leygardagur 18. mai 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Si
Kom, Guð halgi
5
a
a6
andi, brått
Kom, Gud halgi andi, brått!
Lat ígjognum myrku nátt
skína ljósið reyða;
lat vár hjørtu prísa glad
Guði fyri henda dag,
sum rs upp úr deyða!
Sálarhirði bestur er —
gist tú vára hjortu her,
nú á hesum degi
við Guðs friði, hóast stríð,
við Guðs troyst í armóðstíð!
Slokk vár sorg við gleði!
Hóast iva, sælan ber
progv fullgóð til okkum her,
sum við anda besta
kenna djúpt, at uttan teg
tómt var alt á foldini.
Hylkir bert at heysta!
Styrk oss, so vit vera ferm,
våra køldu vitan verm;
ver í hjørtum vårum!
Reinsa oss og ilt alt sløkk,
leska oss vid morgundøgg:
Tinum mildu tárum!
Fyri okkum lat tú so
kvsins blómur grógva og
gravarmyrkrið hylja!
Og við kirkjugarðsins lið
rek tú burt hvonn skugga við
tíni hvítu lilju!
Grundtvig
Tíðindaskriv: WP-bilasolan gremur seg ikki
Nr. 92 — 18. maí 1991
Selt 100 bilar
higartil í ár
Hóast vánaligar tíðir,
fíggjarliga sæð, er WP
ikki millum teir fremstu
at klaga um seluna av
nýggjum og brúktum bil-
um. Bilur nr. 100 í ár varð
nevniliga handaður
nýggja eigaranum, Heina
Heinesen, Tórshavn,
mikudagin 8. mai.
Petur Petersen frá WP
metir at góða úrslitið part-
víst skyldast tað hega
tænastusteðið, ið WP er
kent fyri, umframt álitið,
ið upparbeitt er, sum tíðin
er liðin.
Framyvir fer WP at
leggja enn sterri dent á
umvælingararbeiði og
»endurnyggjan« av brúkt-
um bilum, — hetta m.a.
við hjálp av DITEC og
DINITROI viðgerðini, ið
fær tín brúkta bil at verða
sum nýggjan.
Eingin gjórt nakað skeivt, men
Borgarin i ÓVÍSSU
- P/f Hans Joensen hevur
fingið eina eykaútreiðslu,
og tað er sjálvandi harmi-
ligt, ti prógv eru ikki førd
fyri, at Tórshavnar
Kommuna hevur handlað í
stríð við byggisamtyktina.
Hetta var ábendingin, ið
dómarin Jógvan Andrea-
sen kom við í sakarmál-
inum, sum P/f Hans Jo-
ensen í Havn hevði lagt
ímóti Tórshavnar Býráð.
Málið snúði seg um
byggiloyvið í sambandi
við núverandi handils-
kjarnan í miðbýnum.
I desember 1988 fekk
P/f Hans Joensen byggi-
loyvi frá Tórshavnar Bý-
ráð til handilskjarnan. Tá
bygningurin var um at
vera innilokaður á sumri
1989, gjørdi Brunaumsjón
Landsins vart við, at
byggingin leyk ikki neyð-
ugu krøvini til brunatrygd.
Tá byggiharrin ikki lat
við seg koma, sendi
brunaumsjónin mánaða
seinni bræv, har hótt var
við rættarligum tiltøkum,
vórðu nýggju krøvini ikki
tíkin til eftirtektar. Fýra
dagar seinni kom bræv frá
sakføraranum hjá bruna-
umsjónini, har heitt var á
fútan um at deta
fútanbann fyri
framhaldandi bygging.
Hans Joensen greiddi í
rættinum frá, at varð
byggingin steðgað, so
hevði tað havt 'katastrof-
alar avleiðingar", sum
hann tók til. Byggifelagið
hevði gjørt vart við, at
varð byggingin løgd still,
stóð fór felagið av byggi-
plássinum í stundini og
kundi ikki veita vissu fyri,
nær tað kundi koma aftur.
Handilshúsið, ið skuldi
lata upp 1. november,
hevdi harvið mist jólasgl-
una, og tískil valdi byggi-
harrin at ganga undir eina
semju við brunaumsjón-
ina, heldur enn at kæra
avgerðina hjá brunaum-
sjónini til landsstýrið.
Gunnar Hoydal, býar-
arkitektur, upplýsti, at
málið var vidgjørt sum
vanligt, og byggiumsit-
ingin hevði spurt seg fyri
hjá Statens Brandinspekt-
ion, og ikki hjá Bruna-
umsjón Landsins. Komm-
unurnar kunnu spyrja seg
fyri hjá umsjónini, men
skulu ikki, og tí kann
endurgjaldsskylda ikki
leggjast á kommununa
fyri avgerðina.
Tað kom fram í rætti-
num, at kuril var á tráð-
num millum Tórshavnar
Kommunu. Preben Han-
sen, verkfrødingur, upp-
lýsti, at hann ongantíð
ådur hevdi upplivad, at tad
ikki var nóg mikið við
byggiloyvi frá kommun-
uni.
Dómarin segði í síni
ábending, at tvídrátturin
millum brunaumsjónina
og Tórshavnar Kommunu
hevði ikki tydning í
málinum. Tað snúði seg
um endurgjaldsskylduna,
og hana hevði helst
eingin: Tórshavnar
Kommuna handlar við
heimild í byggisamtyktini
og brunaumsjónin við
heimild í brunalógini.
Hvørgin hevur gjørt nakað
skeivt, og tí heitti hann á
saksøkjaran um at taka
kravið aftur.
Tað vildi hann ikki, og
tískil fellur dómur í
málinum.
ówh