevur „tikið< sonin frá henni. Seinni flyta tey haðar, sum Kari búði frammanundan, og tá er Kari við barn. Fríggjadagin kl. 23.00: Twilight Zone Joey Crown var einaferð tónleikari, hann spældi trompet. Men so før hann at drekka. Nú roynir hann, til fånytis, at fáa arbeiði sum tónleikari, men eingin vil hava hann. Hann fer á eina ølstovu, drekkur seg fullan og fer út á vegin aftur. Hann verður yvirkoyrdur. Tá ið hann vaknar aftur, sær hann ein gamlan mann sita og spæla trompet. Leygardagin kl. 17.00: The Young Riders Ein maður, sum líkist Hickok og sigur seg eita Vilde Bill Hickok, rænir ein banka og skjýtur eitt av viðskiftafólkun- um í Mill Junction. Sheriffurin eftirlýsir beinanvegin Hickok — deyðan ella liv- andi — og hetta lokkar fólk. Samstundis ríður Hickok, sum einki veit, inn í Mills Junction, og hann er um at verða dripin. Noah og Kid koma honum til hjálpar í evstu letu og saman fara teir at leita eftir ránsmanninum. Leygardagin kl. 22.50: Alfred Hitchcock Thelma Tomkins hevur arbeitt á einum hotelli í mong ár, og hon hevur ikki nógv- ar vinir. Hon hevur verið um hina ríku mrs. Mannerheim, eina gamla konu, sum býr á hotellinum, í nógv ár. Nú sigur mrs. Mannerheim, at hon hevur avgjert, at Thelma skal arva nógvar pengar eftir seg, tí hon altíð hevur verið góð við hana. Tá ið vinurin hjá Thelmu, Arthur, frættir hetta, heldur hann at tey skulu fram- skunda deyða mrs. Mannerheims. Hvítusunnudag kl. 16.00: Storm over Tjurø Sigge Furst, Gunnel Brostrøm og Adolf Jahr Svenskur filmur frå 1954, bygdur å skaldsøgu hjå Gustaf Hellstrøm. Søgan fer fram á einari oyggj við skergarðin í Stockholm, har kona hin gamla Bohm júst er deyð. 40 ára gamal giftist hann við arbeiðskonuni Sofiu, tí hann visti, hon var við barn, men dóttirina, Augustu — gjerdist hann ongantíð góður við, og aftraði seg at lata hana búgva í húsunum hjá sær. Nú er hon komin til jarðarferð- ina hjá mammuni saman við manni og tveimum synum. Ein onnur kvinna, sum Bohm kennir, er tænastugentan Tekla, sum í nógv ár hevur verið hjákona hans- ara. Hon býr nú saman við systirsoni hansara. Og nú kemur alt gamalt kland- ur fram Hvítusunnudag kl. 18.30: Heima hjá abba Shannen Doherty, Chad Allen, Deidre Hall, Keri Houlihan og Wilford Brimley Amerikanskur einkjumann, leikur um ein gamlan Gus Witherspoon, sum missir sonin, og sonarkonan Jessie flytur inn til hansara saman við trimum bern- um. Í fyrstani er eitt sindur av klandri, tí Gus, sum er elstur, heldur seg hava alt at siga. Jessie Witherspoon flytur inn saman við børnunum Kris, David og Molly, hundinum og einum gullfiski og einum modell-flogfari. Trupult er at finna rætta skúlan til 15 ára gomlu Kris. Hon vil verða astronautur. Nr. 91 — 17. maí 1991 Hvítusunnudag kl. 19.30: Bastard Alexander Radszun og Peter Sattmann Týsk sendireð í trimum pertum. Hin ungi Paul situr í Spania og uppfinnur dataspel, tá ið hann ein dagin fær eitt blað heimanífrá. Á fremstu síðu er mynd av einum fyri legregluna ókendum manni, sum er myrdur, einum manni, sum Paul beinanvegin kennir aftur. Seinni ringir góði vinur hansara, Felix, úr Tysklandi við boðunum: »Kom heim beinanvegin<. Paul fer við fyrsta flogfari og verður handtikin, tá hann kemur. Í royndum sínum at prógva, at hann er ósekur, kemur hann fram á ein bólk, sum brúkar data at savna upplýsingar um fólk og fremja illgerðir. Hann ger av at finna leiðaran, og so byrjar jagstranin. 2. hvítusunnudag kl. 19.00: | Stingray Lisa Perlman, sum lesur til verkfreðing, er bangin um beiggja sín Joey, sum held- ur saman við punkaranum og brots- manninum, Wyatt Wilson. Tá ið Joey og Wyatt flyta inn til hennara, vendir Lisa sær til Stingray í vón um at hann kann hjálpa Joey aftur til eitt vanligt lív. Stingray gevur seg út at vera kendur nevaleikari, og Wyatt setir hann sum lív- verja Týsdagin kl. 21.48: Les Brigades Catherina Alric Franskur filmur um kriminaldeildina hjá løgregluni í Paris og mobilu deildirnar undir leiðslu av >Tigern< Clemenceau. S.O.S. Eifeltornið Fyrri heimsbardagi er av og ein nýggj tíð, við vón um frið, byrjar. Men eitt nýtt Jean-Claude Bouillon, Jean-Paul Tribout og Pierre Maguelon slag av kriminaliteti byrjar samstundis. Eitt hernaðarflogfar bumbar Elyseepa- lassið, ein banki verður rændur, sonur ein ríkmann verður rændur og ránsmenninir krevja, at pápin letur drepa allar hestar- nar hjá sær, sum kapprenna. So fær Valentin frænir av at nú eru ætlanir frammi um at spreingja Eifeltornið Mikudagin kl. 19.00: Pør í hjørtum Jonathan og Jennifer fáa illgruna, tá ið eitt par, Bill og Cheryl Hyatt, siga seg vera vaktir hjá grannunum, meðan tey eru og ferðast. Jonathan og Jennifer ill- tonkja tey at bróta inn í hús og taka virðismiklar málningar og heingja kopi upp í staðin. Tey venda sær til løgreglu- ovastan Draper og siga honum, hvat tey halda, men hann fær einki gjert uttan prógv. Saman seta tey eina fellu, men hetta er vandamikið Mikudagin kl. 21.30: Secrets of Sedona Hetta er dokumentarfilmur frá ameri- kansku CBS sendireðini »48 Hours«. Vit skulu síggja nakrar amerikumenn, sum halda seg hava funnið eitt betri stað at liva í náttúruvakra Sedona í Arizona. Tey hava funnið sær ein annan livihátt. Tey halda seg hava tað frálíkt, meðan oll onnur halda tey vera í erviti. Hósdagin kl. 19.00: Murder She Wrote Jessica fer at vitja Jayne og Steven Honig, tí hon skal luttaka í einari sjón- varpssending hjá Steven. Hjúni Honig hava trupulleikar við hjúnalagnum, ser- liga tí at Steven arbeiðir undir trýsti frá Kenneth Chambers. Morgunin eftir at Jessica er komin, verður Kenneth funnin myrdur í sjónvarpsstovuni, og skamm- byrsan, kann er skotin við, verður funnin í bilinum hjá Steven. Hesin verður hand- tikin, men Jessica hevur illgruna um, hver drápsmaðurin er. Hósdagin kl. 23.00: WKRP in Cincinnati Lenirnar á WKRP eru lágar, og tå ið Johnny Fever fær bjóðað annað starv á einari aðari radiosteð við dupult so stórari løn, sigur hann upp. WKRP hevur ikki meguleika at bjóða honum meira, men Arthur Carlson fer at hugsa um nak- að, sum kann fáa Johnny at verða ver- andi — tey skulu halda fráfaringarveitslu fyri honum og halda so nógvar rerandi reður, at hann ikki orkar at fara