fríggjadagur 17. mai 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 91 — 17. mai 1991 |
Sjónvarp Føroya
Fríggjadagin kl. 21.25:
Kvinnur fyri
framtíðina
Mali í Vesturafrika er triðfátækasta land
í heiminum. 73% av fólkunum arbeið
við at dyrka jørdina. Helvtin er kvinnur $
og tær gera meira enn 80% av verunum. *
Kvinnurnar hava eisini hevuðsábyrgdina *
fyri familjuni og í Mali er tað trupult at
forsyrgja familjuni. Nógvar
noyðast at hava meira enn eitt arbeiði.
T.d. er tað ikki sjáldsamt, at ein lærari
eisii er gøtuseljari. Alment lent noyðast
ofta at bíða upp til fýra mánaðar eftir
lønini orsakað av figgjarstødu landsins.
Fríggjadagin kl. 21.55:
Bonnie & Clyde
Warren Beatty og Faye Dunaway
Bonnie og Clyde eru tvey ung i triatiår-
unum, sum verða bankarånarar. I fyrst-
ani amatørar, seinni eftirlyst fridleys,
jagstrað allastaðni.
Arthur Penn hevur leikstjórnað.
Leygardagin kl. 21.15:
»Tad er leygarkvøld«
Hetta er fyrra av tveimum nýggjum før-
oyskum undirhaldssendingum við tón-
leiki, práti og dansi. Í sendingini kom-
andi leygarkvøld verður m.a. fólkadans-
ur, sum Regin Jacobsen og Roda Rubek-
sen hava gjørt, eitt orkestur úr Klaksvík
frá 60-unum, tveir smádreingir úr Fugla-
firði syngja og mangt annað.
Rasmus Magnussen er vertur og hevur
lagt sendingina til rættis.
Seinna sendingin kemur næsta leygar-
kveld.
kvinnur =
EF
Kl
Robert Redford sum Joe Turner
Leygardagin kl. 22.15:
Try samdøgur hjå
Condor - am. filmur
Turner (Robert Redford) er >skriviborðs-
agentur«. Hann umsetir fyri CIA, tå ið
starvsfelagar hansara verða ålopnir og
myrdir. Nú flýggjar Turner — men hver
er fíggindin?
Filmurin er spennandi — frá 1975 og
onnur leikandi eru: Fay Dunaway og
Max von Sydow.
2. hvítusunnudag kl. 21.40:
Danskt undirhald
»Bissen« tosar við Hammer
Vertur er Hans Otto Bisgaard. Vit skulu
hoyra amerikanaran M. C. Hammer,
Lars Muhl, Moonjam og Lone Keller-
mann.
Tysdagin kl. 21.10: |
Vár hjá Hitleri
Mel Brooks hevur leikstjórnað hesum
filminum, sum er eitt >show< um Hitler.
Filmurin byrjar við eini tónleikafram-
førslu, har kórdreingir og -gentur í svert-
um klæðum syngja um nazismuna og at
enda mynda tey eitt nazistamerki.
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
Hósdagin kl. 22.25:
Testamentið
USA liggur lamið eftir eitt atomálop,
men í californiska býnum Hamlin, royna
tey at liva víðari sum áðrenn. Men fleiri
og fleiri doyggja — eisini grannarir hjá
Carol Wetherly, og hon tekur sær av
barninum hjá teimum. Carol ætlar sær
ikki at doyggja, men sleppur hon undan?
Filmurin er frá 1983.
Útvarp Føroya
Hvitusunnudag kl. 14.15: |
»Å løgtingi og i
landsstyri«
Tann tridi og seinasti parturin av sam-
røduni vid Demmus Hentze, fyrrverandi
landsstýrismann og løgtingsmann, verð-
ur i hvitusunnudag kl.
14.15.
Demmus Hentze var landsstyrismadur
i figgjarmålum årini frå 1975 til 1981, og
tad var i hansara tid kreditfelagslån år
Danmark vóru loyvd i Føroyum.
Demmus sigur, at landsstýrið hevur
havt meguleikan at forða fyri teimum
mongu lánunum, sum tikin vóru í áttati-
árunum.
Hann greiðir eisini frá, hvussu polit-
iska stríðið í Sandoynni fór fram, tá hann
var legtingsvalevni, og metur eisini um
tey bæði landsstýrini, sum hann var í —
tær báðar samgongurnar hjá javnaðar-
flokkinum, tjóðveldisflokkinum og fólka-
flokkinum frá 75 til 81.
Jógvan Arge leggur sendingina til
rættis.
útvarpinum
Hvítusunnudag kl. 17.15:
»Stridskvinnan
i Londonderry«
Hvitusunnudag verður tann kenda ka-
tólska stríðskvinnan í Norðurírlandi,
Bernadetta Devlin, at hoyra í Útvarpi
Føroya
fyri, og
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
hennara leið, síðani hon var ímyndin av
katólska uppreistrinum í Londonderry í
1968.
Bernadetta varð mangan nevnd
„Jeanne d Arq í Bogside«, og stóð ovast
á barrikadunum har. Hon varð eisini vald
í bretska parlamentið sum blaðung, og
har gjørdi hon eisini vart við seg.
Men hetta virksemi hevði eisini sín
prís. Fyri nekrum árum síðani var hon
fyri morðroynd. Hon fekk átta kúlur í
kroppin, men slapp frá álopinum við
lívinum.
Hesi seinastu árini hevur hon ikki
verið frammarlaga í stríðnum. Nú er hon
gift og er bóndakona í
men hon er framvegis kend sum ein herð
kvinna.
Norðurírlandi,
Morgunlestrar
í Útvarp Foroya
21.—25. mai
Hesa vikuna lesur Símun Petur
Rasmussen í Haraldssundi
Sálmar og bíbliuorð:
Týsdagur 21. mai
nr. 226 Hvítusunnudag tað var
Aps. 2,2
nr. 227 Jesu halga boð í minni
Mikudagur 22. mai
nr. 228 Sum harðveður, tá ódn ber
á
Jóel 3,1
nr. 237 Andanna andi
Hósdagur 23. maí
nr. 231 Vit halgan anda biðja nú
Áps. 2,11
nr. 240 Halgi andi, ver mær hjá
Fríggjadagur 24. maí
nr. 235 Halgi andi, kom tú inn
Aps. 2,36
nr. 236 Tín andi, Guð, til Jesus
Krist meg kalli
Leygardagur 25. maí
229 Nú skínur sól í dýrd og
Mós
A
OO TILL" ALTO ER US