leygardagur 18. mai 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 92 18. maí 1991
Vit mistu onki
- -. -.
tiåindahlaiA
- Tad snýr seg ikki bara um at fáa meira løn. Vit
halda okkum vera komin væl burturúr sáttmála-
samráðinginun, tí vit hildu fast við og varðveittu
øll vunnin rættindi, sigur Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðarafelag
Tað er eitt sindur ymist,
hvat leiðararnir í arbeið-
arafeløgunum halda um
nýggja sáttmálan, tey hós-
dagin skrivaðu við arbeiðs-
gevararnar. Sáttmálin gevur
teimum 64 oyru aftrat um
tíman, so timalønin nú er
75,85 krónur.
Ingeborg Vinther í Føroya
Arbeidarafelag er ikki heilt
ónggd vid úrslitið, sjálvt um
hon heldur, tað kundi verið
betri.
- 64 oyru eru ikki nógvir
pengar. Men vit mugu
minnast til, at arbeiðsgevar-
arnir løgdu út við at seta
timalønina niður, lækka
yvirtíðarsatsin, yvirtíðina
niður fyri reingerð á fiska-
virkjum, avtaka døgurda-
tíman o.a., ið hevði kostað
okkum nógv tilsamans.
Men einki av tí eydnaðist
teimum at fáa í nýggja
sáttmálan. Vit mistu onki,
sigur Ingeborg Vinther.
Fólk hava tosað um, um
tað var tað vert at vera í
verkfalli eina heila viku og
koruni ikki fáa lønina
longur upp.
- Tað er galið, at tey gera
alt upp í krónum og oyrum.
Her snúði tað seg um
prinsippið at varðveita rætt-
indi, sum frammanundan
vóru vunnin, og tað megn-
aðu vit, sigur Ingeborg
Vinther.
Hon letur væl at saman-
haldinum millum limir og
millum feløgini. Tað, tey
vita um, breyt eingin verk-
fallið. Og selggini arbeiddu
eisini sera væl saman. Sjálvt
um fólk fíggjarliga eru illa
fyri, tóku tey undir við
verkfallinum. Eg eri errin av
okkara limafelgum, sigur
forkvinnan.
Havnar Arbeidsmanna-
felag gjørdi skjótt av, tå
semingsmaðurin
selmnapartn
KOM
hósdagin
semingsupp-
skotinum. Felagið tók
av, og so kundi Karl Jo-
hansen, formaður í
Havnar Arbeidsmanna-
felag, skriva undir.
Hinumegin borðið
skrivaði Poul Mohr,
formaður i Havnar
Arbeiðsgevarafelag
undir sáttmálan
við
Ingeborg Vinther er ikki
vís í, at feløgini høvdu
góðtikið semingsuppskot-
i0, um Havnar Arbeids-
mannafelag ikki hevdi gjørt
tað. Men tá eitt felag hevur
góðtikið, loysir seg illa hjá
hinum at stríðast víðari.
Semingsuppskotið
ikki leggjast fyri
Skal
lima-
feløgini í Føroya Arbeið-
arafelag, tí nevndin hevur
heimild til at gera sáttmála.
Ingeborg Vinther sigur,
annars at tey fingu lyfti um
Stuðul úr útlondunum eisini.
Føroya Arbeiðarafelag er
limur í altjóða felagsskap-
inum í matvvøruidnadi-
num, og hósdagin komu boð
frá høvudsskrivstovuni i
Geneve um studul. Sama
lyfti koma frå fakfeløgum úr
ødrum londum. Nú
verkfallið er av, er íkki
beinleiðis brúk fyri hesum
studuli. Studulin var ikki av
figgjarligum slag, m.t. góvu
fakfeløg i ødrum londum
lyfi um íkki at landa
Síða 5
føroysk skip, sum fóru
uttanlands at landa.
randi
Ikki hetri enn gott
Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag,
heldur, at meira kundi verið vunnið, um øll feløgini samdust um at
stríðast eitt sindur aftrat
Arbeidskvinnufeløgini
vóru meira ivasom enn
Havnar Arbeiðsmanna-
felag. Tær gjøgnum-
gingu uppskotið í fleiri
tímar, áðrenn tær skriv-
aðu undir - við fyrivarni.
Her eru frá vinstru
Hanna Isaksen, for-
kvinna í Klaksvíkar Ar-
beiðskvinnufelag, Víg-
dis Johannesen, for-
kvinna í Havnar Ar-
beiðskvinnufelag og
Gudrn Kristiansen, for-
kvinna i arbeiðskvinnu-
felagnum Fjallbrúður i
Myndir: Kalmar
Sosialurin fekk orð á Vígdis
Johannesen, forkvinnu í
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ag, eina løtu undan lima-
fundinum í gjár, tá limirnir
skuldu taka stóðu til, um teir
góðkenna nýggja sáttmál-
an.
Mest ilskast hon inn á, at
tað nú er komið at standa í
teirra sáttmála, at skiftiar-
beiði kann ganga yvir try
samdøgur. Hetta fingu
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ag og Klaksvíkar Arbeiðs-
kvinnufelag við í sáttmál-
anum. Tað stóð framman-
undan í sáttmálanum hjá
Føroya Arbeiðarafelag og
hjá Fjallbrúður. Hetta rakar
ikki so nógvar limir hjá
Havnar Arbeidskvinnufel-
ag, men nevndin gjørdi
semingsstovninum greitt
fleiri ferdir, at hon ikki vildi
hava broytingina, men tad
kom kortini vid i semings-
uppskotið, og semingsmað-
urin noktadi at strika tað.
Vigdis Johannesen heldur
eisini, at meira kundi verid
vunnid, um Havnar Ar-
beidsmannafelag ikki av
sínum eintingum góðkendi
uppskotið, áðrenn hini
høvdu tikid stóðu. Høvdu
tey hildið á eitt sindur aftrat,
kundi lønarbatin ói vað fing-
ISt upp á eina krónu í staðin
fyri 64 oyru.
Eisini hon letur væl at
samanhaldinum í felagnum.
Hósdagin høvdu fleiri teirra
eisini gjørt seg ul at fara út at
halda vakt, Ld. so heilsøl-
urnar ikki fingu koyrt verur
út. Men tað gjørdist ikki
neyðugt
Havnar
Arbeiðsmannafelag lýsu til
limafundar = beinanvegin.
sum nevndin við fyrivarni
hevði góðkent uppskotið,
og tí kundu menninir fara til
arbeiðis aftur longu í gjár.
- Hví kundu tit ikki hava
limafund fyrr enn seinna-
parun í gjár?
- Klokkan var farin av
sjey hóskveldið, áðrenn vit
høvdu undirskrivað. Fót-
bóltsdysturin var byrjaður,
og tá bar ikki til at kalla til
fundar. Haraftrat stendur
tað í lóg okkara, at lima-
fundur skal fráboðast dagin
fyri. Lítið fólk hevði komið
á fundfríggjamorgun, og tá
hevði dagurin verið so nógv
liðin kortini, sigur Vígdis
Johannesen.
randi